Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI TÝSKUR FLUTNINGSRISI VELUR FØROYSKA KT-LOYSN Hapag-Lloyd, ið er fimtstørsta flutningsfelag í heiminum, hevur gjørt trý ára sáttmála við føroyska Globe Tracker um útgerð og forrit til stýring av øllum 91.500 kølibingjunum hjá felagnum. Talan er um eina trísifraða milliónaupphædd, og ein tann størsta einstaka føroyska KT-ordran nakrantíð Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Eg fái ikki sagt, hvussu nógv avtalan ljóðar uppá, men eg kann siga so mikið, at talan er um eina trísifraða millióna­ upp­hædd, sigur Jákup Lam­ hauge, stjóri í Glope Tracker. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016. Felagið er skrá­ sett í Danmark og hevur høv­ uðs­skrivstovur í Tórshavn og Florida, umframt virksemi í Ís­ landi. Høvuðspartaeigarar eru Tryggingarfelagið Lív, P/F LÍV lívs- og pensjóns­trygg­ing­ ar­felagið, Norðoya Íløgufelag og Framherji. Í Globe Tracker starv­ast 14 fólk, harav fimm í Før­oyum. Globe Tracker framleiðir út­ gerð og mennir forrit til spor­ ing, eftirlit og stýring av bingj­ um. Tosa vit hvørja einstaka bingju Við nýggju loysnini hjá Globe Tracker kunnu flutningsfeløg og teirra kundar alla tíðina fáa at vita, hvar vørurnar eru, og hvussu hiti og onnur við­ur­ skifti í bingjunum eru. Eisini ber til at fáa ávaringar, um til døm­is streymslit er, og til ber at loysa trupulleikar við køli­ skip­anini uttan at vera á staðn­um. – Eg haldi, at vit hava eina loysn, ið er meira framkomin í mun til tað, sum kapp­ing­ar­ neyt­arnir hava. Vit eru sera smidl­ig, vit eru dugnalig og hava roynd starvsfólk. Tað er eitt samanspæl av hesum, ið er orsøk­in til, at vit hava fingið sátt­málan, sigur Jákup Lam­ hauge. Globe Tracker-útgerðin, ið verð­ur sett á og knýtt í køli­ bingj­urnar, hevur samband við Globe Tracker-forritini um­ vegis fjarskiftisnetið. Nakað av tí mest fram­ komna við skipanini, ið Gloe Tracker hevur ment, er, til ber at tosa við sensorar á bingj­un­ um, eisini tá ið tær eru á sjón­ um umborð á einum skipi, har tað ikki er nakað GSM-sam­ band. Flutningsrisi Hapag-Lloyd AG er eitt av leið­ andi bingjuflutn­ingsfeløg­un­ um í heiminum við 235 ný­mót­ ans bingjuskipum, sum rúma 2,5 milliónir bingjueindir. Ha­ pag-Lloyd varð upprunaliga stovnað í 1847 og hevur høv­ uðs­skrivstovu í Hamburg í Týsk­landi. Felagið hevur 12.800 starvsfólk og 398 skriv­ stov­ur í 128 londum. Hapag-Lloyd kunngjørdi av­ taluna við Globe Tracker týs­ dagin á stóru flutningsmessuni “Transport logistic” í München í Týsklandi. Men hvussu ber tað til, at eitt lítið felag í Føroyum fær eina so stóra avtalu? – Orsøkin til at vit hava fingið hendan ordran er fyrst og fremst, at vit hava dugnalig starvsfólk, og tí at vit hava góðar og sterkar samstarvs­fel­ agar og ta bestu loysnina á markn­aðinum í løtuni, sigur Ják­up Lamhauge. Glope Tracker hevur eisini stórar og kendar samstarvs­ felagar, sum eru við í loysnini, til dømis Ericsson Í Svøríki og Deutsche Telekom í Týsklandi. – Teir veita samskiftistæn­ astur fyri okkum, men loysnin er okkara. Vit hava ment alt sjálvi, sigur Jákup Lamhauge. Gjøgnumbrot – Avtalan við Hapag-Lloyd er eitt stórt gjøgnumbrot fyri Globe Tracker og staðfestir leið­andi støðuna hjá okkum á hes­um marknaðinum. Í løtuni hev­ur talgilding høga rað­fest­ ing millum flutningsfeløg, og at náa higar hevur kravt nógva orku og áhaldni frá øllum rund­an um felagið, sigur Ják­ up Lamhauge, stjóri. Væntar vøkstur Nú Glope Tracker hevur fingið eina so stóra avtalu í hús, væntar stjórin, at fyritøkan fer at vaksa. – Vit kunnu nú menna fyri­ tøkuna skjótari, enn vit annars høvdu kunnað. Fleiri aðrar fyri­tøkur fara helst av hyggja og spyrja inn til okkara vøru, sig­ur Jákup Lamhauge. Hann væntar eisini, at fleiri starvsfólk verða sett í starv. – Hesin ordrin fer at krevja nógv av okkum, og vit fara at hava tørv á fleiri starvsfólkum. Talan verður nokk um fleiri starvsfólk bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Jákup Lam­ hauge, stjóri. Starvsfólkini á skrivstovuni hjá Globe Tracker í Føroyum. Frá vinstru: Jákup Lamhauge, stjóri, Carl Herup Høgnesen, Richard Magnus Jacobsen, Michael Thomsen og Jórun Fonsdal Malaikev.