Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Trý listafólk fáa listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við síni list - Carl Johan Jensen, Jens L. Thomsen og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard Í dag verður seinasta skotið latið av í Eysturoyar­tunnilinum, og tá verður gangandi undir Tangafjørð Tað er ringt at fáa føroysk sjófólk, og tískil eru tað alsamt fleiri útlendingar, sum manna føroysk skip, staðfestir Arbeiðs­ gevarafelagið Enn er óvist, hvør eigur skyldina fyri dálkingina av teimum nógvu túsund plastringunum, sum eru skolaðir upp á land Fleiri eru ill um, at føroyskir miðlar leggja myndir út av grindadrápi. Miðlahúsið heldur fast við, at so leingi vit drepa grind, hava vit einki at goyma Fólkatingsval MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Valluttøkan til fólkatingsvalið var høgt í ár - 70,3 prosent 70,3 fólkatingsval h3 val 1(3) til fólkatingið (í Danmørk) Fólkatingsval var mikudagin 5. juni. Edmund Joensen og Sjúrður Skaale gjørdust toppskorarar og fáa harvið fólkatingssessirnar. Í blaðnum hesaferð ber til at lesa nógv meira um valið - bæði tað danska og tað føroyska FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Plast er sum ríkisfelagsskapurin, tað tekur nógv ár at niðurbróta Gul til stívt andøvsgul úr norði, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og minkar til lot til andøvsgul, 2 til 5 m/s. Fyrst yvirskýggjað og regn, men seinni klárar í. Hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina millum 5 og 8 stig.   Andøvsgul upp í ein strúk, 6 til 10 m/s, av og á strúkur í vindi, 13 m/s. Yvirskýggjað og stundum regn. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina millum 3 og 6 stig Lot til andøvsgul, 2 til 6 m/s, út á dagin og kvøldið gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og stundum sól, um náttina yvirskýggjað og kanska regn. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 6 og 8 stig. 5-10 m/s 6-10 m/s Seinasta tíðin hevur verið rættuliga politisk. Fólkatingval hevur verið og undan tí hava veljarfundir verið og Kringvarpið hevur verið fult av politikki. Úrslitið fingu vit mikukvøldið, tá ið Sjúrður Skaale og Edmund Joensen vóru valdir á Fólkating, umboðandi Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. U n d a n va l i n u m v í s tu veljarakanningarnar ymisk úrslit, so tað var ringt at meta um hvussu teir fýra størru flokkarnir lógu í mun, hvør til annan. Tá ið avtornaði lógu tríggir av teimum: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin rættuliga javnir, meðan Tjóðveldi datt eitt sindur afturum. Sjálvandi hava nógv klókað seg uppá, hví úrslit bleiv, sum tað bleiv. Tað ætli eg ikki at gera her, men bert minna á, at talan var um eitt fólkatingsval, har sum 70 prosent valdu at atkvøða. Tá ið løgtingval verður 31.august er støðan ein heilt onnur. Fólk velja á ein annan hátt og dentu verður lagdur á onnur viðurskifti enn á einum fólkatingsvalið. Ája! Vit kunnu stutt hyggja at tveimum málum hjá Sjálvstýri og Tjóðveldi. Sjálvstýri vildi ikki møta á tingi, men vildi heldur lata stólin standa tóman. Tjóðveldi boðaði tíðliga frá, at hetta var seinata fólkatingsval áðrenn vit fáa loysingina. Tveir øðrvísi boðskapir, men teir góðu ikki úrslit. Heldur hinvegin. Fólkaflokkurin brúkti valstríðið til at siga, at teir ikki longur eru ein loysingarflokkur, men fóru eftir ítøkiligum úrslitum. Ein politikkur, sum líkist nógv útmeldingunum frá Javnaðarflokkinum. Fyri Fólkaflokkin eydnaðist umleggingin og flokkurin fekk stóra framgongd og fekk eisini fleir nýggj valevni fram. Kortini fingu teir ikki fólkatingssessin. Ája! Nú sita flokkarnir og eftirmeta, hvussu gekk. Var taktikkurin tann rætti – var strategiin røtt? Hvat er at gera til løgtingsvalið? Onki er at ivast í, at summir floksleiðarar sita og kláa sær í høvdinum, meðan aðrir helst halda, at tað er bert at gera meira av tí sama. Í løtuni gongur væl í Føroyum , men verður hugt eftir tølunum frá valinum í vikuni og samanborið við seinasta fólkatingsval og løgtingsval, so bendir ymiskt á, at Tjóðveldi av álvara má taka sær um reiggj, skulu teir framvegis teljast millum teir fýra stóru flokkarnar. Ája! Í dag fara vit at spæla fótbólt móti heimsfótbóltstjóðini Spania. Tað fer fram á Tórsvølli. Vónin er, at vit einaferð enn megna at gera vart við okkum og forða Spania at banka okkum av. Tíverri hava nakrir av føstu leikarunum givið avboð vegna skaðar, men ofta er tað so, at maður kemur í mans stað. Vit vóna, at vit klára okkum væl, hóast talan er um eina stórtjóð í fótbóltshøpi. Og Skansin! Aftur seta við álit á, at tit fara at lyfta stemningin, so bæði áskoðarar og leikarar fáa eina fest á Tórsvølli í kvøld. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Hetta er ikki fyrstu ferð, mann hevur funnið plastringar í Føroyum. Í 2003 fann lívfrøðingur plastringar í føroyskum nátamagum 2-6 m/s