Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 9 Hauge í Gongini Djernis komin til Hetlands Hauge í Gongini Djernis kom mikudagin til Lerwick í Hetlandi við sínum lítla selgbáti. Hann hevur siglt úr Keypmannahavn, og hann væntar at koma til Føroya um eina viku FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO – Ferðin úr Haugesund til Lerwick tók 38 tímar. Tað gekk væl, hóast tað var nokk so nógvur vindur og stórar aldur fyrsta partin av ferðini, sigur Hauge í Gongini Djernis. Tað var serliga fyrstu 12 tím­ arnar av ferðini, at tað var nógvur vindur og høgar aldur. Men so gjørdist stillari. Ævintýrið var veruliga byrjað – Eg legði meg eina løtu um náttina, men eg mátti setti vekjaran hvønn 20 minutt fyri at kanna, um alt var í lagi. Men eingin trupulleiki var, sigur 22 ára gamli hálvføroyingurin. Hann hevði ymsar ljóðbøkur, ið hann lurtaði eftir á ferðini. Hann sá fleiri boripallar á vegnum. – Boripallarnir sóu út sum býir mitt úti í havinum. Tað var eisini gott at síggja, at bátar sigldu runt um plattformar og ansaðu eftir. So visti eg, at eg eisini kundi seta meg í samband við teir, um okkurt skuldi gingið galið. Ein bátur ringdi til mín og spurdi, um alt var í lagi, og eg kundi svara, at alt var sum tað skuldi vera. – Eg hevði eina aðra kenslu, tá ið eg legði út á opið hav úr Haugesund. Eg hevði áður fyri tað besta siglt fram við landi, men nú var tað øðrvísi. Ævintýrið var veruliga byrjað, sigur Hauge í Gongini Djernis. Siglir úr Keypmannahavn til Føroya Ferðin byrjaði annars í Keyp­ mannahavn fyri einum góðum mán­aði síðani. 3. mai fór hann úr danska høvuðsstaðnum. Hann sigldi til Norðursælands, áðr­enn hann fór yvirum til Svøríki. Hað­ ani fór hann tvørtur um Skagerak og kom til Risør í Norra. Síðani hevur hann siglt innanskers í Norra, til hann kom til Stavanger. Hann hevur steðgað á nógvastaðni á vegnum fyri at uppliva norsku náttúruna. – Eg kundi siglt skjótari, men eg ynski eisini at uppliva nátt­ úr­una, bæði tey norsku fjøllini og firðirnar. Eg ynski eisini at uppliva og náttúruna í Hetlandi, sigur Hauge í Gongini Djernis. Seglbáturin, hann siglir við, er ein Sagitta 35, sum er 10 metrar langur. Báturin er 50 ára gamal. Vónar at síggja bóghvítuhval Nú hann er í Hetlandi, ætlar hann at vitja ymsastaðni fyri at uppliva landið og fólkið har. – Nú upplivi eg munin á teim­ um ymisku mentanunum. Tað er nakað heilt annað í Hetlandi í mun til í Danmark, Svøríki ella Norra. Náttúran er eisini heilt øðrvísi. Hon líkist meira tí før­ oysku, men er tó ikki líka, sigur Hauge í Gongini Djernis. Hann ætlar sær eisini at fiska, so hann fær onkra góða máltíð. Hann hevur annars nógvan mat við sær, men sigur eisini, at tað er gott at fáa okkurt annað viðhvørt. – Eg vóni eisini at síggja onkran bóghvítuhval. Tað verður sagt, at tað er møguleiki at síggja teir her á leiðini. Higartil hevur hann ikki sæð so nógv serlig djór. – Eg havi sæð fleiri kópar, og nú eg var á veg til Hetland, sá eg eisini ein lunda. Tað sigur mær, at eg eri á rættari leið, sigur Hauge í Gongini Djernis. Ikki havt tørv á hjálp Ungi ævintýrarin er einsamallur umborð á seglbátinum, og hann hevur ikki samband við umheimin tá ið hann siglir á opnum havi. – Tað er ikki samband við tele­ fon ella internet, men eg havi VHF- samband. Um illa skuldi viljað til, so havi eg eisini ein sendara, har eg kann senda SOS og biðja um hjálp. Enn hví eg tó ikki havt tørv á tí. Steðgar eina viku í Hetlandi Hauge í Gongini Djernis steðgar nakrar dagar í Hetlandi, áðrenn hann væntar at koma til Føroya. – Eg bíði eftir góðum veður­ for­søgnum, men eg vænti at vera umleið eina viku í Hetlandi, áðrenn eg seti kósina móti Føroyum, sigur Hauge í Gongini Djernis. Hauge í Gongini Djernis umborð á seglbátinum