Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 24 INGER SMÆRUP SØRENSEN Nur wer die Sehnsucht kennt „Lied der Mignon“ Nur wer die Sehnsucht kennt Weiss, was ich leide! Allein und abgetrennt Von aller Freude, Seh’ ich an’s Firmament Nach jener Seite. Ach! der mich liebt und kennt Ist in der Weite. Es schwindelt mir, es brennt Mein Eingeweide. Nur wer die Sehnsucht kennt Weiss, was ich leide! Johann Wolfgang von Goethe N ur wer die Sehnsucht kennt – einans tann, ið longsulin kenn­ir. Hjá týska yrkj­a­ ranum, leikskaldinum, rit­ høv­und­anum, politikaranum og nátt­ úruvísindamanninum Johann Wolf­gang von Goethe (1749-1832) hev­ur longsulin nógv at siga. Longsul eftir kærleika, tí elskaða. Longsul eftir stóru kenslunum og longsul eftir innliti. Longsul eftir náttúruni og longsulin at gerast eitt við náttúruna. Longsul eftir samanhangi millum fortíð og nútíð. Longsul eftir samljóðinum, tí alfevnda, tí samfeldu heildini, eindini. Longsulin er ein partur av rom­antisku heimsmyndini, tí slepst ikki undan. Tá ein ímynd­ar sær eina heild sum part av heims­myndini, ein natúrligan sam­anhang, har ein ein andi seyr­ar gjøgnum alt, har ein frum­máttur heldur øllum saman, har tað kropsliga og tað andaliga eru fult sambærilig, og har menn­iskja er eitt við náttúruna, tá gerst longsulin óumberligur. Tí menn­iskjan kann bara stremba eftir at vera eitt við náttúruna. Hon má ásanna, at hon er avbyrgd, at sam­bandið við fortíðina tvørrar, og hon má gera ta sannroynd, at syndr­ing fylgir stóru samfeldu heild­ini. Men hon kann leingjast. Sostatt er longsulin sambandið við alfevnandi samanhangin. Longs­ulin er eitt millumstøði. Tað er í longslinum, í umskiftinum, at tað romantiska menniskja kennir størstu fullgerðina. Í tí ófullgjørda ligg­ur djúpasta sálarmegin. Í forelskilsinum, í ógjørliga kær­leik­anum. Í vónini um møti við stórfingna náttúru. Í kensluni av tí endaleysa og gudaborna. Tann einstaka kennir seg livandi í longslinum, og longsulin drívur listaverkið, og gjøgnum listaverkið fáa vit innlit í heildina. Longsulin, og harvið listin, rúmar alt, og tað rúmar altið heildina. Ein heild, sum hjá Goethe er fjølbroytt, fjøltýdd og mótsigandi. Smá tveyhundrað ár eftir romantikkin virkar Ragnar Kjartansson (1976) í einum stórum broytiligum øki, har myndlist, filmur, tónleikur, sjónleikur og bókmentir finna saman í eini fjølbroyttari og fjøltýddari og mótsigandi heild av framførslulist, tekningum, málningum, videolist og installatiónslist. Í hesum økinum hevur Ragnar Kjartansson skapt verk so sum “Nur wer die Sehnsucht kennt”, ið ber heiti á yrkingini hjá Goethe. Talan er um eitt fjallalandslag, harðir klettar og kavaklæddir tindar av málaðum fløtum, ið standa á gólvinum. Hetta er onnur síðan. Hinumegin eru ráðar, ómálaðar krossviðplátur. Men tær eru eins umráðandi. Her er eingin rætta ella ranga, men ein heild, hóast hon er óliðug. Ein heild, vit kunnu flyta okkum í, leingjast og leita í og finna tað, sum liggur ímillum. Á markinum millum eydnu og sorg. Løtan frá samljóði til syndring. Rørslan frá einum útmarki til annað. Spenningsøkið millum skemt og sorgarleik. Møtið millum tað gerandisliga, tugda, tanlaða og tað óveruliga, tað makaleysa, tað gudaborna. “Nur wer die Sehnsucht kennt” er sostatt ikki einans eitt verk, sum er eitt bakstøði fyri gerðum, eitt høpi, har okkurt kann skiljast, eitt slag av tjaldi, har leikast kann, ein pallur, har einstaklingurin kann føra seg fram. Tað at lata sum um, pallseta, og spæla sjónleik er – eins og longsulin – merkt av skifti ella yvirgongu frá onkrum til okkurt annað. Kanska frá fortíð til nútíð og afturaftur. Kanska frá mentanini og nútímans samfelagnum og inn í náttúruna, sum tykist minni tengd at ítøkiliga veruleikanum og meira ávirkað av anda, hugflogi og vilskapi, og so afturaftur. Ella við fleiri yvirgongum frá álvara til skemt til sorgblídni og so afturaftur. Ella uppaftur fleiri umskiftum. Ein endaleys rørsla aftur og fram, runt og runt. Tá Ragnar Kjartansson við sínum verki “Nur wer die Sehnsucht kennt” sendir lítlar heilsanir til romantikkin, vil tað ikki siga, at verkið er nær skylt við yrkingina hjá Goethe, ella at tað er ein viðmerking til romantikkin. Listamaðurin dregur fram tættir úr romantikkinum og spælir sær við teir. Hann spælir sær við, hvussu romantiski skaldskapurin hevði lyndi til at endurtaka, hevði ovurstóran áhuga fyri plássi menniskjans í náttúruni og dyrkaði náttúruupplivingar, hevði stóran tokka til millumstykki, har okkurt broytist frá eini støðu til aðra, legði áherðslu á einstaklingahugsan og tað uppgjørda, og hann spælir sær eisini við romantisku kensluna, stundum ovurhugað, stundum háfloygd, stundum sansalig ella innilig, brádliga skiftandi frá einum til annað. Men Goethe og romantikkurin eru bara møguleikar úr eini ørgrynnu av møguleikum, og tað samband, verkið hevur við hesar møguleikarnar, er ikki beinleiðis og kann ikki lýsast sum ein ávísing, tilvísing ella viðmerking. Sambandið millum verkið og hesar møguleikar er bæði meira óbeinleiðis og meira livandi, tað er í støðugari rørslu, og kann kanska betur lýsast við forskoytinum ‘endur’, og ikki bara einum ‘endur’, men við nógvum. So sum enduruppliving, endurminning, endurmynd, endurljóð, endurskoðan, endurfinning, endurveking, endurgjald, endurkast og endurtøka. Í hesum undursama samanspæli verður ikki bara fortíðin tikin uppí, men eisini nútíðin, og ikki einans romantikkurin, men eisini poppmentan. Í verkinum “A lot of Sorrow”, sum Ragnar Kjartansson hevur skapt saman við amerikanska indie rock bólkinum The National, eru bæði nútíðin og poppmentanin sanniliga set inn í eina óendaliga rørslu av endurtøkum. “A lot of Sorrow” er eitt videoverk, ella videoframførsla, við eini meira enn seks tímar langari konsert, har ein bólkur spælir ein sang “A lot of Sorrow”. Út í eitt. Umaftur og umaftur. Í tekstinum, ið skjótt festir seg í høvdið, fylgja vit sorgini við sínum Ragnar Kjartanss MENTAN