mikudagur 26. juli 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 141 - 26. juli 2000
gult cyan magenta svart
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 141 - 26. juli 2000
gult cyan magenta svart
Hárfrí›kunarstov
urnar kring landi›
hava úr at gera í
hesum døgum
Jákup Mørk
Ta› er ikki frítt, at fólk gera
seg til, nú ólavsøkan stendur
fyri framman.
Føroysku klæ›ini ver›a
rigga›i til, og hjá summum
ræ›ur um at faa seinastu
silvurlutirnar keyptar, ella
kanska skal okkurt seymast
ella leggjast út.
Hár skal til
Eisini á yrvirtromini gera
fólk nógv burtur úr. Hár-
frí›kunarstovurnar í høv-
u›ssta›num hava úr at gera.
Ja, kanska meira, enn tær
hava nakra a›ra tí› á árin-
um.
Tóta Sørensen, sum eigur
og rekur Salon Tóta í mi›-
b‡num, sigur, at tær hava úr
at gera fyri tí›ina. – Øll vilja
ver›a snøgg á ólavsøku, og
ta› er kanska bara á jólum,
at vit hava líka nógv at gera,
sigur hon.
Hon leggur afturat, at tá
hon sigur øll, so meinar hon
eisini vi› øll. Bæ›i børn,
vaksin og eldri skulu sker-
ast. Eisini heldur Tóta, at
frítí›in ger sítt til, at so nógv
er at gera nú, men hetta hev-
ur hon sum so einki ímóti. –
Vit vilja í øllum førum ikki
vóna, at ta› ver›ur minni at
gera komandi ólavsøkurnar,
sigur hon smílandi.
Um hársni›i› til ólavsøk-
una sigur hon, at ta› sum so
er á lei› tí vanliga. – Flestu
fólkini vilja bara síggja væl
út, og ta› eru ikki so nógv,
sum vilja gera naka› heilt
serligt vi› hári›, solei›is
sum ta› er vanligt til eitt nú
føstulávint, sigur Tóta at
enda, á›renn hon aftur fer í
holt vi› næsta kundan.
Eisini uttan
fyri Havnina
Ta› er tó ikki bara í høvu›s-
sta›num, at fólk gera seg til.
Hjá
Salon
Marjun
í
Klaksvík hava tær eisini úr
at gera. Marjun Olsen, sum
rekur hárfrí›kunarstovuna
sigur vi› Sosialin, at tær so
sanniliga eisini merkja, at
ta› er ólavsøka: – Vanliga er
tá somiki› nógv at gera, at
tá ólavsøkan endiliga kem-
ur, eri eg so mó›, at eg als
ikki orki at fara til Havnar,
sigur hon.
Eisini hon heldur,
at
summarfrítí›in ger sítt, og
leggur so afturat, at ta› ann-
ars er serliga á Nor›oya-
stevnu, umframt á jólum, at
ta› stendur á hjá teimum:
– Vit plaga tó at røkka øll-
um, sjálvt um ta› onkuntí›
stendur á. Einasti trupulleik-
in er, um fólk koma í sein-
astu løtu, tí tá er ofta torført
at sleppa framat, sigur Marj-
un at enda.
Alt skal snøggast
Hjá Tótu klippa tær vi›
fullari fer›. Øll vilja rigga
væl á ólavsøku, og tí skal
hári› sjálvsagt eisini
snøggast
Mynd: Jens Kr. Vang
Músaska›ar og
ska›ar orsaka›ir
av skeivum ar-
bei›sumstø›um
gera alt meira um
seg, men í veru-
leikanum skal líti›
til, fyri at fyri-
byrgja hesum
Jákup Mørk
Ein avlei›ing av telduinn-
rásini, sum nú hevur sta›i›
vi› í eini 20 ár, er, at so-
nevndu músaska›arnir ger-
ast alsamt fleiri í tali.
Ska›in brei›ir seg
Beinta Danielsen, sum hev-
ur
fysioterapistovuna
Stimbur, sigur vi› Sosialin,
at tey merkja væl, at títtleik-
in av hesum ska›um er
øktur.
Hon sigur, at talan er um
ein stóran bólk av fólkum,
sum hava ska›ar, sum bein-
lei›is stava frá skeivum ar-
bei›sumstø›um.
