Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 21 í Fólkatinginum, sigur Edmund Joensen. - Vit eru ofta tað føroyska and­ litið úteftir og tað eydnast, sum oftast væl. Vi skulu eisini báð­ir vera forlongdi armurin hjá Løg­ tingi og landsstýri úteftir, so tað kem­ur av sær sjálvum. Mwen sjálv­andi átaka vit okkum onkrar aðr­ar uppgávur – til dømis at fáa pen­ing til vega til føroyskar verk­ ætl­anir, men tað ger tða bara eitt sindur meira spennandi. Men tá ið tað snýr seg um tey stóru mál­ini, trúgvi eg vit saktans kunnu semj­ ast um, sigur Edmund Joensen -Vit hava havt eitt gott sam­ starv, sigur hann. Skulu samstarva Sjúrður Skaale er samdur við Ed­ mund Joensen um, at teir hava eitt gott samstarv. - Fyrst var eg saman við Ed­ mund Joensen. Vit høvdu eitt fínt sam­starv og so kom Magni Arge og vit høvu eisini eitt fínt samstarv. Tá ið vit umboða Føroyar í einum slíkum føri, sum her, so skulu vit samstarva – tað sigur seg sjalvt og tað gera vit eisini, sigur Sjúrður Skaale. Tá ið teir verða spurdir um, um tað er nakað serligt mál, sum teir halda fer at seta dagsskránna fyri teir komandi árini svara teeir so­ leiðis: - Hevði eg fingið sama spurning fyri fýra árum síðani, so hevði eg ikki havt hóming av , hvat fór at henda komandi fýra árini og tað veit eg heldur ikki nú, sigur Sjúrð­ ur Skaale. Hann leggur afturat, at teir fara at arbeiða á nøkulunda sama hátt, men at tað kortini eru einstøk mál, sum hann veit um fara at vera ein partur av arbeiðsskránni. Hann nevnir tilboðið frá Novo Nordisk, sum kom í heyst, men sum strandaði í Føroyum. Tað kem­ur fram aftur. Spurningurin um MVG av talgyldum tænastum og hvar teir pengarnir skulu fara, er eitt annað mál. - Eisini eitt mál um útlendingar, sum eru giftir í Føroyum, At tey skulu hava visa, hvørja ferð tey skulu til Danmarkar er ein forðing í ríkis­felagsskapinum, sum vit vilja arbeiða fyri at fáa burtur, sig­ur Sjúrður Skaale. Edmund Joensen sigur, at hetta eru mál, sum hann og Sjúrður Skaale arbeiddu saman um, tá ið hann seinast var á Fólkatingi. - Hetta eru smámál fyri Dan­ mark og Føroyar, men rættuliga stór mál fyri tey, sum tað rakar. Novo Nordisk málið er eitt annað, men har má landsstýrið koma við ein­um greiðum svari. Edmund Joensen sigur, at tað fólkatingslimirnir kunnu taða jørðina fyri at Føroyar fáa ein fríari markna í Evropa, men eis­ini tað krevur eitt mandat frá lands­ stýr­inum. Løgtingið hevur givið mandat til hetta, sigur hann. Broytingar Tað eru sjálvandi broytingar hendar í leiklutinum hjá føroysku fólkatingsumboðunum, síðani vit fingu grundlógina. Sjúrður Skaale sigur, at hann fleiri ferðir hev­ur víst á, at nógv vald er flutt til Føroyar og at føroysku fólka­ tings­limirnir ikki eru lóggevarar í Før­oyum. - Vit hava okkara egna bú­skap og gera okkara egnu av­tal­ur við onnur lond, so vit mugu síggja at demokratisku komm­ando­linj­ur­ nar eru í Føroyum. Vit mugu ikki und­irminera Løgtingið og lands­ stýrið. Vit lógeva ikki fyri Føroyar, sigur Sjúrður Skaale. Edmund Joensen sigur, at ting­ ini eru nógv broytt síðani hann var valdur fyrstu ferð. Vit ráða yvir øllum, tá ið tað snýr seg um mál, sum bert hava við Føroyar at gera. -Vit mugu virða, at vit eru ein sjálv­støðugur partur í danska rík­ in­um, sigur Edmund joensen. yndir rar skulu Føroyar ingi