Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 6 PÆTUR HJALMAR EVENSSON Í 10 ár hevur amerikanarin Matthew Workman ótroytti­liga tosað um Før­ oy­ar og føroysk viðurskifti í poddvarpi sínum Faroe Islands Pod­cast, sum er tøkt á netinum. Hann hevur umrøtt alskyns tiltøk, og havt samrøðu við heilt nógvar áhugaverdar føroyingar, sum hava gjørt seg galdandi í mentanarlívinum seinastu árini. Við hesum hevur Matthew Work­man um nakar skjalfest eitt stórt petti av føroysku sam­ tíðini frá 2009 til í dag - og tað serliga er, at alt hetta er skjalfest á enskum máli. Faroe Islands Podcast er tikið nið­ur í fleiri enn 120 londum. Sosialurin hevur havt sam­ band við høvuðspersónin sjálv­ an fyri at fregnast, hvussu hesi 10 árini hava verið, og í hesum sam­bandi fara vit fyrst at tríva í byrjanina til hetta serliga podd­ varpið. Kendi einki til Føroyar Tá Matthew Workman fór undir at gera eitt poddvarp um Før­ oyar, hevði hann ongantíð verið í Føroyum og hevði heldur einki sam­band til Føroyar yvirhøvur. Føroyaævintýrið hjá honum byrjaði spakuliga í 2007, tá hann byrjaði bloggin "Faroe Friday". Har skrivaði hann hvørja viku eina grein um alt tað, hann fann fram um Føroyar ta vikuna, hóast sera lítið tilfar var tøkt á ensk­um. Aftaná nakrar vikur hendi nakað. Ein føroyingur skrivaði eina viðmerking til bloggin hjá honum - viðmerkingin, sum var á enskum, var hendan: "Takk fyri, at tú varpar ljós á okkara land". - Bloggaranavnið var "Faroe Man", men í dag kenni eg hann sum Tollak Hansen. Vit blivu internet-vinir, og í 2008 yvir­ talaði hann meg til at fáa mær eina Facebook-kontu. Tá eg fekk mær Facebook, setti Tollak meg í samband við aðrar føroyingar, og so byrjaði talið av føroyskum kenningum knappliga at veksa, greiðir Matthew Workman frá. Byrjaðu at poddvarpa Í 2009, tvey ár eftir fyrsta blogg- uppslagið, gjørdu Tollakur og Matthew av at byrja eitt poddvarp um Føroyar. - Í teimum fyrstu pørtunum um­setti Tollakur føroysk tíðindi til enskt fyri meg, og hann fann mær fólk, sum tímdu at gera sam­ røður við meg gjøgnum Skype. Síðani fekk eg Tollak at fara út í almenn støð í Føroyum við einari bíligari mikrofon at taka eina rúgvu av huglagsljóði upp, fortelur Matthew Workman. - Hugskotið við huglags­ljóð­ upp­tøkunum var at geva lurtar­ un­um, sum tosaðu enskt, eina fatan av, hvussu tað kennist at vera í Føroyum, sigur hann. So kom Matthew til Føroya Faroe Islands Podcast livdi sítt egna lív, og fleiri og fleiri byrjaðu at lurta fast eftir fjølbroytta podd­varpinum. Hetta vakti ans í Føroyum, og aftaná nakrar mánaðir setti Elin Brimheim Heinesen seg í samband við Matthew Work­ man. Elin Brimheim Heinesen PERSÓNSSØGA: Matthew Workman 10 ár við Faroe Islands Podcast: - Hetta hevur verið tann kreativasta og mest persónligt nøktandi verkætlanin, eg nakrantíð havi verið við til, sigur amerikanarin Matthew Workman, sum í 10 ár hevur framleitt poddvarp um Føroyar FØROYAR OG FØROYINGAR HAVA BROYTT MÍTT LÍV Fyri 10 árum síðani hevði Matthew Workman einki tilknýti til Føroya - nú følist Føroyar sum hansara annað heim