Ska›ar,
sum gera um seg í undir-
armi, álboga, øksl og nakka.
Sonevndu músaska›arnir
raka nevnliga slettis ikki
bara álbogan, sum annars er
tann likamsparturin,
sum
ver›ur oftast nevndur í
hesum sambandi.
At byrja vi› eru ta› tó ser-
liga álbogin og undirarmur-
in, sum taka ska›a av smá
rørslunum vi› fingrunum,
men so vi› og vi› brei›ist
hetta, grei›ir Beinta frá: –
Tá tú fært pínu í arminum av
eini ávísari rørslu, roynir tú
av tær sjálvum at n‡ta a›rar
arbei›sstø›ur. Hesar eru
kanska heldur ikki so rættar,
og tí er tá vanligt, at ska›in
flytur seg longur upp. Eitt
nú til økslina og nakkan.
Sita ov nógv
Størsta orsøkin til hesar
ska›ar, er fyrst og fremst
skeivt
arbei›sumhvørvi,
sigur Beinta.
– Hetta eru ymsu arbei›s-
plássini tó eisini vi› at
síggja nú, og ta› er alsamt
meira vanligt, at virki spyrja
um rá›, tá skrivstovur skulu
innrættast, sigur Beinta. Í
hesum sambandi vísir hon á,
at ta› ta› bara eru bor› og
stólar, sum hava naka› at
siga, men eisini ljós, arm-
hvílur og anna›.
Hon leggur tó eitt sindur
speiskliga afturat,
at ar-
bei›splássini heldur ikki
skulu gerast ov væl innrætt-
a›i. Ein annar stórur trupul-
leiki er nevnliga, at fólk sita
alt ov leingi. Beinta vísir á,
at um rætt var› atbori›, ´áttu
skrivstovufólk at sta›i› uppi
í einar 10 minuttir av hvørj-
um tíma, so kanska er ta› av
tí gó›a, um fari› ver›ur eftir
kaffikrússinum vi› jøvnum
millumbilum.
Eisini vísir Beinta á, at í
flestu førum, so sita fólk alt
ov nógv: – Fert tú til og frá
arbei›num í bili, situr ni›ri
me›an tú ert til arbei›is, og
so eisini setir teg í sofuna, tá
tú kemur heim, so má okk-
urt henda vi› kroppinum,
sigur Beinta. Hon leggur
afturat, at bara ta› at ganga
ein túr av og á, ella gera
onkrar
einfaldar
rørslur
nakrar fer›ir um dagin, ger
stóran mun í so máta.
Skal fyribyrgjast
Beinta Danielsen leggur
annars dent á, at ta› t‡dn-
ingarmesta í hesum sam-
bandi er at fyribyrgja ska›-
unum. – Taka fólk rá›ini til
eftirtektar, er ta› besta vit
kunnu gera at fara út á ar-
bei›splássini at grei›a frá,
hvussu hetta kann fyribyrgj-
ast, sigur hon.
Er ska›in hendur, kann
hesin vi›ger›ast vi› mass-
agu, hita og ultraljó›i›, men
talan kann eisini gerast um
varandi mein,
um einki
ver›ur gjørt vi› hetta. Tí eru
bestu rá›ini at gera naka› til
tess at fyribyrgja ska›anum,
sigur Beinta enn einafer›,
á›renn vit takka fyri sam-
rø›una.
Músin ger um seg
Ta› er orsaka› av nógvu smáu rørslunum í fingrunum, at músaska›in av fyrstan tí› byrjar at gera
um seg
Mynd: Jens Kr. Vang
Norska tangaskipið West
Streamer, sum var á veg úr
Íslandi niður á europeiska
meginlandið, fekk maskin-
skaða suður úr Føroyum.
Tjaldrið fór til skipið og
sleipaði tað til Havnar.
Skipini komu á Havnina
fyrrapartin í gjár, og West
Streamer skuldi fáa skaðan
umvældan á Tórshavnar
Skipasmiðju, verður upp-
lýst av Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuni.
