hósdagur 6. juni 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
8
hevur trupult við at finna svarið
til.
- Eg veit ordiliga hví. Eg kann
bara siga, at fyrstu ferð, eg sá
eina mynd av Føroyum, var eg
drigin at landinum. Tað kallaði
til mín - og eg bleiv noyddur at
svara. Tað ljóðar sum eitt marg
háttligt, hippie-ting at siga, men
tað er einasti mátin, eg kann lýsa
tað, sigur hann.
Fullur av heimlongsli
til Føroya
Tá hann sær myndir av Føroyum
í dag, fær hann enn somu kenslu
sum fyri 10 árum síðani, har
hann følir, at Føroyar kalla á
hann. Tað sama hendir, um hann
hoyrir ein sang, og hetta hendir
javnan.
- Í síðstu viku koyrdi eg
runt í Portland í USA, og ein
sangur við Teiti Lassen kom
frá í bilanlegginum. Tá bleiv
eg kensluborin og mátti viður
kenna, at eg føldi ein heim
longsul. Eg longdist heim til Før
oya. Eg hevði ein heimlongsul til
eitt stað, eg ongantíð havi búð í,
og har eg onga familju havi. Men
hóast alt tað, havi eg ongantíð
fyrr kent ein so stóran heim
longsul, sigur Matthew Work
man, sum ætlar sær til Føroya
aftur í juli at gera enn fleiri send
ingar.
- Eg gleði meg til at koma
aftur, rætt og slætt tí ein partur
av mær leingist, hvørja ferð eg
síggi eina mynd av Føroyum ella
hoyri ein sang úr hesum landi
num, sum fyllir ein part av mær
við friði, meðan eg eri har. Tað
er ein friður, sum eg ikki kenni
nakra aðrastaðni í heiminum.
- Lurtarar hava sent
mær deyðshóttanir
Afturmeldingarnar til podd
varpið hava verið ymiskar.
- Tá tú gert eina sending
um Føroyar til lurtarar frá øll
um heiminum, dregur tú eitt
serligt slag av fólki til tín, sum
royna at gera seg inn á títt virk
semi og senda tær fyrifallandi
deyðshóttanir, sigur Matthew
Workman og sipar til grinda
mótstøðufólk.
- Eg havi ikki tal á, hvussu
nógvar deyðshóttanir eg havi
fingið higartil. Tað er ikki akkur
át tann reaktiónin, eg væntaði
at fáa, tá eg byrjaði eitt lítið
margháttligt poddvarp um eina
ókenda tjóð.
Annars eru
afturmeldingarnar góðar
Men samanumtikið hevur hetta
slagið av afturmeldingum verið
ein dropi í havinum.
- Fyri tað mesta hava fólk
verið óvanliga blíð við meg;
sjálvt tá einki skil er í hjá mær.
Eitt av núverandi bestu vinfólk
unum hjá mær setti seg í sam
band við meg einaferð, tá eg
fortaldi okkurt skeivt í mínum
poddi. Vit hittust, næstu ferð
eg kom til Føroya og funnu út
av, at vit høvdu nógv í felag. Nú
telist hann millum mínar bestu
keldur, tá eg havi tørv á at skilja
allar smálutir í sambandi við
eina sending, sigur Matthew
Workman.
Tvær ella tríggjar ferðir um
árið fær Matthew teldupost frá
lurtarum, sum vilja hitta seg
í Portland. Hesi fólkini hava
funnið fram til hann orsakað
av poddvarpinum, og tey eru
áhugað í at hoyra um Føroyar -
og tað sigur Matthew altíð ja til.
Poddvarpið fær útisetar
at leingjast heim
Tær afturmeldingarnar, sum
hava mest at siga fyri Matthew,
koma frá føroyskum útisetum,
sum brúka poddvarpið til at
hava samband við heimlandið.
- Eg havi fingið fleiri boð frá
føroyskum útisetum, sum lurta
orsakað av heimlongsli. Tvey
hava fortalt mær, at tey fluttu
heim til Føroya aftur orsakað
av poddvarpinum, sigur hann
og leggur aftrat:
- Skil meg rætt, eg vænti ikki,
at hesi fólkini lurtaðu eftir ein
um parti og søgdu: "Hatta var
tað, nú havi eg fingið nóg mikið
av Keypmannahavn!". Men
meira tað, at eg kanska havi
havt ein lítlan leiklut í at hjálpa
onkrum at koma heim til Føroya,
sigur Matthew Workman, sum
er æviga takksamur fyri hetta.
- Tað er meira, enn eg
nakrantíð helt, eg fór at avrika
við hesum poddvarpinum. Eg
leiti eftir orðunum, sum veruliga
kunnu lýsa, hvussu hjartans
rørdur eg eri av hesum, men tað
ber ikki til at lýsa við orðum.
Stóra ávirkan á lívið
Hesi 10 árini við The Faroe Is
lands Podcast hava verið sera
mennandi og týdningarmikil
fyri amerikanaran.
- Hetta hevur verið tann krea
tivasta og mest persónligt nøkt
andi verkætlanin, eg nakrantíð
havi verið við til. Tað er trupult
at gera ov nógv av ávirkanini,
hetta hevur havt á lívið hjá mær.
Nógvir av mínum nærmastu og
bestu vinum liva í Føroyum,
sjálvt um eg bara eri sama stað
sum teir nakrar fáar vikur um
árið, sigur hann.
Men hvussu sær framtíðin
hjá The Faroe Islands Podcast
so út, og hvussu vil hann hava
føroyingar at hugsa um hann nú
eftir 10 ár?
- Tá alt er sagt og gjørt, so
havi eg onga hóming av, hvussu
leingi eg fari at halda fram. Eg
vóni, at føroyingar fara at síggja
meg sum ein vin og sum ein per
són, sum altíð hevur roynt at
verið reiðiligur.
- Hetta enn tað einasta
poddvarpið um Føroyar á
enskum, og eg haldi tað er sera
týdningarmikið at halda hetta á
lívi, sigur hann.
- Takk fyri, føroyingar
- Takk fyri, sigur hann á før
oyskum og kemur við einum
beinleiðis boðum til mongu
føroyingarnar, hann hevur møtt
á síni leið.
- Føroyska fólkið hevur víst
mær so stóran blíðskap og há
sinni, og eg veit, at eg ongantíð
fari at kunna løna tykkum hetta
aftur. Eg fari ongantíð at taka
tykkara gestablídni fyri givið.
Hetta landið og fólkini, sum
búgva her, hava broytt mítt lív,
og eg kann ikki takka tykkum
nóg nógv.
PATURE@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA: Matthew Workman
Tað var ein æra at
skjalfesta Faroe
Pride
Alt poddvarpævintýrið byrjaði við einum vinarbandið millum hesar báðar - Matthew Workman og Tollak Hansen