Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-05, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64 spælara. Tí er hetta ein góður møguleiki at hyggja nærri at honum, sigur Lars Olsen. Broytingar verða á liðnum Gunnar Nielsen, Jóan Símun Edmundsson og Jákup Ludvig Thomsen hava givið avboð, meðan Sonni Ragnar Nattestad ikki hevur spælt og vant í seinastuni. - E g bleiv skjótt greiðir yvir, at Gunnar Nielsen ikki fór at blíva klárur, tá hann breyt hondina. Teitur M. Gestsson hevur verið við øll átta árini hjá mær. Eg kann ikki siga nú hvør byrjar, men tað er e i t t boð, sigur Lars Olsen, sum eisini verður uttan ein toftamann í álopinum. -Jóan Símun Edmundsson er byrjaður at spæla aftur, men hann hevur pínu bæði áðrenn og aftaná hann hevur spælt. Vit hava í samráð valt at hann ikki verður úttikin hesa ferð, so hann kann blíva klárur aftur. Hvørki eg ella hann ynskja at koma í somu støðu sum á Malta, tá hann mátti geva avboð í minuttunum undan dystarbyrjan, sigur Lars Olsen. Sonni Ragnar Nattestad er heldur ikki við hesa ferð, men landsliðsvenjarin vónar at síggja hann á landsliðnum skjótt. -Sonni Ragnar hevur havt eitt misjavnt hálvár í Fredericia, har hann hevur havt fleiri snuddir. Av tí sama hevur hann ikki fingið nokk av spæltíð. Vónandi kann hann nú byrja at venja javnan, tí so er hann avgjørt ein spælari, sum landsliðið kann brúka, sigur landsliðsvenjarin. At enda sigur Lars Olsen, at hann vónar at teir spælararnir, ið fáa møguleikan taka av. -Tað verða broytingar á liðnum. Eg vóni at teir, sum fáa møguleikan, taka av, sigur Lars Olsen. Vit gita: Hesir byrja inni Føroyska liðið er komið væl áleiðis við sínum fyri­reikingum undan EM-lands­kapp­ ingardystinum móti Spania fríggjakvøldið. Fleiri broytingar verða á føroyska liðnum, tí Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Jóan Símun Edmundsson og Jákup L. Thomsen eru ikki við. Tað tykist rímiliga greitt, at Teitur M. Gestsson verður málverji. Hann hevur verið eykamálverji øll átta árini hjá Lars Olsen. Landsliðsvenjarin hevur eisini váttað, at málverjin hjá HB er eitt gott boð, men vil ikki endaliga staðfesta tað. -Tað er eitt gott boð at Teitur M. Gestsson byrjar. Hann hevur verið við øll átta árini eg havi verið landsliðsvenjari. Sum eg havi sagt so oftani fyrr, so skulu spælararnir vita tað fyrst, tí kann eg ikki siga hvør byrjar, sigur Lars Olsen Lars Olsen sigur til venjingina í dag, at tað mest sannlíkt verður við fýra í verjuni. Venjingin hevur givið ábendingar um, at teir fýra verða Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Ivamál á miðjuni Á miðjuni eru onkur ivamál. René Shaki Joensen merkir til í einum vødda í búkinum, meðan Rógvi Baldvinsson hevur fingið eitt slag. Báðir venja við og seinastu boðini eru, at René Shaki Joensen er klárur til dystin Lars Olsen ætlar at spæla við Brandi Hendrikssyni og Heina Vatnsdal mitt á miðjuni, meðan Hallur Hansson verður framrættaður miðvallari. Á høgra vongi verður helst Sølvi Vatnhamar, meðan størsta ivamálið er hvør skal spæla á hinum vonginum. Lars Olsen sigur eitt sindur mill­ um limjurnar, at René Shaki Joensen møguliga verður spardur til dystin móti Norra. Hann er eisini eitt gult kort frá at fáa leikbann. Um tað ikki verður René Shaki Joensen, so eru boðini fleiri. Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard E. Olsen, Árni Frederiksberg og Jóannes Bjarta­líð. Her er Jóannes Bjarta­líð minst sannlíkur, tí hann er úttikin sum áleypari. Sein­asta venjingin gevur ábend­ingar um, at tað verður Árni Frederiksberg. Í álopinum er Klæmint A. Olsen eitt gott boð. Patrik Johannesen er úttikin fyri Jákup L. Thomsen, meðan Jóan­nes Bjartalíð ikki er ein bein­leiðis áleypari. Lars Olsen sigur í samrøðu við FM1, at hann ikki kann siga við vissu hvør byrjar, men at Klæmint A. Olsen er eitt gott boð at gita. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggja­ kvøldið klokkan 19.45 á Tórs­ vølli. Sportboxin, har Fót­ bólts­panelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18. FÓTBÓLTUR Føroyski hópurin: Teitur Matras Gestsson, HB Karstin Hansen, Skála Kristian Joensen, KÍ Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR) Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN) Magnus Egilsson, HB Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR) Andrias Høgnason Eriksen, B36 Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN) Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL) Hallur Hansson, AC Horsens (DAN) Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL) Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR) Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL) Árni Frederiksberg, B36 Sølvi Vatnhamar, Víkingur Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR) Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Patrik Johannesen, KÍ Jóannes Bjartalíð, KÍ TEITUR M. GESTSSON VILJORMUR DAVIDSEN ATLI GREGERSEN HEINI VATNSDAL ODMAR FÆRØ BRANDUR HENDRIKSSON HALLUR HANSSON KLÆMINT A. OLSEN SØLVI VATNHAMAR ÁRNI FREDERIKSBERG GILLI RÓLANTSSON