mikudagur 5. juni 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EG SKILJI IKKI
TRUPULLEIKAN
HANN SKILUR EINKI Eg skilji ikki, at
arbeiðsgevarar, sum fáa milliardir
úr landskassanum, hava so ilt av
at nakrar heilt fáar milliónir verða
brúktar so at fleiri smábygdir kunnu
fáa tunnil, sigur Henrik Old
Áki Bertholdsen
– Eg veit ikki, hví Føroya Ar
beiðsgevarafelag hevur so ilt
av, at nakrar heilt fáar milli
ónir verða brúktar um árið
upp á at gera tunnil til nakrar
av teimum smærru bygdunum
kring landið.
Tað sigur Henrik Old, fyrr
verandi
landsstýrismaður
í
samferðslumálum.
Tá ið hann var landsstýris
maður í samferðslumálum, var
tað eitt hjartamál hjá honum
at Landsverk aftur skuldi fáa
eitt sjakk at bora tunlar.
Tann
seinasti
tunnilin,
Landsverk annars boraði, var
Gásadalstunnilin, sum varð
tikin í nýtslu í 2003.
Annars hava allir aðrir tunl
ar verið bodnir út til privatar
fyritøkur at gera.
Hinvegin hevur verið tosað
í ein mansaldur um at gera
tunnil til Fámjins, Dals, Tjørnu
víkar, Gjáar, og kanska aðrar
smábygdir við.
Men enn er tað ikki blivið til
meiri enn tos og tí helt Henrik
Old, at tað var neyðugt at
leggja á annan bógv.
– Vit mugu bara ásanna, at í
telvingini um at fáa eina játtan
á fíggjarlógini, hava smábygd
irnar tapt hvørt einasta ár, og
tað hava tær gjørt hesi sein
astu 30 árini, sigur hann.
– Eg eri púra sannførdur
um, at gjørdi Landsverk ikki
tunlar, høvdu hvørki kunoy
ingar, gásadalsfólk, ella sumb
ingar, havt tunnil í dag, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at hesir tunlar
nir vórðu gjørdir við, at smærri
játtanir vórðu settar av um
árið og tí læt tað seg gera.
Skuldu teir bjóðast út, vóru
teir aldrin veruleiki, tí so
skuldu stórar upphæddir verðið
settar av um árið, og tað hevði
ikki borið til, leggur hann
afturat.
Sá veruleikan í eyguni
Henrik Old sigur, at tí sá hann
veruleikan í eyguni og ásann
aði, at skulu hesar bygdirnar
yvirhøvur fáa tunnil, er ein
asta gongda leið, at Landsverk
aftur fer at gera tunlar.
Hetta er upprunin til illa
umstrídda tunlasjakkið, sum
varð sett á stovn í fjør og fyrsi
tunnlin, tað fer undir at gera,
er tunnilin til Dals.
Fyrireikingarnar til hann
eru byrjaðar, og gongst sum
ætlað, verða fyrstu skotini
latin av í ár.
Men tað er ikki yvir at dylja,
at
Arbeiðsgevarafelagið
og
handverksmeistararnir
hava
funnist harðliga at hesi ætl
anini. Tey hava ført fram, at
tað er ikki ein almenn uppgáva
at gera tunlar, tí tað er eitt ar
beiðið, privatir entreprenørar
kunnu gera bæði bíligari og
effektivari.
Og nú Arbeiðsgevarafelagið
hevur havt aðalfund mána
dagin, nýttu tey aftur høvi til
at skjóta eftir almenna tunla
sjakkinum hjá Landsverki og
tey kalla tað oyðsl við almenn
um pengum.
– Eg sakni, at Arbeiðsgevar
arnir vísa mær okkurt ítøkiligt
dømi, har tað er dýrari hjá
Landsverki at gera ein tunnil
enn tað er hjá privatum entre
prenørum, men tað dømið havi
eg ikki sæð enn, sigur Henrik
Old.
Tvørturímóti vísir hann á at
metingar hjá Landsverki vísa,
at verður tað Landsverk, sum
ger Dalstunnilin, fæst hann
fyri 70-90 milliónir krónur,
men skal hann bjóðast út,
verður hann ímillum 50 pro
sent og 100 prosent dýrari.
– Ein orsøk til tað, er, at
Landsverk kann gera hann
fyri kostprís og tað merkir, at
Landsverk skal ikki hava nakr
an vinning av arbeiðnum, sig
ur Henrik Old.
Heldur seint enn slett ikki
Hann vísir á, at Gásadalstunn
ilin var tann síðsti tunnilin,
Landsverk gjørdi, og tað ar
beiðið kostaði ímillum 40 og 50
milliónir. Tað er helvtin at tí,
hann hevði kostað, varð hann
boðin út til privat at gera, vísa
metingar.
Hann ásannar, at tað fer at
taka longri tíð hjá Landsverki
at gera tunnilin. Men eina ferð
verður hann so liðugur og tað
er frægari enn at hann aldrin
kemur.
– Vit mugu síggja veruleikan
í eyguni, at politiskt ber tað
ikki til at semjast um at gera
tunlar til smábygdir, tí smá
bygdirnar taka altíð í kapping
ini við teir longri tunlarnar.
Soleiðis hevur tað verið hesi
seinastu 30 árini, og eg veit
ikki, hví tað skal broytast nú,
sigur Henrik Old.
– Trupulleikin við at bjóða
tunlar út til privat, er at tá
verður neyðugt við heilt stór
um játtanum á fíggjarlógini
hvørt ár. Men ger Landsverk
tunlarnar, ber til at arbeiða
fyri minni játtanir um árið, og
politiskt er tað nógv meiri
veruleikakent enn hitt.
Og tá ið stígur kemur í ar
beiðið tí at játtanin er uppi eitt
ár, verða menninir settir til
annað arbeiðið hjá Landsverki.
– Og hvat teimum smærru
bygdunum viðvíkur, hevur tað
ikki víst seg at vera politiskur
vilja til at játta pengarnar, so
at tunlarnir kunnu bjóðast út,
leggur hann afturat.
–
Privatir
entreprenørar
hava arbeiðið fyri milliardir
hjá tí almenna, so eg skilji rætt
og slætt ikki, hví teir hava so
ilt av, at nakrar heilt fáar milli
ónir verða brúktar upp á at
gera tunlar til nakrar smá
bygdir kring landið, sigur Hen
rik Old.
Tað var neyðugt
at leggja á
annan bógv
Landsverk
skal ikki hava
nakran vinning
av arbeiðnum
Hava einki dømi
– Arbeiðsgevarafelagið blívur við at finnast at ætlanini at lata Landsverk fara undir at gera
tunlar, men tey eru ikki før fyri at vísa á nakað dømi um, at privatar fyritøkur kunnu gera
tað bíligari, sigur Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum