mánadagur 3. juni 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Takk fyri,
Lars!
Lars Muller hevur nú dømt fyri
seinastu ferð í føroyskum fótbólti.
Hann er valdur til ársins dómara
ikki færri enn níggju ferðir. Sjey
av teimum ferðunum upp í slag.
Eg havi verið í tí støðu, at gera
samrøðu við hann næstan hvørja
ferð til Fótbóltsgalla tiltakið hjá
Miðlahúsinum.
Seinastu tvey árini hevur hann verið
trekur at vátta luttøku til árið eftir.
Tí kemur tað ikki púra óvart á, at
Lars Muller nú leggur floytuna á
hillina. Hann er í mínum hugaheimi
ein dómari, sum er ein leiðari, heldur
enn ein dómari við dómarabókini í
hondini.
Hann hevur serligar eginleikar at
samskifta og taka tempraturin av
eini støðu. Tað er ikki uttan orsøk,
at spælararnir og venjararnir í
føroyskum fótbólti sjey ferðir upp í
slag hava valt hann til ársins dómara.
Hann ger eisini mistøk og helst hava
tey verið fleiri seinastu tvey árini,
men tú ert ongantíð í iva um, at hann
hevur eginleikarnar at takla støðuna.
Tí fær hann eisini mangan frípass, tá
hann rakar skeivt. Tað er eitt sindur
sum við fótbólti. Tað er ikki altíð tað
at tú tapur, sum er avgerandi, men
meiri hvussu tú tapur.
Tað er eisini sjáldan, at eg havi
staðið við mikrofonini og følt at
Lars Muller ikki hevur tamarhald á
støðuni. Tað merkir tú mangan undir
og eftir dystin, men tað er sjáldan
tá Lars Muller hevur verið dómari.
Tá snýr tað seg ikki um smálutir
í einum nærdysti, men heldur um
heildarmetingina. Hon hevur mangan
nógv at siga.
Føroyskur fótbóltur verður nú
okkara besta dómara – eftir mínum
tykki – fyri uttan. Tað merkir ikki, at
onkur annar ikki kann lyfta arvin.
Eitt nýtt ættarlið er á veg og teir
passar væl til UEFA dómaran, men
vónandi hava teir eisini nakað av
tí, sum flestu av okkara góðu gomlu
dómarum hava. Tekkið at liva millum
spælarar og skilja fótbóltin!
trondur@sosialurin.fo
Landsliðið:
Tróndur Arge
Mánadagin verður av álvara sett
hol á fyrireikingarnar til EM-
undankappingardystirnar
móti
Spania og Norra, sum verða á Tórs
vølli fríggjadagin 7. juni, og mána
dagin 10. juni.
Fyri lítlari viku síðani kunngjørdi
Lars Olsen, landsliðsvenjari før
oyska hópin til komandi dystir,
men venjarin verður nú noyddur
at síggja burtur frá Jákupi Ludvig
Thomsen, ið hevur sína dagligu
gongd í íslendska FH. Jákup er
skaddur, og hevur tí givið avboð.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin
sent boð eftir Patriki Johannesen
úr KÍ.
Tvøramaðurin er við at koma
í málform. Millum annað skoraði
hann tvær ferðir í yvirtíðini móti
AB í gjár.
Landsliðið møtir inn til venjing í
dag. Fyrsta venjingin verður klokk
an 17. Týsdagin og mikudagin venur
landsliðið tvær ferðir um dagin,
meðan seinasta almenna venjingin
verður hósdagin á Tórsvølli.
Landsdysturin
móti
Spania
verður fríggjakvøldið á Tórsvølli.
U21 spælir hósdagin
Tað er ikki bara A-landsliðið, sum
skal spæla í hesum umfarinum.
U21-landsliðið
skal
eisini
í
eldin móti Kasakstan. Heta
er fyrsti dysturin í hesi EM-
undankappingini. Eli Hentze og
Hegga Samuelsen hava úttikið
liðið, sum skal á vøllin á Svanga
skarði.
Hetta er fyrsti dysturin hjá
hesum
nýggja
árganginum,
sum tó telur fleiri spælarar, ið
hava spælt á U21-landsliðnum
fyrr.
Spælarar
sum
Jákup
B.
Andreasen
og
Adrian
Justinussen teljast millum pro
filarnir í føroysku kappingini og
hava eisini royndir á U21-lands
liðnum.
Millum teir nýggju eru Lukas
Grenaa Giessing, Magnus Holm
Jacobsen, Stefan Radosavljevic
og Steffan Løkin, sum allir vóru
partur av U17-landsliðnum, ið
var til EM-endaspælið í Kroatia
í 2017.
U21
EM-undankappingar
dysturin
millum
Føroyar
og
Kasakstan
verður
á
Svangaskarði á Toftum hósdagin
6. juni klokkan 17.00.
Hini londini í bólkinum eru
Montenegro, Norðurmakedónia,
Ísrael og Spania.
trondur@sosialurin.fo
Patrik Johannesen
avloysir Jákup Ludvig
Patrik Johannesen úr KÍ er boðsendur til
landsdystirnar móti Spania og Norra. Patrik
avloysir Jákup L. Thomsen, sum er skaddur
Hópurin hjá A-landsliðnum:
Teitur Matras Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann
(NOR)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)
Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH
Hafnarfjørður (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund
BK (NOR)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Hópurin hjá U21-
landsliðnum
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF
(DAN)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Daniel Johansen, HB
Pætur Hentze, NSÍ
Hugin Samuelsen, B36
Ólavur Niclassen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup B. Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland
(DAN)
Petur Knudsen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, TB
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DAN)
Gilli Samuelsen, B36
Adrian Justinussen, HB
Steffan Løkin, EB/Streymur