mikudagur 5. juni 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
av.fo
Stuðul til uppihaldspening
fyri fyrra hálvár 2019
- umsóknarfreist
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri
fyrra hálvár 2019 saman við kvittanum fyri
goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum,
skal vera Almannaverkinum í hendi
í seinasta lagi 7. juni 2019. Kvittanir
skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella
hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið
er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn
kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening
verður stuðulin útgoldin seinast í juni og
desembur. Umsóknir móttiknar aftan á
7. juni 2019 kunnu ikki væntast at verða
avgreiddar fyrr enn í desembur 2019.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit
av gjaldsavgerð um barna- ella
hjúnafelagagjald frá Ríkisumboðnum ella
samsvarandi útlendskum myndugleika
sendast inn saman við umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt
at gjalda kr. 12.996 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum
bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu
okkara.
Á heimasíðu okkara undir familja og børn
er meira at lesa um stuðulin.
Freist fyri stuðli 2018
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í
2018, skal umsókn vera latin inn í seinasta
lagi 1. juli 2019. Verður umsóknin latin inn
seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum
upphæddum 2018 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er
tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin
inn rættstundis”
almannaverkið
Námsfrøðingar, hjálparfólk
og avloysarir til Dagstovnin
Brosið í Hvalba
Vit sóknast eftir
Trimum námsfrøðingum til barnagarðsstovur 30 tímar
um vikuna.
Tveimum námsfrøðingum til vøggustovu 30 tímar um
vikuna.
Tveimum námsfrøðingum til frítíðarskúla uml 25 tímar
um vikuna.
Eitt hjálparfólk í farloyvistarv 30 tímar um vikuna til 1.
februar 2020.
Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.
Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir nærri
avtalu.
Um skikkaðir námsfrøðingar ikki søkja, verða
hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til
rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta
námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og
kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga
arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum.
Vit vænta at
•
tú ert álítandi og tekur ábyrgd
•
tú kanst verða við til at mynda og menna
námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
•
tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
•
tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi
og fjølbroyttan gerandisdag
•
tú ert tolin og nærverandi
Vit kunnu bjóða
Eitt starv í einum nýggjum stovni, har innan- og
uttandura umstøðurnar geva børnunum góðar
møguleikar fyri stimbran og menning. Dagstovnurin er
í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan,
fótbóltsvøll og fjøruna.
Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða
við til at mynda og seta dám á virksemi á stovninum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á
øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.
Umsókn saman við revsiváttan, møguligum
viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir,
skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi
mánadagin 17. juni 2019 kl. 12.00.
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri
Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580
Kunngerð um framløgu
av broyting í
byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um
býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt
við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við
hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í
byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram
til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni fá
týsdegnum 11. juni 2019 til týsdagin 9. juli 2019.
Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Økið, sum víst á korti, verður broytt frá K-øki
(landbúnaðarøki) til B3-øki (íbúðarbygging).
Møguligar viðmerkingar og mótmæli, sum skulu
vera skrivlig, verða at senda til
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella sjk@sjovar.fo í seinasta lagi 6. aug. 2019.
SJÓVAR KOMMUNA