hósdagur 6. juni 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
15
Tey 10
kostráðini
Hetta eru almennu
kosttilráðini hjá
Fólkaheilsuráðnum
Et nógv grønmeti, fullkorn og fisk og drekk vatn
afturvið. Tey flestu fólk hava hoyrt um kostráðini,
men hvussu ger man so í gerandisdegnum?
Hesi ráðini eru góð at hava í huga, tá
tú hugsar um heilsugóðan mat:
Et fjølbroytt, soleiðis at tú etur ymiskt gjøgnum
dagin og gjøgnum vikuna
2-3 fruktir um dagin
300 gramm av grønmeti, serliga tað grova slagið
sum eitt nú gularøtur, røtur, kál, ertrar, brokkoli,
leyk.
Fisk til døgurða tvær ferðir um vikuna
Fisk sum viðskera hvønn dag
Et fullkorn – 75 gramm um dagin sum kann vera
1 flís av fullkornsbreyði og 2 dl av havragrýni
Et lamba-, svína- og oksakjøt til døgurða hægst
2-3 ferðir um vikuna – og vel tá soltið kjøt
Vel heldur fisk, høsnarunga, frukt og grønmeti
sum viðskera enn kjøt
Drekk ½ litur av solti- ella lættimjólk um dagin
ella et soltið jogurt
Avmarka smør og margarin og vel heldur rapsolju
at steikja í
Et minni salt – set ikki saltbússuna á borðið og
keyp ikki ov nógv av lidnum matvørum
Et frukt, mandlur og sjokolátu heldur enn kakur
og søtmeti – keyp ikki kakur og góðgæti at eiga
inni
Drekk vatn og mjólk í gerandisdegnum heldur enn
saft, sodavatn og djús
Drekk 1½ litur av vatn um dagin - bæði afturvið
matinum, tá tú ert tyst/ur, og tá tú íðkar ítrótt.
Kelda: Fólkaheilsuráðið
Órealistiskt
Vegetarar og veganarar, ið velja
fisk og aðrar matvørur frá kostin
um, uppviga vanliga teir manglar,
ið tey fáa í sínum dagliga kosti, við
vitaminum og øðrum kostískoyti.
Á tann hátt royna tey at finna
røttu javnvágina av protein, vita
minum og øðrum, ið er neyðugt
fyri at liva sunt.
Formaðurin í Fólkaheilsuráðn
um vísir tó á, at hetta er ikki so
lætt, ið tað ljóðar, tí tað er trupult
hjá fólki at fáa eina fullfíggjaða og
rætta mynd av øllum tí, ið teimum
tørva, tá tey velja ávísar matvørur
frá.
- Veganski lívsstílurin ljóðar
øgiliga gott og tað ber til í prin
sippinum, at fáa allar tær vita
minir og protein, ið man skal
hava, gjøgnum ein veganska kost,
men tað er øgiliga trupult. Reint
praktiskt er tað eitt sindur óreal
istiskt, tí tað er ringt at fáa eina
fullfíggjaða mynd av hvørji kost
ískoyti eru neyðug, vísir hann á.
Fiskurin er alneyðugur
Føroyar eru eini fiskivinnutjóð
og gjøgnum øldirnar hevur fisk
urin eisini verið álitið hjá mong
um familjum fyri at mat á borðið.
Men umframt at hava ein alstóran
samfelagsligan týdning fyri føroy
ingar, so er fiskur eisini nakað av
tí besta, ið menniskja kann fáa. Tí
er tað eisini ein stórur trupulleiki,
um fólk velja fiskin frá í sínum
kosti.
- At vera vegetar er sum so eing
in trupulleiki, um man bara tekur
kjøt úr kostinum. Tað eru kanska
enntá nakrir fyrimunar við tí.
Trupulleikin er, um man ikki
etur fisk. Í Føroyum hava vit eitt
nógv meira avmarkað úrval enn
aðrastaðni av teimum rávørum,
ið man kann eta í staðin fyri fisk.
So eg vænti tað er trupult at liva
sum veganari í Føroyum, tí fiskur
er so týdningarmikil, sigur hann.
Fiskur er nevniliga ein høvuð
skelda til nøkur protein, ið er
týdningarmikil at likamið fær
nokk av í kostinum.
- Man skal hava nokk av pro
tein og tað fáa vit í tí vanliga kost
inum. Vandin við at vera vegetar
ella veganari er, at man kemur at
mangla nakað av hesum. Tað eru
nakrar aminosýrur, ið protein er
uppbygt av, sum man skal hava.
Nakrar av hesum verða fram
leiddar í likaminum, men tað eru
nakrar týdningarmiklar amino
sýrur, ið man fær gjøgnum kostin.
Tær koma at mangla, um man vel
ur fisk frá, sigur Magni Mohr.
Harumframt vísir hann á, at
nakrar vitaminir eisini mangla,
um fiskur verður valdur frá, men
júst tað kann lættliga loysast við
kostískoyti. Stóri trupulleikin er
mangulin av hesum aminosýrum.
- Teoretiskt ber tað til, at fáa
hesi evni aðrastaðni frá, men tað
er ein trupulleiki, um man reint
realistiskt hyggur eftir hvat fólk
eta og fáa av evnum. Tað er ein
størri fyritøka hjá fólki at fáa
alt at ganga upp. Man skal brúka
nógva tíð upp á tað, og man skal
seta seg heilt ótrúliga væl inn í øll
viðurskiftini um kost, um tað skal
eydnast, sigur hann.
Ein sunnur leistur
Meðan Magni Mohr er heldur
ivasamur, um tað er serliga sunt
at halga seg hundrað prosent til
ein vegetariskan ella veganskan
kost, so metir hann kortini, at
føroyingar kunnu læra nakað av
hesum rákinum.
- Tað er smart at hava ein, tveir
ella tríggjar vegetardagar í vikuni.
Man nýtist ikki at vera all-in vege
tar, men tað er ikki býtt, at taka ein
part av lívsstílinum til sín. Tað eru
jú nakrir heilsuligir fyrimunir við
at minka um mongdina av kjøti, ið
vit eta. Serliga er tað gott, um vit
gevast at keypa liðugtgjørt kjøt,
so sum pylsur, ið vanliga verða
keyptar úr Danmark. Tað eigur
man at taka heilt úr kostinum. Vit
hava heldur ikki tørv á tí í Føroy
um, tí vit hava so lætta atgongd
til kjøt og fisk, ið ikki eru arbeitt
við frammanundan, sigur hann,
áðrenn hann tekur samanum.
- Heilsuliga hevði tað verið
smart, um vit øll hugsaði meira
sum vegetarar. Men hugsar tú
um at gerast vegetar ella veganari
burturav, so vil eg mæli til, at man
setur seg heilt ótrúliga væl inn í
kost, áðrenn man tekur tað til sín.
- Trupulleikin er, at
um tú ert veganari
og ikki etur fisk, egg
og mjólkavørur, so er
ein stórur vandi fyri, at tú fert at
mangla ymiskt í tínum kosti. Hvat
vaksin gera er eitt, men tað verður
frámælt upp á tað sterkasta, at
lata smábørn taka lut í slíkum
kosti tey fyrstu árini
- Heilsuliga hevði
tað verið smart, um
vit øll hugsaði meira
sum vegetarar. Men
hugsar tú um at gerast vegetar ella
veganari burturav, so vil eg mæli
til, at man setur seg heilt ótrúliga
væl inn í kost, áðrenn man tekur
tað til sín
N FÁA
NUM