hósdagur 6. juni 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
26
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
1. Partur
S
vínoy var í síni tíð ein megnarbygd
á ymiskum økjum. Ein kendur
svínoyingur í síni tíð var Jukim
Olsen. Hann greiddi m.a. frá, at tá ið
ellisheimið í Havn varð bygt, var ætlanin at
hetta skuldi verða gjørt av kommununum í
Føroyum. Men tá ið avtornaði vísti tað seg,
at tað var bara Svínoy umframt Tórshavn,
sum var áhugað. Tá varð hildið, at tað var
líka frægt, at Havnin var einsamøll um
uppgávuna.
Svínoy var meira framkomin enn Fugloy
á onkrum øki. Svínoy fekk fyrr telefon.
Eliesar Sørensen, ættaður av Kirkju,
greiddi frá, at tá ið okkurt var á vási, róðu
tey av Kirkju til Svínoyar at ringja. Tað
sigur nakað um, hvussu nógv tíðirnar eru
broyttar. Torvið var eisini betri í Svínoy, so
fugloyingar róðu til Svínoyar at skera torv.
Í ár eru 40 ár síðani eg kom til Svínoyar
fyrsta ferð. Hetta er blivið til nógvar
vitjanir síðan tá. Har kom eg at kenna
mong áhugaverd fólk, sum øll vóru serlig
á hvønn sín hátt. Tey flestu av teimum eru
farin undir grønu torvu. Onkur av teimum
skal verða nevndur.
Jesus bleiv til Jissus í Svínoy
Hans David Hansen var deknur í kirkjuni.
Tað var eitt serligt upplivilsi at koma
í kirkju hjá honum. Eitt var, at Jesus á
svínoyarmáli bleiv til “Jissus”. Eitt annað
var, at hann plagdi at byrja lesturin við
einum “persónligum vitnisburði”.
Onkur fekk eitt sindur ilt av hesum.
Tey vóru komin í kirkju at hoyra Guds
orð og ikki tað, sum Hans David hevði
at siga. Hans David spurdi bispin, Eivind
Vilhelm, um hetta. Men Eivind segði, at
hann skuldi gera akkurát, sum hann var
vanur, og tað gjørdi hann eisini. Hetta gav
kirkjugongdina ein serligan dám.
Eisini var tað hugnaligt at práta við
Hans David og at støkka inn á gólvið hjá
honum.
Ein serlig søga er um kirkjugarðin í
Svínoy, sum hevur eitt útvik. Søgan er,
at tað var ein ungur drongur, sum tók
lívið av sær. Hann kundi tískil ikki koma
í kristna jørð og varð jarðaður uttanfyri
kirkjugarðin. Men hetta góðkendu
svínoyingar ikki. Teir fluttu snøgt sagt
garðin útum grøvina, so drongurin í
minsta lagi skuldi koma at liggja í sjálvum
kirkjugarðinum.
Malla livdi heila øld
Ein heilt serligur persónur í Svínoy var
Malla, sum bleiv meira enn 100 ár. Tað
var eisini eitt upplivilsi at koma inn til
hennara. Hon er meira enn onnur ímyndin
av sjálvari bygdini í stórt sæð allari 20. øld.
Tað vóru fleiri frásagnir um Mallu í FF-
blaðnum, so her skal takast nakað saman
um.
Malla var ættað úr Yviristovu. Pápin var
Poul í Nornastovu, ættaður úr Mikladali,
sum var komin til Svínoyar at smíða
kirkjuna. Teir úr Nornastovu vóru tiltiknir
hegnismenn og bátasmiðir.
Ein beiggi Mallu var tann kendi skiparin
á “Polo”, Símun Poulsen. At tað bara var ein
skipari á Polo er enn eitt tiltak.
Sorgarleikurin í 1912
Sum nógvar aðrar bygdir upplivdi Svínoy
nógvar vanlukkur á sjónum. Í 1741 tók brim
fýra mans á seiðabergi til havs. Tríggir
teirra, sum vóru beiggjar, druknaðu.
Í 1786 rak eitt kópaveiðuskip frá Orkn
oyggjum á land. 17 av 19 monnum um
komust og blivu jarðaðir í Svínoy.
Í 1866 hvarv ein bátur við seks monnum.
Í 1877 hvarv ein bátur við trimum monnum.
Í 1884 gekk ein bátur burtur við tveimum
monnum.
Í 1892 druknaðu tveir av trimum monn
um, sum vóru farnir á handilsferð til
Klaksvíkar.
Malla var fødd í 1902 kom at uppliva
fleiri dramatiskar hendingar í sínum
barndómi.
Tann fyrra var tann 20. desember 1912.
