hósdagur 6. juni 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
14
TEMA: Vegetarar og veganarar í Føroyum
- Veganski lívsstílurin ljóðar
øgiliga gott og tað ber til í
prinsippinum, at fáa allar tær
vitaminir og protein, ið man skal
hava, gjøgnum ein veganska
kost, men tað er øgiliga trupult.
Reint praktiskt er tað eitt sindur
órealistiskt, tí tað er ringt at
fáa eina fullfíggjaða mynd av
hvørji kostískoyti eru neyðug,
sigur Magni Mohr, formaður í
Fólkaheilsuráðnum, ið kortini
heldur, at føroyingar sum
heild kundu etið minni kjøt
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
E
t nógv grønmeti, fullkorn
og fisk og drekk vatn
afturvið.
Tað er í stuttum al
menna kosttilmælið í Føroyum,
ið Fólkaheilsuráðið stendur
fyri. Kjøt verður ikki nevnt í
setninginum, men tá hugt verður
nærri at kosttilmælinum verður
tað ikki frámælt, men mælt verður
til, at hægst eta lamba-, svína- og
oksakjøt 2-3 ferðir um vikuna og
at tað tá er soltið kjøt.
Sostatt eru almennu kostráðini
at síggja til ikki so langt frá tí kosti,
ið flestu vegetarar fylgja. Fiskur
er tó ein týdningarmikil partur
av almenna kosttilmælinum og
mælir Fólkaheilsuráðið til, at
man etur fisk til døgurða tvær
ferðir um vikuna og sum viðskera
hvønn dag.
Í Føroyum hevur man ongin
almenn tilmæli um hvat man
skal gera, um man er vegetar ella
veganari, og tí ikki etur fisk ella
mjólkavørur, men tað hevur man
í Danmark, har heilsumyndugleik
arnir hava ymisk ráð til teirra, ið
fylgja høvuðslinjunum, men
velja ymiskar vørur frá. Og tað
er nakað, ið man møguliga fer at
síggja í Føroyum eisini.
- Tað tykist sum, at bólkurin av
føroyingum, ið eru vegetarar ella
veganarar er í vøkstri, so hetta
er nakað, ið vit møguliga fara at
hyggja nærri at. Danska Sund
hedsstyrelsen hevur longu hugt at
hesum og hevur nøkur tilmælir, ið
tó ikki eru galdandi fyri børn upp
til trý ár. So tað ber væl til at liva
sum vegetar, men tá er neyðugt
við røttu vitanini um kostin, sig
ur Magni Mohr, formaður í Fólka
heilsuráðnum.
Er møguligt
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum
er nevniliga slett ikki avvísandi,
um at tað er møguligt at liva sum
vegetar, uttan at tað hevur eina
neiliga ávirkan á heilsuna. Tað
vil siga, at tað ber til at liva sum
vegetar, um man ikki velur fisk
frá. Av somu orsøk er hann eisini
ivasamur í hvussu heilsugott ein
veganskur lívsstílur er.
- Spurningurin um tað ber til
at liva heilsugott sum vegetarur
ella veganari er samansettur. Tú
kanst gott vera ein vegetar og fáa
alt tað, ið tær tørvar, gjøgnum
ein heilsugóðan kost. Tað er eing
in trupulleiki. Serliga um tú etur
egg, mjólkavørur og fisk, ið teir
flestu vegetarar gera. Og um man
bara tekur kjøti úr kostinum, so
eru enntá kanska nakrir heilsu
fyrimunir við einum slíkum kosti,
sigur Magni Mohr.
Men tað er tá man byrjar at
taka aðrar matvørur úr kostinum,
at tað byrjar at gerast ivasamt, um
fyrimunirnir eru størri enn vans
arnir.
- Trupulleikin er, at um tú ert
veganari og ikki etur fisk, egg og
mjólkavørur, so er ein stórur vandi
fyri, at tú fert at mangla ymiskt í
tínum kosti. Hvat vaksin gera er
eitt, men tað verður frámælt upp
á tað sterkasta, at lata smábørn
taka lut í slíkum kosti tey fyrstu
árini, sigur Magni Mohr, ið sjálvur
metir, at tað er skeivt, at lata børn
liva eftir eftir veganskum kosti,
meðan tey enn eru í vøkstri.
- At vera vegetar
er sum so eingin
trupulleiki, um
man bara tekur
kjøt úr kostinum. Tað eru kanska
enntá nakrir fyrimunar við tí.
Trupulleikin er, um man ikki etur
fisk
LATIÐ FISKIN
FRIÐ Í KOSTI