hósdagur 6. juni 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
23
Toppskorari
stillar ikki
upp til løg
tingið
F
ólkaflokkurin
gjørdi eitt mun
andi betri val
hesa ferð enn
seinast og var einans 1,7
prosentstig frá Javnaðar
flokkinum, ið fekk annað
umboðið.
Ein av orsøkunum til
góða valið var Uni Ras
mussen, býráðslimur í
Eysturkommunu, ið á
fyrsta sinni stillaði upp
fyri Fólkaflokkin til eitt
fólkatingsval. Við 827 at
kvøðum gjørdist hann
heldur óvæntað topp
skorari hjá Fólkaflokk
inum til valið.
- Hetta var ordiliga
gott. Eg hevði ikki
væntað at blivið topp
skorari á listanum hjá
Fólkaflokkinum. Tað er
ein blandað kensla, tí
flokkurin kom ikki inn
á Fólkating, men eg eri
glaður fyri at hava gjørt
eitt so gott persónligt
val. Men tað hevði gjørt
minni, um eg fekk eitt
sindur færri av atkvøðum,
um flokkurin megnaði at
vinna sessin, sigur Uni
Rasmussen, tá vit tosa
við hann morgunin eftir
valið.
Men meðan flestu
valevnir, ið fingu eitt
gott val í gjár, rigga til
at endurtaka góða valið
til løgtingsvalið í august,
verður Uni Rasmussen
ikki millum teirra, ið
standa á listanum hjá
Fólkaflokinum.
Hann og beiggin, Jóan
Magnus Rasmussen, ting
maður fyri Fólkaflokkin,
høvdu nevniliga eina av
talu um, at teir stillaðu
upp til hvør sítt val. Og
tann avtalan er enn gald
andi.
- Eg og Jóan Magnus
Rasmussen hava eina av
talu og har er einki nýtt.
Valúrslitið broytir í fyrsta
umfari ikki nakað við tað,
sigur Uni Rasmussen,
Spurdur um hann ong
an ábending hevði um, at
hann fór at fáa eitt so
gott val, sigur hann, at
hann visti at stuðulin
var til staðar, men hevði
als ikki væntað so nógvar
atkvøður.
- Eg føldi at har var
ein ávísur stuðul, men
eg hevði ikki væntað,
at tað bleiv so nógv. Tað
vóru fá valstøð har eg
einki fekk, men fekk eg
atkvøður úr øllum land
inum. Heimstaðurin, føði
staðurin og høvuðsstað
urin vóru tó tey støðini,
ið eg fekk mest, og tað er
bara stuttligt, sigur Uni
Rasmussen.
Eyðdis ætlar
sær á ting
S
ambandsflokk
urin hevur fingið
eina
nýgg ja
sterka kvinnu
aftaná fólkatingsvalið í
gjár. Við 302 atkvøðunum
fekk Eyðdis Hartmann
Niclasen, borgarstjóri í
Vága kommunu, besta
valið av nýggju valevn
unum hjá Sambands
flokkinum og fekk flest
atkvøður av øllum kvinn
unum.
Sum nummar seks á
listanum hjá Sambands
flokkin hevur hon eisini
góðar vónir um, at tað fer
at eydnast at vinna eitt
sæti á løgtingi til kom
andi løgtingsval.
- Eg eri nýggj og visti
ikki hvat eg skuldi væntað
mær. Onkur segði mær,
at man skuldi fáa um 150
atkvøður fyri at vera væl
fyri til eitt løgtingsval,
so eg vónaði at fáa 80 at
kvøður fyri ikki at sláa
heilt feil. So nú fekk
eg virkuliga blóð upp á
tonnina til løgtingsvalið,
sigur Eyðdis Hartmann
Niclasen.
Sjálv er hon eisini bilsin
av, at hon fekk so nógvar
atkvøður ymsastaðni í
landinum, harímillum av
Tvøroyri, í Sørvági og í
høvuðsstaðnum.
