mikudagur 26. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 141 - 26. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Fløskubrot, plastikk-
fløskur og
umhvørvislógin
Í EINI grein í lýsingarblaðnum, sum Sosialurin
gav út um vikuskiftið, vísti eitt av blaðfólkunum
á tað keðiliga og óhepna við glasfløskum og
fløskuknúsi á tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuni.
Hann hevði grein í sínum máli, og spurningurin
um íløt átti at verið tikin upp aftur við atliti til
umhvørvislógina.
TAÐ skerst ikki burtur, at víða hvar – í bygd og
í bý, í fjøru og haga – eru fløskubrot ein um-
hvørvisskemd. Vit kunnu taka eina fulla fløsku
út við okkum, men vit – ella nøkur av okkum –
tíma ikki at taka eina tømda og lætta fløsku
heim við aftur, hóast tað skuldi verið nógv laga-
ligari at koyrt hana í lumman ella í skjáttuna.
HETTA er partvíst ein spurningur um hugburð
hjá tí einstaka og partvíst er tað ein spurningur,
hvønn politikk, vit reka á hesum øki. Sjálvandi
átti hvør einstakur av okkum at tikið tað, sum er
tikið út ella keypt á vegnum, heimaftur ella koyrt
tað í eitt ruskílat. Men so er ikki í nógvum førum.
ORSØKIRNAR eru fleiri. Ein er, at pantið, sum
latið verður fyri fløskur, er í so lítið til at fólk altíð
lata fløskurnar inn aftur. Tí átti pantið at verið
hægri – so mikið høgt, at tað gjørdi mun. Ein
onnur orsøk er, at ruskíløtini eru ov fá, bæði í
bygdum og í býum, á almennum plássum og í
teimum mest vanligu ferðingarplássum í náttúr-
uni. Ein triðja orsøk er so hugburðurin, sum
nevndur er omanfyri.
HARAFTURAT kemur spurningurin, um tað er
neyðugt í heila tikið at hava glasfløskur í dag.
Tað eru jú serliga tær, sum eru til ampa og
skaða. Meginparturin av sodavatni verður í dag
selt í plastikkfløskum, og vit kunnu keypa bæði
útlendskt og føroyskt øl í plastikkfløskum. Tað
eru ikki fleiri tómar fløskur at síggja, síðani øl
fekst í plastikkfløskum, og pant fæst eisini fyri
tær. Tí átti plastikkfløskur kanska at verið ein
gongd leið, samstundis sum pantið varð hækk-
að.
TÁ »stubby-fløskurnar« vórðu bannaðar fyrst í
sjeytiárunum, tí tær kundu ikki latast inn og vóru
ein umhvørvisskemd, varð eisini bannað at flyta
inn øl og sodavatn í dunkum. Í grannalondum
okkara verður nógv øl selt í dunkum, men onga-
staðni síggjast dunkar í náttúruni, á strondum
ella øðrum savningarstøðum, hvørki í Skotlandi,
Íslandi ella í Danmark. Har nógv verður selt í
dunkum, sum jú er eitt vinarligt og lætt ílat.
EINKI verður broytt til á ólavsøku, men vit kunnu
minna á at leggja teimum ungu í geyma, um
ikki at blaka fløskur og annað rusk frá okkum á
alfaravegi og í vøkru náttúru okkara.
Góða Annika,
Vit kendust úr Hoydølum, har tú gekk ein klassa undir
mær, og eisini sambandið til Nólsoyar gjørdi, at eg
kendi teg uppaftur betur. Vit plagdu altíð at práta á veg
inn til Havnar ella út til Nólsoyar.
Tú vart ein persónur, sum man støðgaði á og gav sær
stundir at tosa við, ein persónur mær veruliga dámdi at
tosa við, eg kendi, at tú skilti teir tankar og kenslur, ið
lógu aftan fyri samrøðuna; tankar og kenslur, ið stungu
djúpari enn tað vanliga „hvussu gongur?“ - „fínt og hjá
tær....“ Djúpari enn eitt forhastað SMS prát. Eg sakni
teg, títt blíða andlit og gevandi lyndi ómetaliga nógv.
