mikudagur 5. juni 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
Sundalagsstevnan
Margáir verður liðugt í ár
Ítróttarhúsið og umstøðurnar kring
vøllin við Margáir í Streymnesi verður
gjørt liðugt í ár og verður klárt at taka
í nýtslu til kappingarárið næsta ár
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Umstøðurnar vera munandi
betri við Margáir. Talan er
bæði um nýggj áskoðarapláss,
ljósmastrar, at fáa tak út yvir
áskoðaraplássini, at víðka um
ítróttarhúsið, at fáa fittness
entur og annað.
Fitnessentur til borgarar
Í nýggja partinum av húsinum,
sum verður bygt í framhaldi
av verandi ítróttarhúsi, verður
eitt nú fitnessentur á 250 fer
metrar, og her verða eisini
nýggjar brúsur og vesi knýtt
at
venjingarhølunum.
Tað
verður eisini møguligt hjá øll
um borgarum í kommununi at
gera brúk av fitnessentrinum,
sigur
Heðin
Zachariassen,
borgarstjóri í Sunda komm
unu.
Tá ið alt arbeiðið verður
liðugt, vera ætlandi 800 siti
pláss tilsamans – øll undir taki.
Nú
útbyggingar
verða
gjørdar við Margáir verða allir
fótbóltsdystirnir
hjá
besta
mansliðnum hjá EB/Streymi
leiktir á Eiði.
16,5 milliónir krónur
tilsamans
Tá ið arbeiðið við Margáir
verður liðugt seint í summar,
fer tað at kosta kommununi
umleið 16,5 milliónir krónur
tilsamans.
Sp/f Müller í Kvívík ger
stóran part av tí arbeiðinum,
ið er eftir at gera.
Fíggjarliga gongur væl
Sunda kommuna fekk níggju milliónir
krónur meira inn í skatti í fjør enn
væntað. Samstundis brúkti kommunan
1,5 milliónir krónur minni enn ætlað
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Stórar íløgur verða gjørdar í
Sunda kommunu. Skúli og
ítróttarhøll verða bygd og
umstøðurnar kring vøllin við
Margáir verða betraðar.
– Tá ið skúlin, ítróttarhøllin
og arbeiðið við Margáir er
liðugt, hava vit eitt lán uppá 70
milliónir krónur. Tað svarar til
0,8 prosent av álíkningini. Vit
hava gjørt avtalu um at rinda
alt lánið aftur yvir sjey ár.
Hóast vit skulu rinda nógv í
lánum komandi árini, so fara
vit at hava umleið seks milli
ónir krónur til aðrar íløgur
hvørt ár, sigur Heðin Zachari
asen, borgarstjóri.
Fólkatalið í Sunda komm
unu fór uppum 1.800 fólk um
ársskiftið.
Býráðið vitjaði á Bornholm
Herfyri var býráðið í Sunda kommunu á kunningarferð
á Bornholm í Danmark. Endamálið við túrinum var at
kanna, hvussu ferðavinnan verður skipað har
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Við á ferðini vóru býráðslimir,
fólk úr umsitingini umframt
umboð fyri menningardeildina
hjá Visit Faroe Islands.
Vitjað varð á Bornholms
kommunu og á fleiri siðsøgu
ligum støðum.
– Tað var ein sera gevandi
túrur, sum hevur givið býráðn
um íblástur til at halda á fram
við arbeiðinum at menna eina
burðardygga
ferðavinnu
í
Sunda kommunu, sigur Heðin
Zachariasen, borgarstjóri.
Viðvíkjandi støðuni í smáu
bygdunum í Sunda kommuna
hevur kommunan havt nakrar
avbjóðingar, serliga í Saksun.
– Vit fara nú at hava fund
við borgarar í Saksun og hoyra
teirra sjónarmið og hugskot.
Vit skulu ikki sjálvir fara inn í
ferðavinnuna,
men
heldur
hava meira tann samskipandi
parturin, sigur Heðin Zachari
asen.
Býráðið í Sunda kommunu vitjaði á Bornholm
Heðin Zachariasen, borgarstjóri.
Ítróttarøkið við Margáir