Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 25 mótsetningum. Sorgin er onkursvegna tengd at njóting, ein søt neyð. Sorgin er upphavsstøði til alt og má haldast føst, so hon ikki hvørvur. Í sorgini ber til at fjakka frítt millum sinnisstøður og millum tíðir og støð. Sorgin gerst ein erheimur, ein afturlatin ringur, endurtikin uttan íhald. Eitt loop. Og endurtøkan er eisini heilt ítøkilig. Sangurin verður spældur upp í saman í fleiri tímar, bólkurin heldur á at spæla og sangarin heldur á at syngja, og endurtøkan gerst so bókstavlig, at hon verður útlúgvandi, og í møðini liggur kanska ein møguleiki ella vón um at røkka okkurt annað, at hevja seg á eitt hægri støði og fáa samband við tað gudaborna. Tað, sum liggur yvir og uttanfyri alt tað materiella, og tað, sum hevur ein endaleysan, yvirjarðligan stórleika. Tað gudaborna røkka vit gjøgnum langliga einsljóðið, sum hóast alt verður avbrotið av tí menniskjaliga, lítil brot í broytingarloysinum, elalítil brigdi, sum koma í, tá ið menniskju eru uppi í leikinum. Serliga tá ið menniskju útinna styrkiroyndir av hesum slag. Treystið, vit síggja, er eitt satt roysni. Tí alt meðan tað gudaborna verður dyrkað, síggja vit eisini ein annan leik. Vit síggja, nær møðin kemur, nær kenslurnar taka valdið á tí einstaka, nær orkan vendir aftur og síðan fjarðar av nýggjum. Báðar síður eru til í sjónligari, kraftamiklari samtilveru. Tað gudaborna, tað øtiliga, tað ógreinandi, tað sum spreingir mørk, og samstundis tann meira jarðbundni og menniskjaligi sorgarskemtileikurin. Ongantíð hvørki-ella, altíð bæði-og. Ragnar Kjartansson fær alt at liva lið um lið, í stríð ella í samljóði, altíð saman. Tað er einastandandi. Einastandandi frálíkt. A lot of sorrow Sorrow found me when I was young, Sorrow waited, sorrow won. Sorrow that put me on the pills, It's in my honey it's in my milk. It's only about half a heart alone On the water, Cover me in rag and bones, sympathy. 'Cause I don't wanna get over you. I don't wanna get over you. Sorrows my body on the waves Sorrows a girl inside my cage I live in a city sorrow built It's in my honey, it's in my milk. It's only my half of heart alone, On the water, Cover me in rag and bones, sympathy. ' Cause I don't wanna get over you. I don't wanna get over you. It's only my half of heart alone, On the water, Cover me in rag and bones, sympathy. 'Cause I don't wanna get over you. I don't wanna get over you. Aaron B. Dessner / Matthew D. Berninger son – Nøkur verk Norðurlandahúsið í Føroyum sýnir verkini “Nur wer die Sehnsucht kennt” og “A lot of Sorrow” á framsýningini ’Ragnar Kjartansson – Nøkur verk’ frá 15. juni til 18. august 2019. Umframt hesar verða 15 tekningar frá røðini “Omnipresent Salty Death” og videoverkið “Satan is Real” sýndar fram. Framsýningin letur upp 15. juni kl. 16.00.