Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 19 Um so er, at Mette Frederiksen og Javnaðarflokkurin ikki taka hesi krøv við í eitt nýtt stjórn­ar­ sam­starv, hevur Pia Olsen Dyhr, for­kvinna í SF, gjørt greitt, at tey fara ikki at atkvøða fyri fyrstu fíggjarlógini hjá nýggju stjórnini. Gott val hjá Vinstra Í bláa blokkinum var støðan øvugt, har Vinstra fekk besta valið við eini framgongd á 3,9 prosentstig. Flokkurin fekk tilsamans 23,4 pro­ sent av atkvøðunum og 43 ting­ sessir, ið eru 9 fleiri enn áðrenn valið. Teir konservativu kundu eisini fegnast um eitt gott valúrslit. Flokk­urin fekk 6,6 prosent, ið er fram­gongd á 3,2 prosentstig. Tað er ein tvífaldan av tingmanningini frá 6 til 12. Verri gekst hjá hinum flokk­ un­um í bláa blokki. Danski Fólka­flokkurin fekk ein ordans framm­aná av veljarunum og fór 12,7 prosentstig aftur á valinum. Sostatt er flokkurin minkaður niður í 8,7 prosent, ið gevur 16 um­ boð. Tað eru 21 umboð færri enn til sein­asta val. Kvøldið var heldur ikki stuttligt hjá Liberalu Samgonguni. Flokk­ ur­in hjá Anders Samuelsen fór aftur 5,2 prosentstigum og end­aðu á 2,3 prosent. Tað merkir at flokk­ ur­in missir 9 tingfólk og hevur einans 4 eftir. Paludan gjørdist ov stuttur Undan valið var eisini stórur spenn­ingur, um hvussu tað fór at gangast hjá teimum smærru flokkunum, Nye Borgerlige, Krist­ in­demokratunum, Stram Kurs og Klaus Riskær Pedersen, ið royndu at koma um sperrumarkið. Tá valhølini lótu aftur klokkan átta í gjárkvøldið vísti Exit-poll kanningin hjá Danmark Radio, at bæði Kristindemokratarnir og Nye Borgerlige komu á Fólkating, meðan tað var um reppið, at Stram Kurs megnaði tað. Men longu við fyrstu for­søgn­ ina gjørdist greitt, at hetta ikki bleiv kvøldið hjá teimum lítlu flokk­unum og tá avtornaði var tað ein­ans Nye Borgelige, ið megnaði at koma um sperrumarkið við 2,4 prosent av atkvøðunum. Stram Kurs við Rasmus Paludan fekk 1,8 prosent av atkvøðunum, Krist­ in­demokratarnir 1,7 prosent og Klaus Riskær Pedersen fekk 0,8 pro­sent. Siumut og IA vunnu í Grønlandi 2 2 ára gamla Aki-Mathilda Høegh-Dam úr Siumut og 41 ára gamla Aaja Chemnitz Larsen úr IA skulu næsta fýra árini umboða Grønland á Fólkatingi. Tað er greitt aftaná at atkvøðurnar í Grønlandi eru taldar upp. Aaja Chemnitz Larsen er sostatt afturvald á Fólkating, meðan Aki-Mathilda Høegh- Dam, ið stillaði fyri fyrstu ferð, vann sæti hjá fyrrverandi landsstýrisforkvinnuni Aleqa Hammond, ið stillaði upp fyri NQ. Hóast IA og Siumut vunnu valið er talan um eina afturgongd hjá báðum flokkunum. IA bleiv størsti flokkur við 33,5 prosent av atkvøðunum, ið er 4,9 prosentstig færri enn seinast, meðan Siumut fekk 29,4 prosent, ið er ein afturgongd á 8,6 prosentstig. Í valstríðnum gjørdi Aki- Mathilda Høegh-Dam greitt, at hon peikar á Mette Frederiksen sum forsætisráðharra, meðan Aaja Chemnitz Larsen valdi ikki at taka støðu áðrenn valið. Uttanríkis­ ráðharrin fall D anski uttan­rík­is­ ráðharrin And­ers Samuelsen hev­ur mist sín sess í Fólka­ ting­inum. Tað gjørdist endaliga greitt um mid­náttar­leitið, tá síðstu atkvøðurnar blivu taldar upp í Danmark. Liberala Samgongan fekk eitt marruval í gjár og minkaði úr 7,5 prosentum frá seinasti vali til 2,3 prosent. Hetta merkir at flokkurin einans fær fýra tingfólk á Fólkating og missa heili 9. Og greitt er, at millum tey, ið veljararnir hjá flokkinum hava vrakað, er sjálvur formaðurin Anders Samuelsen. Flokkurin hevur nevniliga einki umboð fingið í Norðursælandi, har Anders Samulesen var uppstillaður, og greitt er, at økið ikki fær eitt útjavningarumboð Ein annar profilur hjá flokkinum, ið má takka fyri seg, er Joachim B. Olsen, ið misti sín sess í Keypmannahavn. N VALIÐ Mette: Sigursharrin, Mette Frederiksen, á veg inn í valhølini hjá Javnaðarflokkinum. Mynd: Ritzau Scanpix Anders: Uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen fall á valinum