mikudagur 5. juni 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Fyri aðru ferð í søguni skal
føroyska
landsliðið
takast
við
sponsku
heimsstjørn
urnar. Fyrru ferð var í undan
kappingini til HM 1998, tá
føroyska liðið skoraði trý av
teimum seks málunum, sum
Spania fekk ímóti. Tvey av
teimum koma á Svangaskarði
mikudagurin 4. september í
1996.
Føroyar hava havt vitjan
av londum sum Rumenia,
Belgia og Wales, men sponsku
heimsstjørnurnar eru eitt stig
longur upp.
Millum
spælararnir
eru
stjørnur hjá FC Barcelona
sum Josep Guardiola og Luis
Enrique, sum báðir seinni hava
verið venjarar í katalanska
stórfelagnum.
Hartil
er
Luis
Enrique
spanskur
landsliðsvenjari í dag, men
tað er sera ivasamt um hann
verður við á ferðini.
Eisini er nú fyrrverandi
spanski
landsliðsvenjarin,
Fernando Hierro, sum í fleiri
ár var liðskipari hjá Spania og
Real Madrid, við í dystinum
móti Føroyum.
Venja í Gundadali
Spanska
landsliðið
venur
undan dystinum á niðaravølli
í
Gundadali.
Sponsku
spælararnir
eru
vinarligir
og hava yvirskot. Teir skriva
fegnir
autografar
og
taka
myndir saman við børnunum,
sum eru komin til venjingina.
-Eg visti ikki, at vit vóru so
kendir her, men tað er stuttligt
at hoyra børini rópa nøvnin hjá
okkum til venjing í gjár, sigur
Luis Enrique undan dystinum
við Sosialin.
Venjarin hjá Spania, Javier
Clemente,
er
illbrýtur,
tá
spanska
landsliðið
hevur
tíðindafund. Sosialurin skrivar,
at tað eru um 40 tíðindafólk
úr Spania til dystin. Tey seta
kontantar spurningar, men
fáa eisini kontant svar frá
venjarnum, sum ikkki veit so
nógv um Føroyar.
-Vit viðra tykkum, men vit
vinna, sigur Javier Clemente.
Todi er við
Stóra søgan í føroysku legðuni
er, at Todi Jónsson er aftur á
landsliðnum. Tað er ósemja
um treytirnar fyri áleyparan
úr Lyngby. Tí er Todi ikki við,
tá Føroyar í evstu løtu tapa 2-1
móti Slovakia.
Nú er avtala gjørd, so at
klaksvíkingar kann spæla við.
Tað skal vísa seg at verða ein
góð avgerð.
-Sleppi eg at byrja inni, so
havi eg eitt ynski um at gera
alt tað eg eri mentur fyri
landsliðið, sigur Todi Jónsson
undan dystinum við Sosialin.
Luis Enrique skorar
Tað er eitt framrættað føroyskt
lið, sum bjóðar Spania upp til
dans frammanfyri áleið 4.200
áskoðarum. Todi Jónsson, Jan
Allan Müller og John Petersen
byrja allir inni. Tað er eisini
líka við, at Føroyar koma á
odda tíðliga í fyrra hálvleiki,
tá Jan Allan Müller fær bóltin
í málið, men tiverri er talan um
rangstøðu. Stutt fyri hálvleik
leggur Luis Enrique Spania
á odda, eftir gott uppspæl í
høgru.
Todi javnar
Seinni
hálvleikur
er
bara
fáar minuttir gamal, tá John
Petersen sendir Toda Jónsson
avstað. Komin í brotsteigin
smekkar hann til við høgra
beini og skorar. Í eitt korter ella
so stendur á jøvnum millum
Føroyar og Spania.
-Eg
havi
onkuntíð
sæð
málið umaftur. Tað sum eg
leggi mest merki til er hvussu
fólkini uttanfyri reagera. Bæði
spælararnir og áskoðaranir
blíva garvill, tí vit javna móti
Spania í seinna hálvleiki, segði
Todi Jónsson á FM1 fyrr í ár.
Hann mintist eisini aftur á
persónligu støðuna.
-Tað var eisini eitt slag av
persónligum sigri fyri meg,
tí eg hevði verið í kríggj
við
Fótbóltssambandið
og
hevði givið avboð til dystin
frammanundan.
Tað
var
stuttligt at skora móti Spania.
Tað er kanska meiri held enn
fornuft, at eg skori við høgra
beini, sigur Todi Jónsson við
einum brosi.
Spania setur trumf á
Javier Clemente, sum longur
hevur
gjørt
eina
skifting
í
hálvleikinum,
sendir
nú
Peréz Munoz Alfonso á vøllin.
Áleyparin úr Real Betis er
eirindaleysur og skorar tríggjar
ferðir. Hartil er Óli Johannesen
óheppin og ger sjálvmál, meðan
Fernando Hierro eisini fær eitt
mál.
Føroyska liðið fær minka um
munin, tá eitt væl spælt álop
endar við, at innskifti Símun
Eliasen spælir Una Arge leysan.
Áleyparin skorar og fegnast
saman við áskoðarunum.
-Høvdu
vit
verið
betri
skipaðir og duga betri at vart,
so høvdu vit fingið eitt betri
úrslit, sigur Todi Jónsson,
meðan Jens Kristian Hansen
minnist vónbrotið av at Spaina
skorar fleiri mál í seinastu
minuttunum.
-Eg minnist at vit vóru ikki
nøgdir, tí vit lata fleiri mál inn
í seinastuni. Tað er eitt sindur
keðiligt at tapa
6-2,
eftir
at
hava
javnað
til 1-1 og hildið
teimum
til
meir enn ein
tími er spældur,
sigur Jens Krist
ian Hansen, sum
skorar
málið
í
returdystinum í Gi
jón árið eftir. Tá tapa
Føroyar 3-1.
Spania vinnur bólkin við 26
stigum av 30 møguligum. Teir
lata bara seks mál inn í tíggju
dystum, men vit kunnu erpa
okkum av, at vit skoraðu trý
av teimum.
Spania aftur í Føroyum
Nú er Spaina aftur í Føroyum.
Hesa ferð er talan um EM-
undankapping, men nøkur ting
ganga aftur. Landsliðsvenjari
hjá Spania er Luis Enrique, sum
skoraði eitt mál á Svangaskarði
og tvey í Gijón.
Tíverri hevur Luis Enrique
ikki
verið
við
spanska
landsliðnum seinastu tíðina
av
persónligum
orsøkum.
Tí er líkt til, at hann ikki
verður at síggja á Tórsvølli.
Fernando Hierro tók við sum
spanskur landsliðsvenjari til
HM 2018 endaspælið, men er
ikki longur partur av spanska
landsliðnum.
FÓTBÓLTUR
Fótbóltur
Dysturin hesa vikuna...
Mikudagurin 4. september í 1996 er ein teimum meiri minniligu
í føroyskari landsliðssøgu. Sponsku heimsstjørnurnar eru
á vitjan á Toftum. Vit fara nú ein túr aftur í tíðina til eina
málveitslu á Svangaskarði, nú Spania aftur er á vitjan í Føroyum
22 ÁR SÍÐANI
MÁLVEITSLUNA
MÓTI SPANIA