Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Fyri spaniólan, Pedro Tarancon Anton, sum seinastu trý árini hevur verið búsitandi í Føroyum, er landsdysturin millum Føroyar og Spania fríggjakvøldið, heilt serligur André Olsen Spanski fótbóltsspælarin, Pedro Tarancon Anton, gjørdist fyri trimum árum síðani søguligur í føroyskum fótbólti, tá Pedro Tarancon Anton var fyrsti spanski spælarin, sum nakrantíð hevði leikt í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Síðani tá hevur fryntligi spaniólin av álvara funnið seg til rættis í føroyska sam­fela­ gnum. Í dag arbeiðir Pedro Tarancon Anton sum timbur­ maður fyri byggi­fyritøkuna Búsetur úr Havn, og spælir fótbólt fyri B68 av Toftum. Eisini hevur Pedro Tarancon Anton funnið sær unnustu av Toftum – Juliu Clementsen, sum hann fyri hálvum øðrum ári síðani fekk barn saman við. Kennir seg meira sum ein føroying enn ein spanióla Tí er landsdysturin mill­um Føroyar og Spania fríggja­ kvøldið heilt serligur fyri Pedro Tarancon Anton. Pedro, sum hann í Føroyum verður kallaður, sigur, at hann til dystin fríggjakvøldið, kennir seg meira sum ein føroying, enn sum ein spanióla. Dysturin verður sjálvandi nakað serligt. Tað verður ein serligur dagur fyri meg. Eg trívist ómetaliga væl í Føroyum, og fyri at vera heilt er­ligur, kenni eg meg meira sum ein føroying, sum fer til dystin fríggjakvøldið, heldur enn ein spanióla. Serliga síðani, at eg havi fingið barn saman við einari føroyskari kvinnu, sigur Pedro Tarancon Anton. Hevur spælt móti Sergio Ramos 33 ára gamli Pedro Tarancon Anton sigur, at hann persónliga ikki kennir nakran av teimum sponsku leikarunum, men at hann sum yngri spældi ímóti spanska liðskiparanum, Sergio Ramos, tvær ferðir. Eg kenni ongan leikara per­ sónliga, men eg havi felags vinir við onkrar av teimum sponsku leikarunum. Tó havi eg spælt móti Sergio Ra­mos tvær ferðir sum yngri. Eina­ ferð tá dystur var millum tvær provinsur í Spania, har eg um­boðaði Valencia, og Sergio Ramos umboðaði Andalucia. Eg minnist at vit taptu tann dystin 2-0, og at Sergio Ramos skoraði annað málið uppá hornaspark. Og so spældi eg eisini móti Sergio Ramos í U18 deildini í Spania, tá hann spældi fyri U18 lið­ið hjá Sevilla, og eg spældi fyri U18 liðið hjá Levante, sigur Pedro Tarancon Anton. Ætlar sær at hitta sponsku leikararnar Sjálvt um Pedro Tarancon An­ton ongan av teimum sponsku spælarunum kennir per­són­liga, ætlar Pedro at fara til Havnar ein av kom­ andi døgunum, at heilsa uppá leikararnar í spanska ferða­ lagnum. Sum sagt, kenni eg ongan av leikarunum persónliga, men eg havi felags vinir við onkrar av teimum. Tí ætli eg at vita, um eg ikki kann skipa fyri at hitta sponsku spælararnar á hotellinum, og vónandi fáa eina hugnaliga løtu saman við Føroyar-Spania: EIN HEILT SER­ LIGUR DYSTUR FYRI PEDRO