hósdagur 6. juni 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
22
Christian
koppaði
Anniku
S
íðan løgtingsvalið
2008 hevur Ann
ika Olsen, borg
arstjóri í Havn,
verið toppskorari hjá
Fólkaflokkinum í høvuðs
staðnum til øll løgtings-
og fólkatingsval.
Gjárkvøldið bleiv sig
ursrøðin tó brotin, tá
hon mátti taka til takkar
við einum 2. plássi aftaná
nýggja valevnið Christi
an Andreasen, ið fekk
150 atkvøður fleiri enn
borgarstjórin í høvuðs
staðnum.
Tilsamans fekk adv
okaturin og formaður
í FSF 709 persónligar
atkvøður á valinum í gjár,
og endaði nummar trý á
listanum hjá flokkinum.
- Eg eri væl nøgdur
við úrslitið og hevði ikki
væntað at blivið topp
skorari í Havn. Men tað
er ikki so galið at fáa 700
atkvøður fyrstu ferð man
stillar upp, sigur Christi
an Andreasen.
Men gleðin yvir góða
persónliga valið bleiv
minni av, at flokkurin
gjørdist ov stuttur til ein
fólkatingssess. Og tað er
serliga Havnin, ið Christi
an Andreasen heldur, at
flokkurin má gera meira
við.
- Framgongdin hjá
flokkinum er størst utt
anfyri Havnina, har flokk
urin fekk upp móti 30
prosent av atkvøðunum,
meðan vit í Havnini um
boða bara 16-17 prosent av
atkvøðunum. So tað ligg
ur framvegis eitt arbeiði
eftir at fáa havnarfólk
við. Har er eitt potentiali
fyri størri vøkstri, um
man fær eina líka stóra
framgongd í Havnini sum
í restina av landinum, sig
ur Christian Andreasen.
Spurdur um hann við
yvir 700 atkvøðunum
følir seg tryggan upp á at
fáa ein sess á løgtingi, við
gongur hann, at vónirnar
nú eru góðar.
- Einki verður vunnið
av sær sjálvum. Men tá eg
fái 700 atkvøður til mítt
fyrsta fólkatingsval, so
havi eg sanniliga vónir
um at blíva valdur inn á
løgting. Men man kann
einki siga við vissu, tí tað
krevur hart arbeiði, sigur
hann.
Beinir
sigursharri
í Klaksvík
E
itt nýtt politiskt
stjørnuskot sá
dagsins ljós á
fólkaflokslistan
um í gjár, tá 22 ára gamli
Beinir Johannesen, bý
ráðslimur fyri Fólka
flokkin, gjørdi eitt rimm
ar hál í Klaksvík. Við 444
persónligum atkvøðum í
Klaksvík var hann høv
uðsorsøkin til, at Fólka
flokkin vann helmingina
av atkvøðunum í fiski
vinnuhøvuðsstaðnum.
Alt í alt fekk Beinir Jo
hannesen 667 atkvøður
á valinum og endaði
nummar 5 á listanum hjá
Fólkaflokkinum. Góða
úrslitið kemur óvæntað
á unga valevnið.
- Eg eri ikki ordiliga
komin yvir, at eg fekk so
nógvar atkvøður. Tað er
nokk so óvæntað, tí eg
havi ikki havt tíð at ført
valstríð, sigur Beinir Jo
hannesen.
Vikurnar upp til valið
hevur hann nevniliga
havt úr at gjørt við ar
beiði og skúlagongd, og
tí hava umstøðurnar ikki
verið so góðar til valstríð.
Tað verður tó øðrvísi
til løgtingsvalið, lovar
nýggja stjørnuskotið hjá
Fólkaflokkinum, ið longu
ætlar sær at fara undir
valstríðið.
- Eg fari at gleðast
um úrslitið í dag aftrat,
men so fari eg í gongd
við valstríðið til løgtings
valið, sigur hann.
Tá man fær 677 per
sónligar atkvøður er tað
nógv, ið bendir á, at ein
sessur í løgtinginum er
innan eygsjón. Serliga tá
man fær millum 200-400
atkvøður fleiri enn Jákup
Mikkelsen og Elsebeth
Mercedis Gunnleygs
dóttur, ið bæði eru ting
fólk hjá Fólkaflokkinum
í Norðoyggjum. Beinir
Johannesen tekur sær tó
ikki av løttum.
- Eg taki einki fyri givið,
tí nógv kann broytast
til løgtingsvalið. Nýggir
flokkar og onnur valevnir
fara at stilla upp, ið ikki
stillaðu upp hesi ferð. So
tað kann nógv broytast.
Høvuðsmálið verður at
sleppa inn og so mugu
vit síggja hvussu nógvar
atkvøður eg fekk, sigur
Beinir Johannesen.
FÓLKATINGSVALIÐ