West Streamer er kemi-
kaliutangaskip, sum hevði
Tjaldrið sleipaði tangaskip
Fyrrapartin í gjár kom Tjaldrið á
Havnina við einum uppsteðgaðum
tangaskipi
verið í Íslandi og lastað
fiskaolju, sum, eftir hvat
Vaktar- og Bjargingartæn-
astan hevði skilt, skuldi til
Pólands.
ej
Tjaldrið kom fyrrapartin í
gjár á Havnina við norska
kemikaliutangaskipinum
West Streamer
Mynd: Jens K. Vang
Lat verða sum er
Hóast onkur hevur nevnt, at felagssangurin á ólavsøku kanska átti at verðið
broyttur, eru fólk samd, at best er, sum er
Zacharias Hammer
Norðdepli:
Hatta er ikki ein spurningur,
tú setir fólki. Sjálvandi skal
sangurin vera, sum hann er.
Hann er stutt og greitt kom-
in fyri at verða. Akkurát,
sum hann er.
Midnáttarsangurin er
vorðin fólkaogn, sum fólk
hevur tikið til sín. Og tað,
sum fólk taka til sín, fer
altíð at yvirliva, og tí kann
hann ikki broytast.
Christoffer Ripley
Vági:
Tað er eitt gott tiltak. Hatta
er útmerkað, og eigur at
vera, sum tað er.
Nú eri eg ikki altíð á
ólavsøku, men í fjør vóru
konan og eg og sungu, og
okkum dámdi tað heilt væl.
Finn Gærdbo
Vági:
Eg haldi, at hatta er eitt fínt,
sum tað er. Tað má ikki
gerast nakað við hatta, tí tað
er so populert, sum tað er,
at hatta eiga vit at varðveita
í verandi líki. Hatta samlar
so nógv fólk, at hatta má
vera verðandi.
Pól á Kletti
Tórshavn:
Eg haldi, at sangurin á mid-
nátt skal vera, sum hann er.
Tað byrjaði sum eitt av-
markað forum uttan fyri hjá
Hjalmari Jacobsen í síni tíð.
Nú hevur tað ment seg til
eitt samlingspunkt, sum av-
gjørt eigur at vera, sum tað
er. Handan løtan er í hvussu
er mín besta løta á ólavsøku.
Jens Jensen
Tjørnuvík:
Tiltakið er frálíkt. Høvuðs-
endamálið er, at fólk koma
saman at syngja kendar
sangir og fáa fram kensluna
av at vera føroyingur. Sang-
unum í Føroya Fólks kunnu
øll taka undir við.
Hatta vísir seg at vera
nakað, sum fólk taka undir
við, og har er ikki nakað
ringt at læra.
Elsa Thomsen
Hoyvík:
Hatta er ein traditión, sum
er komin fyri at vera. Tað
er eingin ivi um tað. Og tað
verður ótrúliga ringt at gera
nakrar broytingar í tí, um
nakar annars er, sum ynskir
tað.
Hatta er eitt rættiliga
áhugavert tiltak, har hvør
syngur við sínum nevi, og
Hvat heldur tú um midnáttarsangin á
ólavsøku?
Skal hann broytast, ella skal hann vera,
sum er?
tað er rættiliga charmerandi.
Eg haldi tað vera sera stutt-
ligt at hoyra fólk bara
syngja av hjarta. Hart og
spakuliga. Væl og pípandi
falskt, hvørt um annað. Tað
er ein fólkaligur hugni í tí.
Fólk vilja vera við, og tað
er væl tað, endamálið er.
Tó eitt hjartasuff havi eg
kortini, og tað er í samband
við heftini, sum brúkt verða.
Í fyrsta lagi haldi eg
ikki, at tað er neyðugt við
heftum, tí flestu fólk duga
helst sangirnar, sungnir
verða, uttanat. Men tá nú
hefti verða brúkt, hevði tað
verið gott, um sungið var
úr enda í annan. Byrjað við
nummar eitt og so hildið
fram til tann seinasta. Sum
er, kann tað væl henda, at
fólk ikki fáa við, hvat
nummar sungið verður, tá
lopið verður aftur og fram.
Og so missa tey tráðin.
Hatta tiltakið er nakað,
sum fólk síggja fram til og
gleða
seg
til
hvørja
ólavsøku.