mikudagur 5. juni 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
TØKK
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá
okkara kæra mamma, vermamma, omma og
langomma
Klara K.R. Debes
fór til gravar. Takk til starvsfólkið á Boðalon,
sum tóku sær so væl av henni og okkum, ta
tíðina hon búði har.
Takk til prest og Rólant í Skorini fyri vøkur
orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar og
gravarar.
Takk til tykkum , sum hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar, minnisgávu,
uppringinar og tykkum, sum fylgdu henni til
gravar.
Familjunnar vegna
Astrid, Poula og Kristian
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi tá mamma, vermamma, omma,
langomma og systir okkara
Margretha Nolsøe
f. 01.12.1938 d. 09.01.2019
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Sverra Steinhólm fyri góða andakt
á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til Sonju Klein
fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Tøkk til tykkum, ið bakaðu og hjálptu til við
ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk
til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Jónsvein og Olivar
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá
okkara kæra mamma, vermamma, omma og
langomma
Sigrid Jonhild Baldvinsson
12. februar 1937 - 28. mars 2019
andaðist og varð jarða.
Takk til heimatænastuna.
Takk til starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Takk fyri góð og troystarrík orð og sang á
kapellinum og í Betesda. Takk til berarar og
spælara. Takk til tykkum sum skipaðu fyri
ervinum í Betesda, og fyri alla hjálp í hesum
sambandi. Takk fyri blómur og kransar.
Takk til tykkum øll, ið fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Rúna og Jórun v/ familjum
TØKK
Sjúrður Vágsheyg Johannesen.
F. 15.07.61 - d.19.09.18.
Í samband við‚ at okkara høgt elskaði maður‚
pápi‚ verpápi‚ abbi‚ sonur og beiggi andaðist‚
takka vit hjartaliga øllum‚ sum við umsorgan
og troyst á ymiskan hátt hava verið um
okkum‚ tíðina hann var sjúkur og nú eftir‚ at
hann andaðist.
Takk til Ann Dahl Hansen‚ prest,
fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni.
Ein stór tøkk til Havnar fimleikafelag‚
ið stóð fyri ervinum.
Takk til Anni Lützen
fyri vælsmakkandi súpan.
Takk til tykkum‚ ið bakaðu til ervið.
Takk til kórið hjá Paula í Sandagerði
fyri vakran sang.
Takk til Øssur Berghamar og Borgny
Brünings-Hansen fyri troyst og umsorgan
undir sjúkraleguni.
Takk fyri blómur‚ kransar og gávur
til krabbameinsfelagið.
Hjartans tøkk til tykkum‚ ið fylgdu
honum til hansara síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóna‚ Elin‚ Lillian og Tórur.
TAKK
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskuliga
mamma, vermamma og omma okkara
Thora M. Kúrberg
f. 28. mars 1948 d. 3. apríl 2019
andaðist og varð jarðað
Eisini vilja vit takka hjartaliga øllum
tykkum, sum vitjaðu, ringdu, við heilsanum,
bønum og á annan hátt sýndu Thoru og
okkum umsorgan, vinalag, hjartalag og
troyst ta síðstu tíðina; men ikki minst ta
drúgvu tíðina, tá ið sjúkan alsamt fekk
fótin fyri seg. Starvsfólkið á Strandarlon á
Boðanesheiminum, sum seinasta góða árið
var um mammu, eigur eina serliga tøkk fyri
køna umsorgan og ansi fyri lívsgóðsku, - og
í seinastuni fyri linna og førleikar at gera
svárar umstøður so lagaligar og virðiligar
sum til bar. Eisini Fysioterapiin við Havnará
eigur tøkk fyri palliativa fysioterapi.
Øllum heilsu- og røktarstarvsfólki
hjá Tórshavnar kommunu, fysio- og
ergoterapeutum á Suðuroyar sjúkrahúsi og
Landssjúkrahúsinum takka vit fyri serkøna
hjálp og vilja at standa Thoru við lið, tá
ið hon við tolni, trúgv og treiskni bjóðaði
sjúkuni av og valdi lívið.
Takk, Heri prestur, fyri góð og fløvandi orð
bæði í kapelli og kirkju. Takk, kirkjutænarar,
berarar og trúgvu kyndlamenn fyri sang
og huglagsfult harmonikuspæl. Takk,
Dupultkvartettin fyri vakran sang. Eisini
takka vit fyri prýdda kirkju.
Takk fyri hjálp og stuðul til ervið og
jarðarferðina.
Takk, øll tit, vinir, kenningar og skyldfólk
frá nær og fjar, ið fylgdu Thoru til hennara
seinasta hvíldarstað og mintust hana við
blómum, kransum, minningarorðum og
minnisgávum til ALS-rakt í Føroyum.
Randi og Hanus við familju