hósdagur 6. juni 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
18
Endaliga úrslitið gjørdist, at danski
Javnaðarflokkurin og teir flokkar, ið peika
á Mette Frederiksen sum forsætisráðharra,
teir eru Sosialistiski Fólkaflokkurin, Radikalt
Vinstra og Eindarlistin, fáa tilsamans 91
umboð á Fólkatingi og sostatt meiriluta
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
M
ette Frederiksen
tók í gjárkvøldið tak
fyrsta og týdningar
miklasta stigið til at
gerast næsti forsætisráðharri í
Danmark. Tað gjørdi hon, tá reyði
blokkurin í donskum politikki
vann ein sannførandi sigur á
fólkatingsvalinum.
Endaliga úrslitið gjørdist, at
danski Javnaðarflokkurin og teir
flokkar, ið peika á Mette Frederik
sen sum forsætisráðharra, teir eru
Sosialistiski Fólkaflokkurin, Radi
kalt Vinstra og Eindarlistin, fáa til
samans 91 umboð á Fólkatingi og
sostatt meiriluta.
Aftrat teimum 91 eru tey 5
umboðini hjá Alternativinum, ið
peika á Uffe Elbæk sum forsætis
ráðharra, og tey av norðuratlant
isku umboðunum, ið kunnu vænt
ast at peika á Mette Frederiksen.
Blái blokkurin fekk ein framm
aná á valinum í gjár og fekk tá av
tornaði einans 75 tingfólk. Tá eru
tey 4 tingfólkini hjá Nye Borgelige
ikki tald við, tá Lars Løkke Ras
mussen hevur gjørt greitt, at tað
kemur ikki upp á tal at samstarva
við flokkin, ið ynskir at trekkja
Danmark úr altjóða sáttmálum
og samstarvi um flóttafólk.
Og um midnáttarleitið ásannaði
Lars Løkke Rasmussen, formaður
fyri Vinstra og forsætisráðharri,
at neyvan var nakað grundarlag
hjá honum at halda fram.
- Kæru vinir. Vit hava fingið eitt
fantastiskt gott val. Men valdið
skiftir. Tí ringdi eg fyrr í kvøld
til Mette Frederiksen og fortaldi
henni, at eg í morgin klokkan 11
ætli at fara til Hennara Hátign
Drotningina og boða frá valúrslit
inum. Út frá tí fari eg at leggja frá
mær og heita á hana at innkalla
til drotningaumfar, segði hann í
røðuni í valhølunum hjá Vinstra.
Stutt eftir kom Mette Fred
eriksen inn í valhølini hjá Javn
aðarflokkinum til stóran fagnað
frá hennara viðhaldsfólkum. Har
staðfesti hon, at danir høvdu valt
eina nýggja kós.
- Góðu danskarar. Tit hava valt
at Danmark skal hava ein nýggjan
meiriluta, at Danmark skal hava
eina nýggja kós. Og tit hava valt,
at Danmark skal hava eina nýggja
stjórn, segði hon.
Reyðu stuðulsflokkarnir
sigraðu
Hóast valdið í donskum politikki
skifti frá bláa til reyða blokkin, so
vóru tað ikki teir stóru flokkarnir,
ið avgjørdu valið.
Danski Javnaðarflokkurin fekk
25,9 prosent av atkvøðunum, ið er
ein afturgongd á 0,4 prosentstig,
men úrslitini aðrastaðni gjørdi, at
flokkurin vann eitt umboð aftrat.
Æruna fyri framgongdina hjá
reyða blokkinum eiga í staðin fyri
stuðulsflokkarnir Sosialistiskur
Fólkaflokkurin og Radikala
Vinstra. Radikala Vinstra fekk
størstu framgongdina á valinum
í gjár við 4 prosentum og tvífaldar
flokkurin talið av umboðum frá 8
til 16. Sosialistiski Fólkaflokkurin
fekk 7,7 prosent og eina framgongd
á 3,5 prosentstig, ið eisini er ein tví
faldan av umboðum frá 7 til 14.
Síðsti stuðulsflokkurin í reyða
blokkinum, Eindarlistin, hevði
eina lítla afturgongd á 0,9 prosent
stig og fekk 6,9 prosent á valinum.
Tað svarar til 13 umboð, ið er eitt
færri enn til seinasta val.
Hørð krøv
Mette Frederiksen gjørdi í sigurs
taluni í gjár greitt, at hon ætlar
at Javnaðarflokkurin skal skipa
stjórn einsamallur, men at tað er
ein stjórn, ið er klár at samstarva
við teir flokkar, ið ynskja eitt kon
struktivt samstarv.
Talan verður tó neyvan um
eina lætta uppgávu, tí stóra
framgongdin hjá bæði Radikala
Vinstra og Sosialistiska Fólka
flokkinum byggja millum annað
á, at flokkarnir í valstríðnum hava
sett hørð krøv til eina nýggja
stjórn.
Radikala Vinstra hevur millum
annað kravt eina uppgerð við
førda flóttafólkapolitikkinum, ið
danski Javnaðarflokkurin hevur
stuðlað, meðan fíggjarpolitikkurin
hjá flokkinum skilur seg munandi
frá tí hjá restini av reyða blokkin
um, har flokkurin millum annað
vil hækka pensjónsaldurin hjá
teimum, ið ikki eru niðurslitin.
Krøv sum Javnaðarflokkurin hig
artil hevur avvíst.
Sosialistiski Fólkaflokkurin
gjørdi tíðliga í valstríðnum greitt,
at tey hava tvey ófrávíkilig krøv
til eina nýggja stjórn.
Tað fyrsta er ein minsta norm
ering á dagstovnaøkinum, so at
tað í minsta lagi eru ein vaksin til
hvørji trý børn í vøggustovunum,
og ein vaksin til hvørji seks børn í
barnagørðunum. Seinna kravið er
at strika loftið hjá teimum, ið fáa
pengahjálp frá tí almenna.
METTE VANN
FÓLKATINGSVALIÐ
Vermund: Pernille Vermund, forkvinna fyri nýggja
flokkin í donskum politikki. Mynd: Ritzau Scanpix
Lars løkke: Lars Løkke Rasmussen á røðarapallinum hjá Vinstra í gjár