Tað er so undarligt at hugsa sær...leygarkvøldið, tann
lagnudag, sat eg á helluni í gomlu Hoyvíkini og hugsaði
um framtíðina, hvussu alt skuldi verða, og um hvat eg
skuldi gera, tá summarið var av... eg hugdi út á víkina,
niður í taran og læt tankarnar ferðast frítt. Ein tjaldurs-
grælingur gekk so friðarligur niðri við sjóvarmálan og
hugdi at mær, hesum heldur ókenda gesti. Sólin skein,
men lotið var kalt.
Tað er løgið at vita, at beint undir mær lá tú Annika
og hvíldi. Eisini tú hevði leitað tær niðan, ikki fyri at
lata tankarnar ferðast ella hugsa um, hvat skuldi henda
í morgin, tí tað visti tú longu frammanundan. Nei, tú
hevði funnið friðin á havsins botni...og friður veri við
tær tú lívsins blóma.
Góðu Jens Kjeld og Marita, nú sita tit so eina eftir
við minninum um dóttur tykkara Anniku, henda lívsins
blóma við rótum so djúpum. Tó er eitt sum eingin kann
taka frá tykkum, og tað eru tey fræ, sum hon so væl og
virðiliga sáddi, meðan hon var millum okkum, goymið
tey væl, síggið tey vaksa og festa røtur, og gleðist um
allar tær lívsins blómur, sum halda á at vaksa so leingi
sum vit liva.... Jesus verði hjá tykkum.
Við djúpari samkenslu og tøkk
Birita
Til minnis um
Anniku Gulklett
P.S her er ein kvøða til tín og verðina, bygt á ørindi, sum
abbi tín plagdi at taka til:
„Til Anniku og Verðina“
Eygu mega glitra
og muðurin hann lær
hylur tað, ið eingin sær
Blómur mega grógva
Og sólin víða sær
Undir døkku mold ei nakar nær
Við lívsins strond tað leikar hart
og væna rósan strongd man kenna
í næstrans eyga alt so fjart
teim neyðarróp tá ei upprenna
BN
Stjørnur mega skína
og mánin tykjast nær
á havsins botni ljós so fjar
JUSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Býráðslimir í Havn fáa
skriv frá útlendingum, sum
harmast, at føroyingar halda
fram við grindadrápi.
Í einum telduposti til Elin
Lindenskov, býráðslim í
Havn, skrivar hálendingurin
Cor van de Water, at før-
oyingar skuldu heldur skip-
að fyri grindasafari, har
ferðafólk kundu uppliva
ríka djóralívið við Føroyar,
heldur enn at vit á barbar-
iskan hátt týna hetta.
Cor van de Water skrivar,
at vanliga so hevur hann
virðing fyri, at fólk eru
ymisk og at tey liva ymiskt.
Øll hava sín hátt at halda
sær á gamni, alt eftir hvørju
mentan tey koma frá.
„Men eg kann ikki góð-
taka, at djór verða torturer-
aði bara fyri at fólk skulu
hava tað stuttligt. Tit eiga
mína virðing, um tit finna
ein annan hátt at stuttleika
tykkum.
Hann mælir til, at før-
oyska ferðavinnan heldur
fer at gera nakað burturúr
grindahvalinum, soleiðis at
ferðafólk kunnu njóta hann
livandi. Her er peningur at
vinna.
Mælir til grindasafari
Sum vant skipar Bragdið
fyri
Ólavsøkurenning.
Renningin
verður
sum
síðsta ár skipað í 6 bólkum
1. og 2. bólkur eru dreingir
og gentur sum eru fødd í
91 ella seinni. 3. og 4.
bólkur eru dreingir og gent-
ur fødd 87 - 90. 5. og 6.
bólkur eru menn og kvinn-
ur.
