Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-05, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2019síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64 FÓTBÓLTUR André Olsen Fyri 8-10 árum síðani, var Spania einaráðandi í lands­ liðsfótbólti í heiminum, tá Spania vann alt sum vinnast kann fyri landslið. Í 2008 vann Spania EM í Eysturríki og Sveis. Í 2010 vann Spania HM í Suður Afrika, og í 2012 skrivaði Spania evropeiska fót­bólts­ søgu, tá teir sum tað fyrsta landið nakrantíð megnaði at endurvinna EM heitið, sum var spælt í Póllandi og Ukreina. Soltin úrslit seinnu árini Men síðani stórheitstíðina, hava úrslitini hjá Spania seinnu árini verið heldur soltin. Í 2014 varð Spania út­sligið úr bólkaspælinum til HM-endaspælið í Brasil. Til EM í Fraklandi í 2016 varð Spania útsligið í áttandapartsfinaluni, og til HM í Russlandi í 2018, kom Spania heldur ikki longur enn til áttandapartsfinaluna. Í spanska hópinum fríggja­kvøldið, eru fimm leikarar við, sum vóru við hjá Spania í stórheitstíðini, tá landið var einaráðandi í landsliðsfótbólti. Teir eru lið­skiparin, Sergio Ramos, Santi Cazorla, Sergio Bus­ quets, Jesus Navas og Jordi Alba. Eru leitandi eftir røttu samansetingini Annars er talan um eitt lutfalsliga nýsamansett lið við fáum royndum lands­liðs­ leikarum. Gamaní eru fleiri av leikarunum komnir upp í aldurin reint fótbóltsliga, men tá hugt verður eftir hvussu nógvar landsdystir teir sponsku leikararnir hava spælt, eru tað nærum bert teir gomlu profilarnir frá stórheitstíðini, ið eru skrá­settir fyri nógvar landsdystir. Tí er tað eyðsæð, tá hugt verður eftir spanska hópinum, at spaniól­ar seinastu árini hava verið leitandi eftir røttu saman­ setingini. Asensio er nýggi profilurin Á liðnum á Tórsvølli fríggja­ kvøldið, eru størstu stjørn­ ur­nar Manchester United mál­v­erjin, David de Gea, Real Madrid verjuleikarin, Sergio Ramos, og Barcelona miðvallarin, Sergio Bus­ quets. Afturat teimum, verður stórt álit eisini lagt á unga Real Madrid pro­fil­ in, Sergio Asensio, ið berur ábyrgdarfulla 10 talið hjá spaniólum. Hóast Sergio Asensio reint persónligt ikki hevur havt sítt besta kappingarár fyri Real Madrid í ár, er Sergio Asensio ein týdningarmikil brikk­ur í framrættaða spæli­num hjá spaniólum, og ein leikari sum føroysku leikar­a­rnir skulu hava eyka stórt uppmerksemi á fríggjakvøldið á Tórsvølli. Spanski hópurin sær annars soleiðis út: Málverjar: 1. David de Gea (Manchester United), 13 Kepa Arrizabalaga (Chelsea), Pau Lopez (Real Betis) Verjuleikarar: 2. Dani Carvajal (Real Madrid), 3. José Gaya (Valencia), 4. Inigo Martinez (Athletic Bilbao), 6. Diego Llorente (Real Sociedad), 11. Jesus Navas (Sevilla), 12. Mario Hermoso (Espanyol), 15. Sergio Ramos (Real Madrid), 18. Jordi Alba (Barcelona) Miðvallarar: 5. Sergio Busquets (Barcelona), 8. Fabian Ruiz (Napoli), 16. Rodri (Atletico Madrid), 19. Santi Cazorla (Villareal), 20. Sergi Roberto (Barcelona), 21. Daniel Parejo (Valencia), 22. Isco (Real Madrid) Áleyparar: 7. Alvaro Morata (Atletico Madrid), 9. Rodrigo (Valencia), 10 Marco Asensio (Real Madrid), 14. Mikel Oyarzabal (Real Sociedad), 17. Iago Aspas (Celta Vigo) andre@sosialurin.fo mínum landsmonnum, sigur Pedro. Sponsku leikararnir eru væl fyri Tá spurt verður um tað ítróttar­ liga, sigur Pedro Tarancon Anton, at spanska liðið í løtuni er ógvuliga væl fyri. Flestu leikararnir hava víst góðan form undan landsdystinum móti Føroyum – tó kanska við undan­takið liðskiparin, Sergio Ramos, ið hevur verið darvaður av skaða. Spanska liðið er væl fyri. Allir hava verið í gongd líka til síðst í mai, tá kappingarnar hjá spælarunum endaðu, og allir eru topp professionellir sum ítróttarmenn. Tann einasti, ið ikki hevur havt eina optimala upptakt til dystin móti Føroyum, er Sergio Ramos, ið hevur verið darvaður av skaða. Men allíkavæl vita øll, hvat hann stendur fyri, sigur Pedro Tarancon Anton. Skulu taka serlig atlit til Valencia leikarar Fyri flestu fótbóltsáhugaðu før­oyingar, eru tað kendu sponsku leikararnir úr Real Madrid og Barcelona, ið fella í eyguni, umframt teir, ið spæla í Onglandi. Men sambært Pedro Tarancon Anton, eru tað tveir aðrir leikarar, sum føroysku leikararnir serliga skulu hava eyguni eftir. Tað eru tveir leikarar, sum spæla fyri felagið í Spania, sum Pedro Tarancon Anton persónliga heldur við. Um eg skal geva ráð til føroyska hópin, skulu teir vera ser­liga ansnir eftir tveimum spælar­um, sum spæla fyri mítt felag í Spania, Valencia. Tað eru Daniel Parejo og Rodrigo. Teir báðir hava havt eitt frálíkt kappingarár í Spania, og spældu ein stóran leiklut í sigrinum hjá Spania móti Noregi í mars mánað. Av teimum er Daniel Parejo ein frálíkur spælskipari og ein motorur á miðvøllinum, meðan Rodrigo er ein meira vandamikil álopssinnaður spælari. Og so koma Santi Cazorla og Iago Aspas eisini til Føroyar, ið hava verið í stórformi í sponskum fótbólti seinastu tíðina, sigur Pedro Tarancon Anton. Stórt hjarta fyri báðum londunum – men heilin sigur Spania Pedro Tarancon Anton sigur at enda, at hann hevur tað trupult við at tippa dystin, tá hann hevur so stórt hjarta fyri báðum londunum. Men tó er heilin hjá honum ikki í iva um, hvør fer at vinna dystin. Eg havi tað trupult við at tippa hendan dystin, tí eg havi so stórt hjarta fyri báðum londunum. Men heilin hjá mær sigur, at Spania fer at vinna dystin, so mítt git er, at dysturin fer at enda 3-1 til Spania, sigur Pedro Tarancon Anton. andre@sosialurin.fo Í spanska hópinum fríggjakvøldið, eru tað fimm leikarar, sum ávikavist hava vunnið EM ella HM fyri Spania Fimm eru eftir frá stórheitstíðini hjá Spania