Edvard, maður Mallu, greiddi m.a. frá í bók
síni “Minniligar hendingar”:
Vit vóru í skúla og brádliga kemur
ein trolari við fullari ferð og stevnir inn
á Svínoyarvík. Fyrsta hann kom undan
nesinum, fór hann at ýla og ýldi allan
vegin inneftir, til hann tók frá uttanfyri
lendingina. Vit skiltu øll, at nakað
álvarsamt var áfatt. Menn fara umborð
at vita, og eina løtu seinni sóu vit teir
koma í land aftur, og ein teirra legði seg
niður á helluna, sum hann græt. Trolarin
æt “Olearia” og var úr Grimsby. Teir vóru
komnir inn á víkina at greiða frá, at teir
høvdu siglt á svínoyarbátin, fimm vóru
druknaðir og tveir bjargaðir. Teir sum vóru
bjargaðir vóru Símun, beiggi mín, og Jógvan
á Geilini, pápi Jukim Olsen. Teir vóru illa
komnir, serliga Jógvan, sum varð innlagdur
á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Hetta var ein
stórur sorgardagur. Eg minnist, hvussu
omma lá niður á beinkin og græt. Tríggir
beiggjar mínir vóru við bátinum: Símun,
20 ár, sum bjargaðist, Hans Jákup, 18 ár,
og Jóan Jákup, 16 ár, sum báðir druknaðu.
Jógvan á Geilini, sum tá var 31 ára gamal,
misti eisini tveir brøður: Ólav, sum var 26
ár, hann hevði ført Prinsesse Marie, og
Hans Paula, sum var 20 ára gamal. Tann
fimti sum druknaði var Niels Jensen í
Gulaksstovu, bara 16 ára gamal.
Tað var greitt at henda hending uttan
iva var orsakað av ósketni, kanska enntá
spølni, umborð á trolaranum, sum heldur
ikki gjørdi sær nóg stóran ómak at bjarga
teimum druknandi.
Tingakrossur: Syrgilig jól
Tað varð skrivað nokk so nógv í Dimma
lætting og Tingakrossi um hesa vanlukku.
Tingakrossur hevði ein drúgva grein
sjálvan jóladag við yvirskriftini “Syrgilig
jól”, har tað nágreiniliga varð sagt frá van
lukkuni, har niðurstøðan er:
Boðini um hesa vanlukku eru longu
rokkin til hvønn krók í Føroyum. Fólk
krossa seg og harmast um tey, sum eftir
sita, tí um tað enn er hvønndagssøga, at
Føroyingar sjólátast og mong sita syrgin
og illa eftir, so er henda vanlukka nakað
serstøk og fellur tyngri fyri bróstið, tí hon
er av ónærisligum fólkaávum.
Eftir sum vanlukkan hendi á føroyskum
sjóøki, so skuldi málið viðgerast í rættinum
í Føroyum, og var hetta í Havn. Hetta var
tikið í álvara, tí stýrimaðurin, sum hevði
vakt, og 20 ára gamli róðurgangarin vórðu
handtiknir og varðhaldsfongslaðir.
Dómurin varð, at skiparin fekk 350
krónur í bót, stýrimaðurin fekk kr. 50 og
róðurgangarin varð dømdur at sita í ein
mánað. Hann hevur eisini verið illa fyri, tí
hann endaði á hospitalinum.
Yvirmenninir kundu eisini rokna við at
missa pappírini eina tíð. Men teir fóru tó
út at fiska aftur.
Umframt hetta var avtala gjørd við
reiðaríið um at gjalda teimum eftirsitandi
12-13.000 krónur í endurgjaldi. Hetta var
ikki heilt lítið av peningi í 1912.
Men pápi tveir av deyðu dreingjunum,
Símun Júst Jacobsen, var als ikki nøgdur
við úrslitið av rættargongdini. Hann hevði
eina drúgva grein í Dimmalætting, har
hann helt, at teir sum høvdu ábyrgdina,
vóru slopnir alt ov væl. Hann helt, at her
var í veruleikanum talan um manndráp,
og teir høvdu uppiborið munandi størri
revsing.
Hann endar við at skriva: Skal Udlænd
inge efter egen Forgodtbefindende have fri
Raadighed til at sejle vore Fiskebaade ned
uden at blive alvorligt straffede derfor,
naar man kan faa ram paa dem, saa gaar
den færøske Befolkning en skæbnesvanger
Fremtid i møde.
Tað er væl skiljandi, at hetta hevur tikið
einum pápa fast, og sagt verður at hetta
merkti hann alt lívið.
Tann 15. juni verður minnisvarði
avdúkaður í Svínoy fyri teir menn
í bygdini, sum eru farnir á sjónum.
Í tveimum pørtum fara vit at
hugleiða um bygdina og fólkið
SIÐSØGA
Minnisvarði í Svínoy:
LÍV OG VANLUKKUR
Svínoyar bygd í dag.