Renningin flutt
Orsakað av nógva virk-
seminum á Eystaru bryggju
hóskvøld, lossing o.a. verð-
ur renningin flutt frá Eyst-
aru Bryggju til P.-økið á
Skálatrøð. Tíverri vóru fyri-
reikarnir ikki varugir við
hetta fyrr enn Ólavsøku-
skráin var farin til prent-
ingar. Tí stendur í skránni
at renningin byrjar og endar
við Farstøðina, men sun
nevnt verður byrjað og
endað á P-økinum á Skála-
trøð.
Ólavsøkurenningin
í fjør
Í fjør var luttøkan metstór,
160 rennarar íalt. Bólk 1,
dreingir 9 ár, vann Øssur
Debes Eiriksfoss úr Bragd-
inum, har vóru 52 luttak-
arar. Bólk 2, gentur 9 ár,
vann Jenny Svaboe úr Mið-
vági, har vóru 29 luttakarar.
Bólk 3, dreingir 13 ár, vann
Ólavsøkurenningin verður hósdagin
Olaf Berg úr Havn, har vóru
24 luttakarar. Bólk 4, gent-
ur 13 ár, vann Helga Djur-
huus, úr Havn, har vóru 13
lutakarar. Bólk 5, menn,
vann Guttorm Sørensen úr
Treystinum, har vóru 32
luttakarar. Bólk 6, kvinnur,
vann Sunnuvá Bjarnastein,
úr Bragdinum. 10 kvinnur
luttóku í fjør.
Grand prix renningin
2000
Ólavsøkurenningin er sam-
stundis síðsta umfar av
Grand Prix renningini í ár.
Spenningurin er stórur bæði
hjá kvinnum og monnum,
hjá kvinnum stendur kapp-
ingin
millum
Sunnuvu
Bjarnastein og Rigmor N.
Joensen, hjá monnunum er
kappingin millum Boga
Lenvig og Guttorm Søren-
sen. Somuleiðis eru bæði
liðini hjá Bragdinum so at
siga jøvn í liðkappingini
áðrenn síðstu kapping.
Tilmelding á staðnum
Bragdið endar við at boða
frá at renningin er fyri øll,
stór sum smá, og minnir á
at tilmelding er á staðnum
kl. 18.00 og byrjað verður
at renna kl 18.30 27. juli.
∆
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Í dag dugir valla nakar at
ímynda sær eina Ólavsøku
uttan at útvarpslurtið er ein
partur av henni, ein stórur
partur og Ólavsøkan er eis-
ini ein stór avbjóðing hjá
útvarpsmanningini. Fleri
beinleiðis
frásagnir
og
sendingar vera og aftur í ár
er verður Parnassið á Hotel
Hafnia karmurin um prát og
tónleik. Sent verður bein-
leiðis í hjartanum á Ólav-
søkuni, oman og niðan eftir
Áarvegnum.
-Vit fara at senda um alla
ólavsøkuna. Vit byrja longu
um morgunin ólavsøkuaftan
við ymiskum tilfari, sum
hevur við ólavsøkuna at
gera. Frá klokkan 11.00 til
Útvarpið
víða um á
Ólavsøku
-Okkara skylda er eisini at gera
Ólavsøku fyri tey, íð ikki eru á
Ólavsøku, sigur Jógvan Jespersen,
útvarpsstjóri
Møtir, kovboyhattar
og gott lag á skíggjan
12.00 verður ein barna-
sending og aftan á døgurða
fram til kappróðurin klokk-
an 15.00 verða ymiskar
meira seriøsar sendingar,
sigur Jógvan Jespersen, út-
varpsstjóri.
- Ein av okkara medar-
beiðarum hevur funnið fram
til eina ólavsøkusending,
sum danska útvarpið gjørdi
í 1955. Hann hevur leitað í
savninum hjá danska út-
varpinum. Í hesi sendingini
fáa vit fáa vit eitt sindur av
stemmninginum frá Ólav-
søku fyri 45 árum síðan,
sigur Jógvan Jespersen, út-
varpsstjóri.
Ólavsøkudag verður sent
beinleiðis frá gudstænastuni
í Dómkirkjuni, frá skrúð-
gonguni og frá tingfundin-
um klokkan 13.00. Seinna-
partin verður sent beinleiðis
frá fólbólti.
Í sambandi við Ólavsøk-
una gevur útvarpið í ár út
eina fløgu við kendum
slagarum frá sekstiárunum,
sum útvarpið hevur verið
við at framleitt. Har verða
fleiri kendir, eitt nú „Kenna
tit Rassmus.“ Tað eru okk-
ara fremstu tónleikarar, sum
hava skipað fyri.
Karmurin um sendingarnar hjá okkum á Ólavsøku verður
miðbýurin og vit fara at práta beinleiðis við vælhýrdar
ólavsøkugestir, sigur Øssur Winthereig, tíðindastjóri í
Sjónvarp Føroya
JÚSTINUM LEIVSSON
EIDESGAARD
Sjónvarpið er reint tekniskt
eitt sindur tyngri miðil at
arbeiða við enn útvarpið og
upptøkuhøli í ovaru hædd-
ini hjá P/F Thomas Dam.
Her fara vit at gera prát við
fólk. Vit hava eisini gjørt
brúk av broytingunum í
miðbýnum og vit fara at
Fútin
stevnt
Watson
Fútin,
M.
Nepper
Christensen,
hevur
stevt Paul Franklin
Watson, tí hesin ikki
hevur góðtikið tvey
sektaruppskot fyri brot
á føroyska lóg. Tað eina
sektaruppskotið er upp
á 50.000 krónur og hitt
er upp á 100.000 krón-
ur. Fútin veit ikki at
siga, nær málini koma
fyri í rættinum.
je
Watson
uttan-
fyri
markið
„Ocean Warrior“ liggur
beint uttanfyri tríggjar
fjórðingar og bíðar eftir
grind. Í gjár var hann
staddur eystanfyri og
mánadagin vóru tveir
hálendskir journalistar,
sum eru við Watson í
landi í Havn. Watson
segði við The Guardian
í seinastu viku, at hann
fer at vera undir Føroy-
um næstu mánaðarnar,
fyri einaferð med alla
at
steðga
føroyska
grindadrápinum.
je
sjónvarpið hevur á ólavsøku
funnið tvey pláss í miðbý-
num, har ein fittur partur av
virkseminum fer at ganga
fyri seg.
- Vit hava innrættað eitt
senda beinleiðis úr garðin-
um hjá G, beint aftanfyri
Sparikassan. Har verður í
løtuni gjørt eitt sokallað
amfieteatur. sigur Øssur
Wintereig, tíðindastjóri í
SvF.
- Vit fara at senda úr
garðinum hjá G frá klokkan
19.00 til 21.30 og vit eru
spentir upp á hetta. Tað
skuldi borið til at fingið
stemmingin á Ólavsøku við.
Um hetta mundi vera eisini
tvey møti, eitt niðri við
Bókhandilin og eitt uttan-
fyri Ebenezer. Her verður
eitt sindur av hvørjum,
sangi, gestum, kovboyhatt-
um og so víðari, sigur Øssur
Winthereig.
- Vit fara at brúka alt
krútið ólavsøkuaftan og
slakka eitt sindur av Ólav-
søkudag. Eini 15-20 fólk
vera til arbeiðis. Vit fara
eisini at senda frá kappróðri
og øðrum ítrótti, men hetta
verður ikki beinleiðs, heldur
sum innsløg. Nýggjar upp-
tøkur av føroyskum dansi
verða eisini at síggja í sjón-
varpinum á ólavsøku, sigur
Øssur Winthereig.