Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 11 orku, reina húð og annað. Tann broyt­ingin merktist veruliga í lik­aminum Av oynni eftir mati Fyri Silju Egholm Petersen merk­ir hennara val tó, at tað er væl tor­ førari hjá henni at keypa matvørur enn hjá øðrum, tí hennara úrval er tað munandi minni. - Vanliga keypi eg turkaðar bøn­ ir, linsur og kikertar. Tað er bíligar vørur, tí vanliga er tað, ið verður gjørt at avloysa kjøt, øgiliga dýrt, so tá er tað betri at gera mat sjálv, sigur hon. Handlarnir á Suðuroynni hava heldur ikki tað størsta úrvali av matvørum, ið ikki innihalda ym­ iskt frá djórum, og tí er tað vanligt, at hon fer til handils, tá hon er norð­anfyri. - Her á oynni keypi eg vanliga inn í FK í Trongisvági, tí har hava tey eitt stórt úrval av frukt, grøn­ meti, linsum og øðrum. Men eg fái ikki alt tað, ið eg vil á oynni. So tá eg eri í Havn fari eg altíð inn í FK í miðbýnum, ið hevur eina ør­ grynnu av veganskum vørum, ið halda seg leingi, sigur hon. Og tá hon er til handils í høv­ uðs­staðnum leggur hon merki til eitt rák á hillunum, ið hon gleðist um. - Bara gjøgnum hesi síðstu trý árini, ið eg havi verið veganari, er vøru­úrvalið broytt nógv. Hvørja ferð eg eri í Havn, leggi eg merki til nýggjar vørur, ið eg ikki hava sæð áður. So eg haldi tað gongur rætta vegin her í Føroyum og vit veg­anarar mangla ikki reiðiliga nakra vøru, sigur Silja Egholm Pet­ersen. royum Flest kvinnur hava áhuga fyri grøna lívsstílinum Ein av størstu bólkunum fyri føroyingar, ið eru áhugaðir í grøna lívsstílinum, er Facebook-bólkurin Føroyskir vegetarar og veganarar. Bólkurin varð stovnaður í november 2014 og eru í skrivandi løtu 364 limir í bólkinum. Hetta merkir kortini ikki, at allir limirnir eru vegetarar ella veganarar, tá bólkurin eisini er opin fyri teimum, ið bara eru áhugað í grøna lívsstílinum. Limatalið vísir kortini, at tað serliga eru kvinnur, ið eru áhugaðar í grøna lívsstílinum. Av teimum 364 limunum í bólkinum eru 80 prosent av teimum kvinnur, meðan 20 prosent eru menn. Um hugt verður eftir hvar limirnir búgva sambært Facebook, so búgva 233 í Føroyum og 86 í Danmark, meðan restin er úr øðrum londum. A FYRI DJÓRINI - Bara gjøgnum hesi síðstu trý árini, ið eg havi verið veganari, er vøruúrvalið broytt nógv. Hvørja ferð eg eri í Havn, leggi eg merki til nýggjar vørur, ið eg ikki hava sæð áður. So eg haldi tað gongur rætta vegin her í Føroyum og vit veganarar mangla ikki reiðiliga nakra vøru