Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 10 TEMA: Vegetarar og veganarar í Føroyum Vegetarar og veganarar í Før - Eitt er, at vit skulu vera góð við hvønn annan og onnur menniskjur, men eigur tað sama ikki at vera galdandi fyri djórini? Eg helt í øllum førum tað vera dupultmoralskt av mær at eta lambið og ikki hugsa meira um tað. Tá eg sjálv ikki megni at drepa eitt lamb, haldi eg ikki, at tað er rætt av mær at eta eitt, sigur 17 ára gamla Silja Egholm Petersen, ið er veganari HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 17 ára gamla Silja Egholm Petersen minn­ist væl løtuna, tá hon avgjørdi at gevast at eta kjøt. Tað var ein sunnu­dagur og hon og lítla­syst­ ur­in vóru komin heim frá sunnu­ dags­skúla, har undirvísarin hevði for­talt teimum ein boðskap, um at vit sum menniskja skulu vera góð við øll. Boðskapurin festi seg í sinn­ in­um hjá tí tá 14 ára gomlu pork­ er­n­inginum. Og meðan angin av lambs­kjøtinum í ovninum byrjaði at spreiða seg um húsið, tók hon eina avgerð. Hon fór ikki at eta døg­urðan hendan dagin. - Eitt er, at vit skulu vera góð við hvønn annan og onnur menn­ iskj­ur, men eigur tað sama ikki at vera galdandi fyri djórini? Eg helt í øllum førum tað vera dupult­mor­ alskt av mær at eta lambið og ikki hugsa meira um tað. Tá eg sjálv ikki megni at drepa eitt lamb, haldi eg ikki, at tað er rætt av mær at eta eitt, sigur Silja Egholm Petersen, ið síðan hendan sunnudagin fyri trim­um árum síðan hevur hildið seg frá at eta kjøt. Frá vegetar til veganara Umleið eitt ár eftir, at Silja Eg­ holm Petersen valda at gera hesa grund­leggjandi broytingina í sín­ um kostvanum, tók hon enn eitt óvan­ligt stig, tá hon setti uppaftur størri avmarkingar fyri hvat hon kann eta. - Í 2017 valdi eg at steðga at eta og keypa allar vørur, ið á ein ella annan hátt koma frá djórum og gjørdist veganari. Tað havi eg verið líka síðan, og eru tað sostatt trý ár síðan, at eg gavst at eta kjøt, sig­ur Silja Egholm Petersen. Munurin millum vegetarar og veg­anarar er, at meðan vegetarar halda seg frá at eta kjøt og fisk, so halda veganarar seg frá øllum mati og vørum, ið koma frá djór­ um. Tað vil siga, at veganarar mill­ um annað hvørki eta egg, drekka mjólk ella keypa leður- og ullvørur. Kærleiki til djórini Tað er ikki neyðugt at tosa leingi við unga porkerningin, áðrenn tað gerst greitt, at tað er ein ser­ liga stórur alskur til djór, ið er drív­megin handan tey lívsstílval, ið hon hevur tikið í ungum aldri. - Eg havi altíð verið góð við djór og hildið tað vera løgið, at man et­ ur tey. Bara tankin, at vit drepa og eta djór haldi eg vera vemmiligt. Størsta orsøkin hjá mær, at liva á hendan hátt, eru djórini, sigur hon og leggur afturat. - Tað er skeivt at síggja djór sum eina vøru, ið liva fyri at vit skulu fáa gagn av teimum. Tey eru kríatúr, ið skulu liva her á jørðini sam­an við okkum og føla gleði og tryggleika eins og vit menniskjur. Fyri mær virkar tað órættvíst, at vit menniskjur meta okkum hægri og halda okkum hava størri virði enn djórini, og tí brúka tey til okk­ ara fyrimun. Ikki øll skilja Tað verður mangan sagt um tey, ið ikki eta kjøt, at tey eru stór­bý­ armenniskju, hvørs einasta sam­ band við kjøt er í kølidiskunum í mat­vøruhandlunum. Hjá Silja Eg­ holm Petersen er veruleikin tann øvugti. Umframt at vaksa upp og búgva í einari bygd har nógv verð­ ur gjørt burturúr seyðahaldi, so er hon av einari familju, ið hevur nógv við bæði seyð og fisk at gera. Tí eru tað kanska heldur ikki øll í familjuni, ið skilja avgerðina hjá ungu kvinnuni. - Eg komi sjálv úr einari familju í tekst nógv við seyð og fisk. Og tað eru serliga tey eldru fólkini í familjuni, ið halda, at mín lívs­stíl­ ur bara er ein spurningur um tíð, áðr­enn eg sleppi tí aftur. Tey skilja tað ikki reiðiliga, tí tey eru von við, at man má eta kjøt og fisk, um man skal fáa nokk av proteinum og øðr­um. So tey halda mangan, at tað bara er fjas hjá mær, ásannar hon. Men meðan tey eldru ætt­ ar­liðini kanska ikki heilt skilja støðu­takanina hjá Silju, so merkir hon stuðul frá teimum nærmastu. - Mamma er sjálv ikki so glað fyri kjøt, men elskar tann veg­ anska matin, ið eg geri, so eg fái stuð­ul heimanífrá, sigur hon. Aldrin verið betri fyri Tað gongur vanliga ikki leingi frá tí, at Silja Egholm Petersen for­tel­ ur fólki, at hon ikki etur nakrar mat­vørur frá djórum ella fiski, til samrøðan byrjar at snúgva seg um hon fær nokk av proteinum og vitam­inum. Og hóast nógv ivast í hes­um, so er hon sjálv sannførd um, at hon fær ríkiligt av øllum. - Eg fái mangan spurningin, um eg ikki mangli vitaminir og pro­tein. Man er jú uppvaksin við, at man má eta kjøt fyri at fáa pro­tein og drekka mjólk fyri at fáa kalsium og harvið eina sterka beina­grind. Men eg havi aldrin verið betri fyri í mínum likami enn nú, tá eg eri veganari. Einasta eg taki er ein b-12 vitamin, tá eg eti morgunmat, sigur Silja Egholm Pet­ersen og leggur afturat. - Eg havi bara merkt tað jaligt fyri heilsuna, at eg skifti kostin. Eg fekk beinanvegin meira orku, tá eg gavst at eta kjøt og fisk. Størsta broyt­ingin var tó, tá eg bleiv veg­ anari. Tá fekk eg uppaftur meira EG GERI HETTA - Í 2017 valdi eg at steðga at eta og keypa allar vørur, ið á ein ella annan hátt koma frá djórum og gjørdist veganari. Tað havi eg verið líka síðan, og eru tað sostatt trý ár síðan, at eg gavst at eta kjøt - Tað er skeivt at síggja djór sum eina vøru, ið liva fyri at vit skulu fáa gagn av teimum. Tey eru kríatúr, ið skulu liva her á jørðini saman við okk­ um og føla gleði og tryggleika eins og vit menniskjur. Fyri mær virkar tað órættvíst, at vit menniskjur meta okkum hægri og halda okkum hava størri virði enn djórini, og tí brúka tey til okkara fyrimun