mikudagur 5. juni 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avgerðin um makrelkvotuna
verður tikin í næstu viku
Fellur alt rættan veg, kunnu føroyingar
fáa fyri 140 milljónir krónur í
søluvirði av makreli afturat
Árni Gregersen
Mikudagin og hósdagin í kom
andi viku hittast strandalond
ini til samráðingar í London.
Á dagsskránni er endaliga
ásetingin av makrelkvotuni
fyri í ár á skránni. Gongur alt
okkara veg, so kunnu samráð
ingarnar enda við, at føroy
ingar sleppa at fiska eini 15.000
tons av makreli afturat og tað
kann geva 140-150 milljónir
eyka í sølivirði fyri dýrasta
uppsjóvarfiskin.
Ásetingarnar fyri mest loyvdu
veiðiu hava verið eitt sindur
skiftandi til komandi vertíð.
Upprunaligsa setti ICES eina
lága mest loyvdu veiðu í fjør
til hesa vertíðina, men nýggjar
upplýsingar gjørdu, at hetta
var broytt til, at næstan tvær
milljónir tons kunnu fiskast
afturat.
Undan tí høvdu londini
sjálvi ásett kvotur uttan at
fylgja ICES tilráðingini. Hend
an ásetingin var munandi
hægri enn ICES mælti til. Tað
hevði so við sær, at veiða eftir
makreli ikki longur var mett at
vera burðardygg, tí ásetingin
var so nógv hægri enn tað,
sum ICES mælti til.
Nýggjar samráðingar
Í næstu viku eru so nýggjar
samráðingar um makreslkvot
una og um hvussu nógv tons,
hvørt strandaland kann fiska.
Kortini liggja soleiðis, at
gongur alt upp, so kunnu Før
oyar fáa sløk 15.000 tons av
kvotu afturat Hetta hevur
stóra ávirkan á føroyska upp
sjóvarflotan, sum júst nú er
við at enda svatkjaftavertíðina.
Tað vil siga, at tað ganga
ikki fleiri vikur fyrr enn skipini
gevast og fara at gera klárt til
makrelfiskiskapin í august.
Okkurt skip er givið, men
nøkur royna framvegis. Tey
eru bæði eysturúr og vestur úr
Suðuroynni, men fiskiskapur
in er munandi lakari enn hann
hevur verið.
Sild sunnanfyri
Magnus Heinason var á kann
ingarferð í økinum suður móti
markinum millum Føroyar og
altjóða sjógv. Tá sóu teir torv
ur av sild og tað hevði við sær,
at Finnur F tíði fór suður har
at royna.
Tað vísti seg eisini, at tað
bar til at fiska sildina har.
Finnur Fríði fekk eini 900 tons
av norðhavssild har suðuri.
Fyri tey sum kenna til, hvar
sildin ferðast, er hetta eitt
sindur óvanligt, at hon fæst
har suðuri hesa tíðina á árin
um.
Finnur Fríði fór ikki avstað
aftur at royna eftir sild nú.
Hann liggur í løtuni og yvir
hálar motorin í Runavík
Trónur í Gøtu fekk maskin
skaða herfyri. Sjálvt gearið fór
og tað tekur langa tíð at fáa eit
tnýtt,
sum
altso
ikki
er
goymsluvøra. Tí verður ein
fyribils loysn gjørd, sum skal
brúkast í ett ár.
Tá ið hetta nú hendi, var
tann dokking, sum skuldi ger
ast í summar framskundað og
Tróndur í Gøtu er til reiðar at
fara aftur til fiskiskap umleið
25.juni.
Sjálv makrelvertíðin byrjar
ikki aftur fyrr enn í august, tá
ið tað av álvara loysir seg at
fiska hendan dýrasta uppsjóv
arfiskin.
Spenningur er tí sjálvandi
at frætta, hvat kemur burturúr
strandlandasamráðingunum í
London í næstu viku.
Magnus Heinason sá torbur av sild, tá ið teir gjørdu
sildakanningar suður móti markinum.
Tróndur í Gøtu er í dokk, men verður væntandi klárur aftur til fiskiskap 25.juni
Finnur Fríði gjørdi eina roynd har og teir fingu 900 tons av sild.