- Eg eri øgiliga bilsin av
atkvøðunum og takksom
fyri stuðulin, ið kemur
fleiri staðni úr landinum.
Hetta hevði eg als ikki
væntað, sigur borgar
stjórin í Vága kommunu.
Næsta stig er nú at
fyrireika seg til løgtings
valið, ið verður í seinasta
lagið síðst í august. Málið
er tá at vinna ein sess fyri
Sambandsflokkin.
- Hetta gav mær mót
at kempa víðari til løg
tingsvalið. So nú snýr
tað seg um at halda á og
arbeiða móti málinum,
sigur borgarstjórin í Vága
kommunu.
Vil ikki
bróta val
lyftið
S
tóra
søgan
hjá Javnaðar
flokkinum
í
g j á r k v ø l d i ð
var sjálvandi, at tað
eydnaðist flokkinum
at endurvinna fólka
tingssessin, aftaná at
Sjúrður Skaale gjørdist
toppskorari í øllum
landinum.
Men tvey pláss longri
niðri á listanum goymdi
ein onnur sólskinssøga
seg. Barbara Gaardlykke
Apol stillaði á fyrsta
sinni upp fyri Javnaðar
flokkinum og gjørdi tað
so mikið væl, at hon
endaði sum nummar
trý við 394 atkvøðum.
Einans Sjúrður Skaale
og Aksel V. Johannesen,
løgmaður, fingu eitt
betri val.
Og tað var eitt fegið
og bilsið valevni, ið vit
fingu fatur á morgunin
eftir valið.
- Eg havi ikki ordiliga
fatað tað enn. Eg havi
brúk fyri nøkrum døg
um at sodna hesum.
Eg hevði ongantíð trúð,
at eg fór at enda sum
nummar trý á listanum.
Eg visti tað vóru nøkur,
ið stuðlaðu mær, men
eg hevði aldrin í verðini
droymt at tey vóru so
nógv, sigur Barbara
Gaardlykke Apol.
Við nærum 400 per
sónligum atkvøðum eru
útlitini fyri at vinna ein
sess á løgtingi rættiliga
góð, men Barbara Gaard
lykke Apol hevur ongar
ætlanir um at stilla upp
til komandi løgtingsval.
Til fólkatingsvalið lov
aði hon nevniliga, at
hetta var einasta valið,
ið hon stillaði upp til.
Og tann avgerðin verður
ikki broytt.
- Tað er hundrað
prosent, at eg ikki stilli
upp til løgtingsvalið.
Fyri meg er tað ein prin
sipiell avgerð. Eg stillaði
upp upp á tað, at eg fór
ikki at stilla upp til tvey
val, tí eg haldi veljarin
eigur at vita hvar hann
setur krossin og tað
má eg eisini halda. Eg
kann ikki fara at bróta
eitt vallyfti longu dagin
eftir, bara tí eg ikki bleiv
nummar eitt. Nærum
400 fólk hava valt og
sett álit á meg, og eg
fari at halda tað eg havi
lovað teimum, sigur
hon.
Hóast ein løgtings
sessur ikki bíðar, so er
tað rættiliga sannlíkt,
at hon sum nummar
trý á javnaðarlistanum
sleppur at taka sæti á
Fólkatingi sum vara
kvinna. Spurd hvat vit
kunnu vænta av henni
har, svarar hon, at tað
verður eitt framhald av
higartil førda politikki
hjá Javnaðarflokkinum.
- Javnaðarflokkurin
er farin upp á val upp
á, at halda fram við tí
sama góða, ið vit hava
gjørt. Vit hava endur
vunnið álitið til at gera
tað sama aftur. Tað
er at samstarva við
so nógvar partar sum
møguligt og avrika so
nógv sum møguligt.
Tað er sjálvandi eisini
tað, ið eg ynski at halda
fram við, sigur Barbara
Gaardlykke Apol.