hósdagur 6. juni 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
7
stóð tá á odda í SamVit, sum
var táverandi svarið upp á Visit
Faroe Islands.
- Henni dámdi væl poddvarpið,
men hon helt, tað hevði verið
enn betri, um eg hevði verið í
landinum. So SamVit sendi mær
ein flogferðaseðil, og í juli 2009
sat eg í flogfarinum á veg til
Føroya, sigur Matthew og minn
ist aftur á hesa ferðina.
- Mín fyrsta Føroyaferð var
einki minni enn eitt fantastiska
gandakent upplivilsi. Tað telist
enn millum bestu upplivilsini í
mínum lívi.
Tá Marius lovaði
honum inn
Eftir 10 ár hevur hann savnað
nógv upplivilsi saman í skjáttu
na, og tað er ikki lætt at velja eitt
ávíst minni burturúr rúgvuni.
Men har er eitt minnið, sum
stingur burturúr - hetta var á
G! festivalinum í 2009. Matthew
minnist aftur:
- Onkur peikaði yvir á ein
høgan fýr við svørtum hári og
segði "Hatta er Marius. Hann
plagdi at spæla í einum bólki,
men tað ger hann ikki longur,
og tað sigst, at hann er í holt við
at gera tónleik sjálvur nú, men
eingin hevur hoyrt tað enn".
- Nakrar minuttir seinni,
kom Marius gangandi ímóti
mær. Hann spurdi: "Ert tú hin
amerikanski journalisturin?" Eg
játtaði, og so bjóðaði hann mær
at koma til sítt venjingarhøli
mánadagin eftir fyri at hoyra
eitt sindur av tónleikinum, hann
arbeiddi uppá.
- Tá eg kom har, spældu
Marius og hansara bólkur flestu
av sangunum, sum myndaðu
hansara fyrstu útgávu. Hann
lovaði mær enntá at taka sang
irnar upp og deila teir við mínar
poddvarp-lurtarar.
- Tað kravdi álit
Tá var tað næstan eingin, sum
visti, hvør Matthew Workman
var, og tí bleiv hann púrasta
bergtikin av vælvildini og gesta
blídninum.
- Tað upplivilsið var eitt av
teimum bestu, tí tað var ein løta,
tá ein fremmandur lovaði mær
inn í sítt kreativa rúm og lat meg
hoyra og síggja nakað, sum slett
ikki var alment enn. Tað kravdi
nógv álit, og tað kravdi eisini, at
Marius var viðkvæmin.
Skjalfesti fyrstu
Pride-gonguna
So er tað spurningurin - hevur
Matthew Workman nakran
yndispart av Faroe Islands Pod
cast?
- Hatta er tað sama sum at
biðja eitt foreldur velja eitt
yndisbarn, sigur hann skemt
andi.
Men hann hevur kortini eitt
svar.
- Eg haldi, at "Faroe Pride"
parturin frá 2012 er mín yndis
partur. Tað var fyrsta stóra
Pride skrúðgongan í Havnini,
og eg gjørdi eina samrøðu við
Eiler Fagraglett og hinar fyri
skipararnar. Tey søgdu: "Vit fara
at fáa 1.000 fólk á gøturnar at
marsjera fyri rættindunum hjá
teimum samkyndu, og vit fara
at skriva søgu".
- Tá eg sløkti mikrofonina,
søgdu tey seg ikki vera í iva um,
at tey kláraðu at fáa 1.000 fólk.
Men um so bara 500 fólk høvdu
møtt upp, hevði tað enn verið ein
game-changer. Í dag vita vit øll
jú, hvat hendi. 5.000 fólk møttu
upp, og tey skrivaðu søgu, sigur
ein hugtikin Matthew Workman
og greiðir víðari frá, tá hann við
mikrofonini rann aftaná øllum
gongufólkunum.
- Tá eg kom til vegamótið
í Steinatúni, sá eg, at gongan
strekti seg so langt eygað sá. Eg
føldi, at eg onkursvegna snávaði
inn í søguna, meðan hon varð
skrivað. Og tað fantastiska var,
at øll lótust at vita av tí. Næstan
øll, eg tosaði við, søgdu: "Hetta
er søga, og Føroyar broytast í
hesum sekundinum".
Matthew Workman er sera
errin av júst hesum partinum.
- Eg føli tað sum eina æru at
hava skjalfest hendan serliga
dagin. Eg vóni, tað eydnaðist
mær at framleiða eina sending,
sum var í tráð við serligu løtuna,
sigur hann.
- Landið kallaði til mín
Søgan um upprunan til podd
varpið svarar tó ikki reiðiliga
spurninginum, hví Matthew
Workman, sum einki samband
hevði til Føroya, fór undir hesa
verkætlanina. Hetta er ein
spurningur, sum hann sjálvur
Eg havi ein
heimlongsul til eitt
stað, eg ongantíð
havi búð í, og har eg
onga familju havi.
Eg havi ikki tal á,
hvussu nógvar
deyðshóttanir eg
havi fingið higartil
Til ber at hoyra the Faroe Islands
Podcast á www.faroepodcast.com