mikudagur 5. juni 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sundalagsstevnan
SUNDALAGSSTEVNAN
STYTT TIL EIN DAG
Sundalagsstevna verður í Hvalvík
leygardagin 8. juni. Stevnan er stytt til
bara ein dag, og alt tiltakið er savnað um
kappróðurin og tiltøk í stevnutjaldinum
niðri við bátahylin í Hvalvík
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Vit hava í ár valt at hava
stevnuna ein dag. Tað er so
nógv annað at fara til, og fólk
hava ikki tíð at nýta fleiri
dagar til stevnur, sigur Jan
Eldevig, formaður í Hvalvík
Streymnesar Róðrarfelag.
Hann vísir á, at ístaðin fyri
at hava stevnuna fleiri dagar
og ymsastaðni í bygdunum,
sum tað hevur verið fyrr, so er
alt savnað til ein dag og á
einum staði, nevniliga við
bátahylin í Hvalvík.
– Vit hava áður havt tivoli
við skúlaøkið, men tað er so
nógv arbeiði av tí, og tað gevur
einki, so vit hava frávalt tað.
Vit halda eisini, at tað riggar
betur at hava alt savnað á
einum stað, og so hava ymisk
tilboð har, sigur Jan Eldevig.
Høvuðsinntøkukelda
Sundalagsstevna
er
triðja
hvørt ár í Hvalvík. Stevnan
skiftir at vera í Kollafirði, Hós
vík og Hvalvík. Hóast tað
kanska er langt ímillum, so er
tað tó ikki longri síðani enn
seinasta vikuskifti at stórt
tiltak var í Hvalvík, tá ið báta
hugni var har. Tá var tað Báta
felagið, ið skipaði fyri.
Sundalagsstevnan hevur tó
stóran týdning fyri Hvalvík
Streymnesar Róðrarfelag.
– Kappróðurin er okkara
høvuðsinntøkukelda. Tí vóna
vit altíð, at tað koma nógv fólk,
sigur Jan Eldevig.
Seinnu árini hevur tað vísti
seg, at tað eru mest fólk í
Sundalagnum,
ið
koma
á
stevnu. Frá Kollafirði og norð
ur til Tjørnuvíkar eins og fólk
eystarumegin Sundalagið.
Tríggjar manningar
Kappróðurin fyllir nokk so fitt
í Hvalvík og Streymnesi, og í ár
eru tríggir bátar hjá róðrar
felagnum við í kappróðrinum.
Tað er Nísan, sum er fimm
mannafar hjá dreingjum í
barnaróðri,
Báran,
sum
er
fimmmannafar hjá gentum, og
Hvessingur,
sum
er
seks
mannafar hjá monnum.
Hvessingur hevur ofta verið
frammalaga, og á norðoya
stevnu, vann Hvessingur. Tað
gekk ikki eins væl hjá hinum
bátunum hjá Hvalvík Streym
nesar Róðrarfelag.
– Tað er ikki altíð, at vit hava
tríggjar manningar. Ofta hava
tað bara verið tvær manningar.
Men fara vit aftur í 1990-ini so
høvdu vit vanliga tríggjar
manningar, sigur Jan Eldevig.
Hugnaligur stevnudagur
Lagt er upp til ein hugnaligan
stevnudag
í
Hvalvík
við
kappróðri og øðrum tiltøkum.
Tjald verður við kajøkið, og
har vera flestu tiltøkini. Talan
er bæði um loppumarknað,
mótasýning, livandi tónleik,
matsøla, horntónleik, harm
onikuspæl, hitapottar, hólm
gongu, lutaseðlasøla, stevnu
røða, undirhald og annað.
Eisini vera tiltøk fyri børn.
Skúlin við Streymin liðugur um eitt ár
Skúlin við Streymin verður tikin í nýtslu
við skúlaársbyrjan eftir summarfrítíðina
2020. Ítróttarhøllin, ið er bygd við síðuna
av, verður eisini liðug samstundis
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Ætlanin var, at skúlin skuldi
vera liðugur 1. januar 2020.
Men vegna keðiligt veður og
ymiskt eykaarbeiði, er tíðar
freistin seinkað í fýra mánaðir
til 1. mai 2020. Skúlin verður
tikin í nýtslu eftir summarfrí
tíðina í 2020, sigur Heðin Zach
ariasen, borgarstjóri í Sunda
kommunu.
Skúlin kostar 100 milliónir
krónur. Samlaða tilboðið upp á
gerð av skúlanum, sum komm
unan tók av, ljóðaði upp á 88
milliónir krónur. Harafturat
verður roknað við sjey millión
um krónum til innbúgv og
umleið fimm prosentum til
óvæntaðar útreiðslur. Tað er
Brim
arkitektar,
ið
hava
teknað.
– Eg vænti, at endaligi prís
urin fer at vera har á leið, sigur
borgarstjórin.
Rúmar øllum næmingunum
í kommununi
Talan er um ein stóran skúla,
sum umframt vanlig flokshøli
og
felagshøli,
eisini
hevur
svimjihøll og fimleikarahøll,
umframt ítróttarhøll knýtta
at. Harumframt verður eisini
eitt bókasavn fyri skúlan og
fyri kommununa, køkur, mat
stað
og
annað.
Góðar
umstøður vera eisini fyri tón
leiki, og musikkskúlin fer eis
ini at nýta hølini í skúlanum.
– Skúlin fer at hava góðar
umstøður og fer at hava møgu
leika at rúma øllum næming
unum í kommununi, sigur
Heðin Zachariasen.
Allar bygdirnar í kommun
uni senda sínar næmingar til
skúlan við Streymin. Innskúl
ingin verður tó framvegis í
Hósvík og Hvalvík. Samstarv
er eisini við Eiðis kommunu
um eldru næmingarnar.
Tað var undanfarna býráð,
sum samtykti at fara í gongd
við at gera skúlan. Farið varð í
gongd at byggja á sumri í 2017.
Jan Eldevig, formaður í Hvalvík Streymnesar Róðrarfelag
Skúlin við Streymin og ítróttarhøllin við síðuna av