hósdagur 6. juni 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
12
TEMA: Vegetarar og veganarar í Føroyum
Grundarlagið fyri at kunna liva sum veganari er, at veganskar matvørur
fáast til keyps. Men hvussu er veganska matúrvalið í Føroyum? Vit lodda
dýpið og spyrja nakrar handlar og nøkur matstøð í Havn, hvussu tey
raðfesta veganskan mat í teirra virksemi. Tað vísir seg, at úrvalið í ein vissan
mun er avmarkað, og tað er eftirspurningurin eisini. Men tað ber kortini
saktans til at keypa veganskt inn og eta veganskt á kafé og matstovu
Lítil eftirspurningur
og lítið pláss
Í
PE í Miðbýnum í
Havn selja tey vist
frøðiligt grønmeti í
leysvekt, sum fleiri
kundar eru ógvuliga
glaðir fyri. Men tað veg
anska er ikki akkurát tað,
sum er hægst raðfest í PE.
- Sum rákið sær út
beint nú, so vindur tað
veganska meira og meira
upp á seg. Men vit merkja
ikki ein so stóran eft
irspurning her hjá okk
um. Í roynd og veru er
eftirspurnigurin rættiliga
lítil, sigur Meinhard A.
Hansen, handilsleiðari.
Men tey hava okkurt
veganskt á vørulistanum;
sum til dømis plantufars,
veganskt smyrjipálegg,
umframt onkrar frysti
vørur.
Leiðarin greiðir frá, at
hóast eftirspurningurin
ikki er stórur, so eru um
støðurnar heldur ikki til
at raðfesta veganskan
mat í løtuni.
- Okkara vøruúrval er
so smalt, tí handilin er so
lítil. Vit hava ikki so nógv
pláss til at hava eina deild
við ymsum veganskum.
Tað kann vera, at vit fara
at gera meira við tað í
framtíðini. Men sum nú
er, dugi eg ikki at síggja,
at vit fara at gera so
stórar broytingar til tað
veganska, rætt og slætt tí
vit eru ein ov lítil handil
til tað, sigur Meinhard A.
Hansen.
- Ferðafólkini
elska salat
Í Vágsbotni heldur kaféin
Umami til, og hendan
kaféin verður ofta við
mælt, tá mann spyr, hvar
mann fær veganskan mat
í Føroyum. Men í Umami
hava tey ikki lagt seg
beinleiðis eftir tí veg
anska, og veganara-um
dømið er meira ella minni
komið av tilvild.
- Vit hava ikki hugsað
so nógv um tað veganska
akkurát, men vit hava
nógvar kundar, sum eru
veganarar. Ein stórur
partur av matinum hjá
okkum er grundaður á
salat, og tí er maturin væl
egnaður til veganarar,
sigur Heidi Lauritsen,
eigari.
Í Umami selja tey ser
liga nógv til ferðafólk.
- Ferðafólk elska salat,
og tað eru sera nógv
ferðafólk, sum bæði eru
vegetarar og veganarar.
Vit selja nógv av okkara
salati og vegansku rætt
um til tey. Eg havi eisini
lagt merki til, at tað eru
væl fleiri vegetarar enn
veganarar, sum eta hjá
okkum.
Tað er umráðandi, at
veganarar hava eitt úrval
við fleiri møguleikum,
meinar Umami-eigarin.
- Tað hevur stóran
týdning, at mat- og kaffi
stovur hava veganskan
mat á matskránni. Har
má jú vera okkurt til øll,
sigur Heidi Lauritsen.
Tað ber til at vera
veganari í Føroyum
Veganska matúrvalið:
Umami:
PE: