mikudagur 5. juni 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
STJÓRI TIL FØROYA SYMFONIORKESTUR (FSO)
Um starvið
Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum hjá
orkestrinum og hevur mótvegis stýrinum ábyrgdina av
fíggjarviðurskiftum, marknaðarføring, listarligu leiðsluni
og fyrisitingini. Stjórin mannar orkestrið í samráð við
samstarvsnevndina og ger á hvørjum ári fíggjarætlan
fyri komandi tónleikaár, sum verður send stýrinum at
góðkenna. Harumframt er stjórin skrivari hjá stýrinum,
samstarvsnevndini og stendur fyri umstiting av
heimasíðu og intraneti hjá orkestrinum. Saman við
tónleikanevndini hevur stjórin listarligu leiðsluna av
orkestrinum og skal eisini virka fyri, at menna fíggjarliga
grundarlagið hjá orkestrinum. Stjórin hevur tilvísing til
stýrið.
Talan er um eitt starv við nógvum samskifti við
tónleikarar og samstarvspartar hjá orkestrinum.
Góð evni at fyriskipa, samstarva og samskifta er
ein avgerandi treyt. Neyðugt er við góðum innliti í
tónleik og viðurskifti í sambandi við framførðslu av
symfoniskum tónleiki. Harumframt er neyðugt við
førleika til at fyrisita og umsita fíggjarviðurskifti.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt parttíðarstarv við skiftandi arbeiðstíð.
Starvið er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt
fyri fýra ár ísenn.
Tann sum settur verður má kunna átaka sær at arbeiða
eftir tørvi. T.v.s at arbeiðstíðin er serliga nógv kring
konsertirnar. Løn sambært avtalu.
Ynskir tú at fáa meira ítøkiligar upplýsingar, kanst tú
seta teg í samband við fráfarandi stjóran Poul Jákup
Thomsen fart. 211112 ella pj.skarvanes@gmail.com ella
stýrisformannin, Jógvan Thomsen, fart. 556021, ella jt@
vs.fo.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum
skulu sendast við telduposti til Grannskoðaravirkið
SPEKT, teldupostadressa: fz@spekt.fo
Merkt: Umsókn til FSO
Umsóknir skulu vera Føroya Symfoniorkestri í hendi
í seinasta lagi hósdagin 1. august 2019 kl. 12:00.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Føroya Symfoniorkestur
Til Heyst, Vár og Nýggjárskonsertirnar hjá Føroya
Symfoniorkestri við høgum torleikastøðið, eru
vanliga umleið 60 tónleikarar. Hetta eru yrkislærdir
tónleikarar sum búgva og virka í Føroyum, føroyskir-
og útlendskir yrkislærdir tónleikarar, sum búgva
uttanlands, framkomnir næmingar í Føroya Musikkskúla
og góðir óyrkislærdir tónleikarar. Til Jólakonsertirnar
og hesi síðstu tvey árini til barnakonsertirnar,
eru í høvuðsheitum bert tónleikarar búsitandi í
føroyum við til konsertirnar, harav minst helvtin er
musikkskúlanæmingar. Í FSO er eitt úrvalskór við 80
sangarum og FSO samarbeiðir við Sanglærarafelagið
um eitt barnakór. FSO hevur 5-6 konsertverkætlanir um
árið.
Meira kunning um orkestrið er at finna á heimasíðuni:
www.fso.fo
Norðurlendsk og ensk umseting av lýsingini fáast við at
venda sær til fráfarandi stjóran ella stýrisformannin.
Pk