hósdagur 6. juni 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
20
FÓLKATINGSVALIÐ
Edmund Joensen úr
Sambandsflokkinum er valdur
fyri fjóðru ferð og Sjúrður Skaale
úr Javnaðarflokkinum er valdur
triðu ferð á rað at umboða
Føroyar á Christiansborg
ÁRNI GREGERSEN
F
ólkatingssvalið í Føroyum
mikudagin hevði við sær,
at tað vera teir báðir Ed
mund Joensen úr Sam
bandsflokkinum og Sjúrður
Skaale úr Javnaðarflokinum, sum
fara at umboða Føroyar á Fólka
tingi í hesum valskeiðnum.
Edmund Joensen fer undir
sítt fjóðra valskeið og Sjúrður
Skaale fer undir sítt triða. Tað
vil siga, at talan er um tveir pol
itikarar, sum til fulnar kenna til
mannagongdirnar á Christians
borg og vita hvat skal til fyri at
verða hoyrdur.
Sjúrður Skaale er valdur fyri
triðu ferð á rað. Hvat er tað, sum
hann ger rætt?
- Vit hava roynt at sagt tað í val
stríðnum, at tað ræður um at fara
út um seg sjálvan og vita hvat onn
ur halda hevur týdning. At reka
politikk í eygnahædd
- Man spyr eftir, hvat skal til
fyri at tingini kunnu virka betur
og so arbeiðir fyri tí, sigur Sjúrður
Skaale.
Sjúrður Skaale hevur eeisini
fleiri ferðir sagt, at hann er vorðin
ogv gamal til bert at tosa.
- Spurningurin er um tað er
nóg mikið at arbeiða ideologiskt
og sveima omanfyri alt. Tá ið ein
hevur sama aldur sum eg, so vil
man fegin, at tá ið dagurin er lið
ugur, so liggja onkur úrslit eftir.
Tað er í hvussu so er tað, sum er
mest nøktandi fyri meg.
Edmund kom aftur
Hin nývaldi fólkatingslimurin er
Edmund Joeensen úr Sambands
flokkinum. Hann fall við seinasta
fólkatingsval, men var valdur aft
ur í Fólkatingi mikudagin.
- Eg haldi at orsøkin til at eg
var valdur er tann politikkur, sum
Sambandsflokkurin vil reka. Ein
semjusøkjandi politikk, sum gev
ur Føroyum úrslit. Tað trúgvi eg
kundi verið yvirskrivtin, sigur Ed
mund Joensen.
Edmund Joensen heldur ikki,
at tað fer at broyta so nógv fyri
hansara viðkomandi, at tað ikki
longur er talan um eina borgarliga,
liberala stjórn í Danmark.
- Í sjálvum arbeiðnum á Fólka
tingi fer hetta onki at broyta, tí
vit eru ein sjálvstøðugu flokkur á
Fólkatingi, sum hevur eitt prakt
iskt samstarv við Vinstra.
- Tá ið vit nú skulu samstarva
við eina stjórn úr hinari helvtini av
salinum, so verður tað meira tal
an um eitt breitt samstarv, meðan
vit við borgarligum stjórnum ofta
hava verið ein partur av tí sam
gonguni, sigur Edmund Joensen.
Edmund Joensen og Sjúrður
Skaale hava sitið saman á Fólka
tingi í eitt valskeið. Sjálvt um teir
umboða hvør sín flokk í Føroyum,
so hava teir samstarvað væl, siga
báðir teir nývaldu fólkatingslim
irnir.
- Okkara viðurskifti hava verið
ómetaliga góð. Sjálvt um vit hava
hvør sína politisku áskoðan á
fleiri ting, so draga vit aloftast
somu línu, tá ið vit viðgera mál
Tveir roy
politikar
umboða F
á Fólkati