hósdagur 6. juni 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
5
Útiguds
tænasta fyri
sjeyndu ferð
Aftur í ár skipa kirkjurnar og prestarnir
í Suðurstreymoy fyri útigudstænastu
í Gundadali annan hvítusunnudag
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv
fólk koma til útigudstænastuna. Okkurt
árið hava um 700 fólk verið, og okkurt
ár hava yvir túsund fólk verið, sigur
Derhard Jógvansson, ein av prestunum í
Suðurstreymoy.
Fólk aðrastaðni frá
Kirkjuráðini leggja upp til, at tað bara er
ein gudstænasta í Suðurstreymoy annan
hvítusunnudag, og at eingin gudstænasta
er í kirkjunum. Tað eru tó kirkjuráðini, ið
avgera hetta.
– Tað er eisini hugaligt, at fólk aðrastaðni
úr landinum koma til útigudstænastuna.
Eisini koma fleiri fólk úr øðrum samkomum
í Havn og eru við. Tað hevur óivað nakað við
tað at gera, at aðrar samkomur ikki hava
tiltøk um morgunin annan hvítusunnudag,
sigur Derhard Jógvansson.
Bubu verður við
Gudstænasta verður klokkan 11 í Gundadali.
GHM og Havnar Hornorkestur spæla til
sálmasangin.
Prestarnir luttaka á ymiskan hátt, og í
ár er tað Heri Joensen, prestur, ið prædikar.
Ymiskt verður eisini gjørt burturúr fyri
børnini, og í ár verður klovnurin Bubu eisini
við.
Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin í
Badmintonhøllina til ein drekkamunn, og
okkurt gott verður til børnini.
Útigudstænasta í Fuglafirði
Fuglafjarðar kirkja hevur eisini í fleiri ár
skipað fyri útigudstænastu, og soleiðis
verður aftur í ár. Gudstænastan verður
hildin í kirkjulundini, sum er við síðuna
av kirkjuni. Fuglafjarðar hornorkestur
spælir, og Anne Mette Greve Klemensen,
sóknarprestur, prædikar.
Í fjør var útigudstænasta eisini hildin á ovara vølli í Gundadali
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Eivinn Bringsberg, málari, Klaksvík. Eg velji Mið flokk in,
tí hann hugsar um tey veiku í sam felagn um, barna
familj una, einlig foreldur, gomul og sjúk!
Eisini vil miðflokkurin hava eitt væl virkandi heilsu verk!
Vinnan skal hava góðar karmar at arbeiða undir!
Ikki minst stuðli eg Miðflokkin, vegna greiðu støðuna til
tey kristnu virðini, eitt nú at ófødda barnið skal hava
rætt at liva, eins og hond verður tikin um tey, sum hava
hálp fyri neyðini hes um viðvíkjandi .
Og eisini at miðflokkurin stríðist fyri at familjan, sum er grundarlagið und ir sam
felagnum, ikki skal avskeplast, men verða tað, sum skaparin ætlaði frá byrjan.
Tú kanst líta á, at Miðflokkurin hevur eina greiða støðu til tey kristnu virð ini. Tað
dám ar mær væl.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Á týdningarmiklasta økinum rekur
samgongan ein miðaldarpolitik
Granska vit í farnum øldum, so finnast runt allan heim toftir eftir samfeløg, sum
hava verið, men ikki eru meira. Fleiri teirra vóru sera framkomin og kundu vísa á
glæsulig tíðarskeið, sum vit við virðing líta aftur á í dag.
Men so kom ymiskt á leiðina, framburðurin fánaði, rot kom í og eftir stuttari tíð
lógu fremstu samfeløg og ríki í skeljasorum.
Sum dømi kunnu vit nevna forna Athen, bíbilsku Sodoma og Gomorra og ikki at
gloyma Rómverjaríkið.
Hví hendi slíkt og kunnu vit læra nakað av hesum? Ja so sanniliga!
Eitt, sum gongur aftur og aftur í søguni um hesi ríki og veldi er, hvussu vælferð
førdi fólkið inn á skreivar leiðir. Tað, sum áður var mett heilagt, varð traðkað
undir fótum, kristnar leiðreglur vóru stigbendar og at enda lítisverdar, undirmettar,
van virdar og vrakaðar. Sjálvsókni og siðloysi tóku yvir, og frá tí løtu gekk bert
miðvíst móti upploysn og undirgangi.
Føroyar hava farnu árini verði vælsignaðar av Skaparanum, sum sjáldan áður.
Materielt ríkidømi floymir enn inn yvir okkum, men tíverri, saman við hesum eisini
ein hugburður, sum undirmetir og ynskir at broyta tað grundarstøði, sum sam
felag okkara hvílir á, og sum er beinleiðis orsøkin til framgongd okkara.
”Komið við, flytið tykkum, hjálp okkum at gera Føroyar tíðarhóskandi, vit liva í
2018” rakstrarróp sum hesi nýta tey, sum í dag ráða fyri borgum, at speireka øll
tey, ið elska Føroyar og sum framhaldandi ynskja eitt samfelag, ið eru tryggjað á
kristna, klettfasta støðið. Og meðan tey speireka, royna tey at broyta Føroyar, á:
•
hjúnabandsøkinum
•
kynsliga økinum
•
fosturtøkuøkinum
•
samleguøkinum
•
dagstovnaøkjunum
•
... og vit kundu hildið á.
Felags fyri allar hesar broytingar er, at tær, umframt at verða ein uppgerð við
trygga kristna grundarstøði, als ikki eru frameftirlítandi, men leita aftur í siðloysis
lærur, sum i forðum oyddu mætari lond og ríki, enn tey norðurlendsku.
Tey, sum í dag skipa Føroyar politiskt, halda seg verða frameftirlítandi, men eru
tvørt ur ímóti fangaði av m.ø. miðaldar hugsjónum og áttu at vakna.
Vandin er, at tey ikki gera tað. Tí er
kom andi Løgttingsval eitt virðisval
fram um øll onnur, eitt álvarsval, har før
oying urin má vakna og velja tryggleikan!
Vangamynd
SITAT
”Hjúnalagsliga glíðibreytin í ferð við at
ryggbróta bæði mál og kristnu mentan
okkara, at gera til veruleika tað, ið
Fríðrikur Petersen, próstur, yrkti: „O,
móðurmál, stórt er títt fall.”
(Svenning av Lofti).