Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Trent Alexander-Arnold, Liverpool- spælari, eftir CL-finaluna - Jürgen Klopp, Liverpool-venjari, undan CL-finaluni "Eg havi tapt tær síðstu seks finalurnar. Tað vóru ikki mínir bestu dagar, men tað oyðilegði meg ikki. Tað snýr seg um at royna aftur og aftur." "Eg eri bara ein vanligur drongur úr Liverpool, ið hevur fingið sín dreym uppfyltan." Vikan ið fór Chelsea vinnur greitt 4-1 á Arsenal í Europa League- finaluni, sum verður spæld í ivasomum umstøðum í Baku, Aserbadjan. Viljormur Davidsen leingir um sáttmálan við Vejle, har hann nú hevur sáttmála fram til summarið 2022. KÍ ger leigusáttmála við norska miðvallaran, Magnus Stramnestrø, meðan japanski Takunya Matsunaga fer til hús. Fyrrverandi Arsenal- og Real Madrid- spælarin, José Antonio Reyes, doyr í ferðsuvanlukku í Spania 35 ára gamal. Liverpool vinnur Champions League eftir 2-0-finalusigur á Tottenham. Mohamed Salah og Divock Origi skjóta málini. Tey fimm fremru liðini í Betrideildini hjá monnum vinna øll sínar dystir ímóti teimum fimm niðaru liðunum í deildini. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Lýdia Poula Simonsen Aldur: 18 Yrki: Kúluvarp Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Seks ferðir 2. Royal Run 3. Ken Fagerberg 4. Sverri Sandberg Nielsen 5. Spania og Noregi 6. Svimjing 7. Slovenia 8. Gert Hansen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu ofta hevur Liverpool vunnið Champions League? 2 Hvussu æt rennitiltakið, sum var í Klaksvík leygardagin? 3 Hvussu eitur svenski áleyparin hjá 07 Vestur? 4 Hvussu eitur føroyingurin á danska landsliðnum í rógving? 5 Hvørjum tveimum londum skal føroyska A-landsliðið hjá monnum spæla ímóti nú í juni? 6 Hvørjum ítrótti kenna vit donsku Pernille Blume frá? 7 Úr hvørjum landi er Damir Skomina, sum dømdi Champions League-finaluna leygarkvøldið? 8 Hvussu eitur hondbóltsdómarin á myndini? Myndin hesa vikuna: Hey Lýdia Poula! Til lukku við føroyska metinum í kúluvarpi. Hevði tú væntað at sett metið? Hey! Takk fyri tað. Eg vildi ikki sagt at eg væntaði at seta metið. Eg havi vant sera nógv, so vónaði eg at síggja úrslit. Tað hevur gingið væl til venjing og eg kom yvir um 11 metra strikuna, so eg hopi uppá eisini at klára hetta til kapping. At tað bleiv til met var bara eisini fantastiskt. Hevur tú arbeitt málrættað eftir at seta metið? Hvussu leingi? - Nei, eg havi vant eftir at gerast betri. Eg byrjaði ikki at stoyta við 4 kilo-kúluni fyrr enn í ár, sum er kvinnuvektin, og tí havi eg ikki kunna sett met fyrr enn nú. Hvat er tað við kúluvarpi, sum hugtekur teg? - Mær dámar væl frælsan ítrott, og við árunum fann eg útav, at tað lá væl fyri hjá mær í kúlu. Síðan havi eg havt kúlu sum mína primæru grein. Mær dámar væl, at tað er ein einstaklinga ítrottur, tí at tað er bara mín ábyrgd og mítt avrik. Hvussu ofta venur tú um vikuna, og venur tú aðrar greinar enn kúluvarp? - Eg venji seks ferðir um vikuna. Við síðuna av hesum venji eg eisini styrki tvær ferðir um vikuna. Nei, eg venji bert kúluvarp. Mær dámar væl at luttaka í klingrukast til kappingar, men hetta er ikki nakað eg venji. Hvørjar kappingar eru fyri framman? - Eg fari til Gøteborg í Svøríki at luttaka í VU-spelen, sum er ein stór kapping í Svøríki. Hendan kappingin er 28. - 30. juni. Næsta kapping verður so oyggjarleikir, sum vera á Gibraltar. Hendan kappingin verður 7. - 12. juli. Arjen Robben og Franck Ribery spældu leygardagin sín seinasta dyst fyri Bayern Munchen