mikudagur 5. juni 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Vit skulu heilt aftur til 90 ini
fyri at finna landsdystir móti
Spania og Norra, men hetta er
fyrstu ferð, at vit møta Norra í
EM ella HM kapping.
Seinast Spania var í Føroyar
var í 1996. Tá vunnu teir 6-2 á
Svangaskarði. Todi Jónsson
og Uni Arge skoraðu føroysku
málini, meðan Jens Kristian
Hansen skoraði málið í 3-1
ósigrinum í Gijón árið eftir.
-Spania er í heimsflokki, tá
tað snýr seg um bóltførleika og
at spæla bólt. Teir hava bóltin
meginpartin av tíðini, men
higartil hava teir bara skorað
tvey mál í hvøjrum dysti. Tað
kundi givið ábendingar um, at
teir ikki eru so raskir at skjóta
mál í løtuni. Lat okkum vóna, at
tað eisini verður so á Tórsvølli,
sigur Lars Olsen.
Vit hava havt tríggjar spani
ólar í føroyskum fótbólti. Í 2016
blivu Carlos Quintana Herrero
og Pedro Tarancon Anton
fyrstu sponsku spælararnir
í føroyskum fótbólti, sum
vit vita um. Pedro Tarancon
Anton, sum samrøða eisini er
við aðrastaðni í blaðnum, býr
enn í Føroyum og spælir við
B68. Í fjør fekk Víkingur eisini
spanska
miðverjan
Dennis
Nieblas Moreno, men hann
spældi bara í eitt hálvt ár.
Ongin føroyskur spælari
hevur gjørt um seg í sponskum
fótbólti. Tá er sambandið sterk
ari við Norra, sum vit møta
mánakvøldið.
Gilli drillar norðmenn
Gilli
Rólantsson
Sørensen
spælir til dagligt við norska
felagnum Brann Bergen. Hann
verður
javnan
argaður
av
norsku liðfeløgunum, tá tað
kemur til landsliðsfótbólt. Tað
var tí í skemti, at tvøramaðurin
skrivaði orðini “Vi kommer til
å knuse dere, Noreg” á sosiala
miðlinum Twitter.
- Eg spæli jú í Norra, so tað
var bara fyri at arbeiða upp á
teir. Eg fór akkurát í ein flúg
vara, og tá eg opnaði Twitter
aftur var ein ørgrynna av boð
um. Eg havi ikki sæð nakað
líknandi fyrr, sigur Gilli við
eyðkendu suðuroyardialekt
ini.
Hann hevði ikki meir enn
tendrað telefonina, tá hon fór
at ringja.
- Eg bleiv uppringdur av
fleiri miðlum. Eg svaraði tveim
um av teimum, og tað fór kring
alt landið. Fleiri fólk hava
eisini skrivað til mín í øðini. Eg
haldi ikki tey skiltu, at eg bara
skrivaði tað í skemti, sigur Gilli
Rólantsson.
Hann sigur at liðfelagirnir
nú bara ganga og arga hann.
- Teir skemta við hvussu
nógv Norra fer at vinna, men
tað motiverar meg bara. Eg
angri hatta ikki, men tað var
í skemti og tað mugu fólk
tola, sigur føroyski landsliðs
spælarin í norskum fótbólti.
Hetta verður fyrsti dysturin
í altjóða kapping móti Norra.
Sterkt samband til Norra
Sambandið millum føroyskan
og norskan fótbólt hevur verið
umskiftiligt. Fyrst í 90 unum
spældi føroyska landsliðið tveir
almennar venjingardystir moti
Noreg, har vit í 1992 taptu 2-0
í Oslo, og síðani taptu vit heili
7-0 á Toftum í 1993.
Undan hesum spældi før
oyska landsliðið ein óalmennan
venjingardyst í 1991, har vit
taptu 3-1. Kurt Mørkøre skoraði
føroyska málið.
Hann er ein av fleiri før
oyskum spælarum, sum hava
spælt í norskum fótbólti. Av
øðrum kunnu nevnast Jóannes
Jakobsen,
Kári
Reynheim,
Julian Johnsson, Todi Jónsson,
Hans Fróði Hansen, Atli Daniel
sen, Símun Samuelsen og Rógvi
Jacobsen.
Vit hava eisini spælt móti
norskari mótstøðu í Evropa.
Her hevur Tromsø eina serliga
søgu. Í 1995 tapti HB heili
10-0 í Tromsø í Intertoto Cup.
Føroyskur fótbóltur fekk sína
“hevn” í 2014, tá Víkingur sló
Tromsø úr Europa League
kappingini við samantaldum
2-1 sigri. Hartil megnaði Vík
ingur at spælt 0-0 á útivølli
móti Rosenborg árið eftir. Tá
hevði norska stórfelagið eina
2-0 leiðslu frá fyrra dystinum.
Afturi í 2009 spældi NSÍ eisini
móti Rosenborg, men tapti
greitt samanlagt.
Í løtuni eru fimm føroyingar
í norskum fótbólti. Gilli Sør
ensen er í Brann Bergen og
Meinhard E. Olsen er í Kristian
sund. Í næstbestu deildini eru
Ári Mohr Jónsson í Sandnes
Ulf og Odmar Færø í HamKam,
meðan Rógvi Baldvinsson er í
Bryne í triðbestu deildini.
Eitt skifti fyri kortum vóru
vit frammanfyri Norra á FIFA-
styrkilistanum, men gestirnir
hava eisini fingið sær ein Lars.
Lars Lagerbäck!
-Tú sær framgongdina, sum
Norra hevur. Lars Lagerbäck
hevur lagt teimum lag á og
nú er Norra eitt væl betri
lið. Teir hava betri spælara á
øllum plássum, men eg vóni at
vit kunnu arga teir. Í mun til
Spania, so passar spælistílurin
okkum nógv betri, sigur Lars
Olsen.
Andrias og Jákup eru nýggir
Tveir mans hava fingið lands
liðsboð á fyrsta sinni. Teir eru
Andrias H. Eriksen úr B36 og
Jákup B. Andreasen úr KÍ. Um
Andrias H. Eriksen sigur Lars
Olsen:
-Teir dystirnar eg havi sæð,
hevur hann spælt væl. Hann
spælir sum miðverji, men eg
havi hann eisini í tonkunum
sum høgri bakkur, sigur Lars
Olsen
Eisini
liðskiparin
hjá
KÍ, Jákup B. Andreasen, er
nýggjur í hópinum. Hann er
bara 20 ára gamal og hevur
tí framvegis aldur at spæla á
U21-landsliðnum, sum hósdag
in 6. juni spælir móti Kasak
stan á Svangaskarði. Eftir
U21-landsliðsdystin
kemur
klaksvíkingurin í A-landsliðs
hópin.
- Tað er týdningarmikið, at
hann fær royndir í altjóða fót
bólti í U21-landsdystunum. Tí
vil eg gjarna, at hann spælir við
U21-landsliðnum. Jákup hevur
staðið seg væl á verjukenda
miðvøllinum hjá KÍ, og tað er
júst har vit leita eftir einum
FÓTBÓLTUR
Lars Olsen skal til at blanda kortini av
nýggjum, tá spaniólar og norðmenn
koma til Føroya. Fríggjakvøldið spæla
vit móti Spania og mánakvøldið er
mótstøðan grannarnir úr Norra
Upptakt:
NÚ KOMA
SPANIÓLAR
AFTUR TIL
FØROYA