Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64 TÍVERRI ER TAÐ EITT SINDUR HÁLV­HJARTAÐ RINGT AT GÓÐTAKA Eg havi ringt við at kenna meg aftur í Javnaðarflokkinum eftir tað, sum hendi við málinum um Fámjinstunnilin og Dalstunnilin, ásannar Henrik Old Áki Bertholdsen – Hóast samgongan tók undir við mær, er tað eitt vónbrot, at tað ikki er meiri enn hálv­ hjartað. Henrik Old, fyrrverandi lands­ stýrismaður. Tá ið hann varð lands­stýris­ maður, fekk hann undirtøku fyri at Landsverk aftur skal fara at gera tunlar kring landið. Men hann ásannar, at tað gekk ikki akkurát soleiðis sum hann hevði ætlað. Fyri tað fyrsta heldur hann, at viljin hjá samgonguni er ikki meiri enn hálvhjartaður, tí tey vildu bara seta níggju milli­ónir av til endamálið í ár. Og verður hetta lagið, fer tunn­ ils­útgerðin hjá Landsverki at standa still helvtina av árin­ um. Samstundis fer tað at taka óendaliga langa tíð at gera tunlarnar. Landsverk hevur roknað seg fram til, at fáa tey 20 milli­ ónir krónur um árið at bora tunlar fyri, kann tunlasjakkið verða til arbeiðis alt árið. Og fyri eina slíka upphædd kunnu tey bora 750 metrar av tunli um árið. Verður játtanin helvtina av tí, stendur útgerðin still helvt­ ina av árinum, og so kunnu bara 375 metrar borast um árið. – Eg haldi at tað er eitt sind­ ur hálvhjartað av samgonguni, fyri at siga tað milt, og næsta ár verður tað stóra takið at fáa játtanina til tunlasjakkið hækk­aða soleiðis at tey kunnu bora alt árið, sigur Henrik Old. Fekk undirtøku - men... Men hann dylur heldur ikki fyri, at hann er vónbrotin av, at samgongan tók hann av ræðið. Sjálvur ætlaði hann, at Fámj­instunnilin skuldi vera tann fyrsti tunnilin, tunla­ sjakkið skuldi gera. –  Fyrimunurin er, at tað er ein stuttur tunnil, samstundis sum at Landsverk hevur verkstað og smiðju beint við. Sostatt hevði Fámjinstunnilin verið akkurát passaligur hjá tunlasjakkinum at havt at vant seg við útgerðina við, sig­ ur Henrik Old. Men samgongan tók hann av ræðið og sostatt varð av­ gjørt Dalstunnilin skal gerast fyrst. Avleiðingin av tí verður, at boriútgerðin hjá Landsverki kemur at standa still í næstan hálvtannað ár. Boriútgerðin kom til landið fyri einum ári síðani, men síðani avgerðin varð tikin um at fara undir Dalstunnilin fyrst, hevur Landsverk brúkt fleiri mánaðir upp á at útvega lendið og at fáa øll loyvi til vega, og Landsverk hevur boðað frá, at farið verður ikki und­ir boringina fyrr enn síðst í árinum.   – Tað merkir, at tók sam­ gong­an av fullum huga undir við ætlanini, hevði tunnilin til Fámjins verið boraður ígjøgn­ um longu áðrenn tað er klárt at fara undir at bora til Dals, sigur Henrik Old. Og hann ásannar, at tað smakkar honum illa, og hann hevur ilt við at kenna seg aftur í Javnaðarflokkinum –  Tann Javnaðarflokkurin, eg kenni, strongdi altíð á fyri at koyra á við ymsum málum. Men Javnaðarflokkurin í dag hev­ur einki ímóti at lata bori­ út­gerð hjá Landsverki standa fyri einki í eitt ár, ella meiri enn tað, heldur enn at fara til ar­beiðis, og tað havi eg ringt at sættast við, ásannar Henrik Old. – Hetta er tað, sum er komið mest óvart á meg, leggur hann afturat. Hann heldur, at ein orsøk kann vera, at tingfólk, og lands­stýrisfólk, ikki reiðiliga hava sett seg inn í, hvat krevst fyri at gera slíkar ætlanir til veru­leika. Hann hevur ilt við at kenna seg aftur í Javnaðar­ flokkinum Eitt vónbrot – Tað er eitt vónbrot, at Samgongan ikki tók undir við mær, og serliga er tað eitt vónbrot, at eg heldur ikki fekk undirtøku í mínum egna flokki, sigur Henrik Old, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum