Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 141 - 26. juli 2000 gult cyan magenta svart 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 141 - 26. juli 2000 gult cyan magenta svart JÁKUP MØRK Kornakurin, Ongsprettan ella Alt ov forvitin. Enn siga hesi heitini kanska ikki so nógv, men um stutta tíð verða tey helst millum vanligastu orðini, sum verða at hoyra, tá børnini skulu leggast at sova. Omanfyristandandi eru nevnliga heitini á trimum av í alt 30 smásøgum, sum eru við í sættu útgáv- uni av Skýmingarløtuni. Síðani fyrsta Skýming- arløtan varð givin út fyri góðum 20 árum síðani, hevur sølan av hesum gingið stak væl. Nakað sum eisini vísir, at søg- urnar at kalla eru tíðar- leysar. Tað er eisini í ásannan av hesum, at Adventista- samkoman, sum stendur Móti myrkari tíðum Nú nærturnar aftur fara at leingjast, er eitt gott hugskot kanska eitt sindur av lesnaði til tey smærru fyri útgávuni, hevur latið prentað 3.500 eintøk av nýggju bókini. Sum nevnt eru 30 smá- søgur at lesa í bókini, og eru flestar av hesum skrivaðar av Arthur Max- well. Effie Campbell hev- ur savnað søgurnar sam- an, umframt staðið fyri umseting. Umframt at ein tekning er gjørd til hvørja søgu, eru eisini perma og bak- síða prýdd við myndum, og eru tað Anique B. Dor- land, Henriette B. L. Olsen, Aase Bømler Ol- sen og Wilhelm Andrea- sen, sum hava teknað. Dansk Bogforlag gevur út, og Hesprent hevur staðið fyri prentingini. Bókin er at fáa í sølu- búðum kring landið, og kostar hon 75 krónur. Aftur í ár skipa Føroya Ell- isakfør fyri go-cartkoyring á Óðinshædd um ólavsøk- una. Hetta er á triðja sinni, at felagið hevur hetta ti- ltakið á ólavsøku - og vænta teir aftur í ár góða undir- tøku. Føroya Ellisakfør eiga fýra slíkar bilar - og teir slítast sum vera man, tá teir hava koyrt í dagavís. Tí hevur Føroya Ellisakfør hesaferð gjørt avtalu við nakrar bilhandlarar, sum á verkstøðum sínum hava umvælt bilarnar, sum tí eru sum nýggir til koyringa hesaferð. Afturfyri fáa bil- handlararnir lýsingar á bil- arnar. Petur Johannessen, ein av limunum í Føroya Ellisak- førum, sigur við Sosialin, at tey vitjandi sjálvsagt kunnu vænta sær spenning, um tey royna bilarnar á ólavsøku. Fyribilsbreytin á óðinshædd verður nevniliga væl egnað til go cart koyring. Hon hevur nógv sving, har tú kanst royna tíni kynstur í at koyra skjótt ígjøgnum. Men hóast spenningin og av- bjóðingarnar, vissa limirnir í Føroya Ellisakførum um, at trygdin er í hásæti. Go cart bilarnir eru bygd- ir til slíka stuttleikakoyring, og tey, ið koyra, sita bæði í hjálmi og trygdarbelti. Har- afturat liggja gomul bildekk við síðuna av allari breytini, fyri at minka um stoytin, um onkur av førarunum skuldi mist tamarhaldið á bili sínum. Aldursmarkið fyri at sleppa at koyra go cart um ólavsøkuna er 16 ár. Eiga bilarnar Tá Føroya Ellisakfør á fyrsta sinni tók stig til at skipa fyri go cart koyring á ólavsøku, varð avgerð tikin um at keypa teir átta bilar- nar, nýtast skuldu. Ætlanin var nevniliga at skipa fyri slíkari koyring við jøvnum millumbilum - í hvussu so er á hvørjari ólavsøku, og tí helt felagið, at tað eins væl kundi ognað sær bilarnar sum at leiga teir. Fyrstu ferð go cart koyringin varð roynd á óðinshædd á ólav- søku fyrraárið, var undir- tøkan ógvuliga stór, og tað vænta fyrireikararnir eisini, at hon fer at verða í ár. Men teir hava størri ætlanir, enn bert at nøkta koyrirúsin hjá fólki á ólavsøku. Arbeitt verður nevniliga við at fáa eina koyribreyt nærhendis vatnbrunnunum, felagið hevur fingið við gráastein. Felagið hevur nevniliga ætlanir um, at fáa gjørt eina kombineraða hálku - og go cart breyt, um myndug- leikarnir loyva hesum. Eingin framsýning Føroya Ellisakfør hevur havt framsýning av gomlum bilum, myndum og øðrum á hvørjari ólavsøku, síðani felagið varð stovnað í 1992. Men eins og í fjør, hava limirnir í ár hava limirnir tikið støðu til, at eingin framsýning verður. Ætlanin hevur verið at hava fram- sýningina á øðrum hvørjum ári í staðin fyri á hvørjum Royn teg sum Schumacer á ólavsøku Spenning og ferð dámar teimum ungu væl. Men vandamikið er at spæla sær við bilum á alfara- vegi, tí skipa limirnir í Føroya Ellisakførum aftur í ár fyri go - cart koyring uppi á Óðinshædd í Havn á ólavsøku ári, sum siðvenja hevur ver- ið. Hildið verður nevniliga, at framsýningin verður meira áhugaverd fyri tey vitjandi, um hon ikki er á skránni á hvørjum ári. Harafturat krevur ein slík framsýning nógv arbeiði. Bilarnir skulu jú gerast klárir, og hetta er ikki altíð bara sum at siga tað. Men sjálvt um eingin framsýning verður í ár, ber til at leita sær niðan á óðins- hædd og fáa adrenalinið í kók við einum góðum go cart túri. Næsta ár verður aftur høvi at síggja gomul, men vøkur ellisakfør á framsýningini hjá Føroya Ellisakførum. Í annaðkvøld, 27. juni, verður ber til at koyra go- cart frá klokkan 18 til 22. Ólavsøkudagarnar og sunnudagin verður opið frá kl 15 - 22. Krevja kanska endurgjald frá Tvøroyrar Kommunu – Tað er ikki vist at Tvøroyrar Kommuna uttan víðari sleppur at taka samferðsluhavnina á Drelnesi til oljuhavn, sigur Karsten Hansen ÁKI BERTHOLDSEN Tað er ikki vist, at tað verð- ur góðtikið uttan víðari, at Tvøroyrar kommuna tekur samferðsluhavnina á Drel- nesi til oljuhavn. Avleiðingin av tí kann tvørturímóti verða, at lands- stýrið fer at krevja endur- gjald frá Tvøroyrar Komm- unu fyri at hava tikið sam- ferðsluhavnina til onnur endamál. Tvøroyrar Kommuna hevur annars í fleiri ár ar- beitt dúgliga fyri at gera eina oljuhavn á Drelnesi og í tí sambandinum hevur Tvøroyrar Býráð boðað frá, at ætlanin er at taka Drel- nesi til endamálið. Tvøroyrar Kommuna er eisini farin at fyrireika Drel- nes til at taka ímóti olju- vinnuni. Eitt nú skal í næstum nýggj vatnveiting leggjast yvir á Drelnes, so at havnin kann lúka tey krøvini, sum oljuvinnan setir til at fáa reinsað vatn. Verður Drelnes tikin til oljuhavn, verður tað neyð- ugt at finna eina aðra sam- ferðsluhavn í Suðuroynni, sum strandfaraskipið Smyr- il kann brúka. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað má umhugsast sera gjølla, hvussu farið verður fram í hesum mál- inum. –Tað er ikki vist, at vit uttan víðari kunnu góðtaka, at samferðsluhavnin verður tikin til onnur endamál enn samferðsluhavn, sum hon varð gjørd til. Hann sigur, at landið hev- ur goldið ein part av ferju- leguni á Drelnesi. – Fer Tvøroyrar Komm- una at taka havnina til onnur endamál, kann talan blíva um okkurt slag av endur- gjaldskravi frá landsstýrin- um til Tvøroyrar Komm- unu. Skapar fordømi Karsten sigur, at tað, sum fer at henda á Tvøroyri í hesum málinum verður for- dømi í Føroyum. – Verður talan um at taka aðrar samferðsluhavnir, fer sami framferðarháttur uttan iva at verða brúktur, tá, sum verður brúktur í sambandi við Drelnes. – Sostatt er tað ómetaliga týdningarmikið, at tað verð- ur rætt farið fram, nú Tvør- oyrar Kommuna ætlar at taka Drelnes. –Tí kann talan blíva um, at tað verður neyðugt við eini fíggjarligari uppgerð í- millum Tvøroyrar Komm- unu og landskassan, so at landið fær endurgjald fyri at hava mist samferðslu- havnina. –Karsten Hansen hugsar um, at tað kunnu onnur mál taka seg upp, sum líkjast hesum. – Eitt nú kann ein ímynda sær, at tað kemur ein dagur, har lorvíkingar, ella aðrar kommunur, heldur kundu hugsað sær at brúkt sam- ferðsluhavninar til onnur endamál. – Tí má tað umhugsast gjølliga, hvussu farið verður fram í málinum um Drelnes. Karsten Hansen leggur í øllum førum dent á, at tað ber ikki at at missa sam- ferðsluhavnina á Drelnesi, fyrrenn Smyril hevur eina – Landið hevur goldið ein part av samferðsluhavnini á Drelnesi. Tí mugu vit eisini hugsað okkum væl um, hvat vit gera, um havnin verður tikin til onnur endamál, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum aðra Havn í Suðuroy, sum kann brúkast til endamálið. –Tað fer ikki at bera til at vit koma at standa við ong- ari ferjulegu, tí tað hevði verið til óbótaligan skaða fyri Suðuroy, sigur hann. Mugu arbeiða saman Annars er peningur settur av til nýggja samferðsluhavn í Suðuroynni á langtíðar verklagsætlanini hjá lands- stýrinum. Og Karsten Hansen held- ur, at í fyrstu atløgu stendur tað til kommunurnar í Suð- uroynni at semjast um, hvussu oyggin skal byggjast út á samferðsluøkinum. –Verklagsjáttanin hjá bæði landi og kommunum verður avmarkað og tí verð- ur tað eisini ein fíggjarligur spurningur hjá kommunun- um at semjast um, hvussu Suðuroyggin skal byggjast út, um samferðsluhavnin skal verða á Tvøroyri, í Hvalba og um, hvat vág- bingar siga til tað, tí tað er eisini nógv vinnulív í Vági, ið somuleiðis hevur brúk fyri bæði at avskipa vørur og at fáa tilfar. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur eisini, at Suðuroyggin liggur so- leiðis fyri, at tað er mest sannlíkt ein oljuvinnan verður har í oynni og spurn- ingurin er sostatt eisini, um suðuroyingar kunnu semj- ast um, hvussu tey ymsu virkisøkini skulu býtast sundur ímillum komm- unurnar. – Alt kann ikki vera alla- staðni. Tí stendur tað nú til kommunurnar í Suðuroynni at finna semju um, hvussu samfelagið í oynni skal skipast, sigur Karsten Han- sen. Útróðrarbáturin Líðar- brøður úr Vági hevur gjørt ein sera gíðan túr eftir kalva. Teir vóru á á Ytrabanka og teir vóru burtur í eina viku. Burturúr tí fingu teir góð 2,2 tons av kalva, ella 2.266 kilo, fyri at tað skal vera heilt nágreiniligt. Roktúrur eftir kalva Dansinátt í Øravík Leygarkvøldið 5. august verður stór dansinátt í Øravík. Tað eru tey fýra dansi- feløgini í Suðuroynni, ið skipa fyri tiltakinum, sum verður á hotellinum í Øra- vík. Men tey leggja dent á, at tiltakið er alment, so at ein og hvør, sum hevur hug til føroyskan dans, er vælkomin við. Tey, sum eru limir í onkrum av teimum fýra dansifeløgunum melda seg til hjá teimum. Tey, sum ikki eru limir í nøkrum dansifelag, Tey fýra dansifeløgini í Suðuroy eru Sumbiar Dansifelag, Jómsvíkingar í Ein túr frammaundan fingu teir ikki meiri enn helvtina, men tað varð eisini hildið at vera gott. Teir fingu yvir 50 krónur fyri kilo av sumt av kalvanum og yvir 40 krónur fyri sumt. –Áki– kunnu melda seg til beinleiðis hjá hotellinum í Øravík. Seinasta freist at melda til er týsdagin 3. august. Dansináttin byrjar við døgverða á hotellinum, har fólk kunnu velja ímillum tríggjar høvuðsrættir, lambasteik, oksasteik ella fleskasteik. Tað, sum tey vilja hava útyvir tað, betala fólk sjálvi. Annars kostar atgongu- merkið 100 krónur og tað er galdandi fyri bæði døg- verða og dans. Tey, sum bara bara fara í dans, betala 50 krónur. Vági, Tvøroyrar Dansifelag og Suðuroyar Norðara Dansifelag. –Áki