hósdagur 6. juni 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
27
Komandi partur
Í komandi parti verður eisini
greitt frá bjargingarbrøgdum í
Svínoy hjá Poul Meyer.
Aftur í 1913
Longu árið eftir, í 1913, tá ið Malla var 11 ára
gomul, var Svínoy aftur rakt av vanlukku.
Árið 1913 er tiltikið skaðaár í Føroyum.
Næsti sorgartilburður í Svínoy, sum
eg minnist, var 13. desember 1913, tá ið
seksmannafarið “Havgásin” gekk burtur
í íðuni á Lundaskor. Teir høvdu verið á
útróðri norðan fyri Høvdan og vóru ov
seinir á sjóvarfallinum. Meðan teir vóru
á heimveg, kom hann við glaðustroki
á útsynningi suðri og fórust teir í
fjarðabroddinum í einum stak ringum
æli. Tá doyðu seks mans í bestu árum. Eftir
sótu fýra einkjur við 9 smábørnum. Hesi
faðirleysu børn vóru Regina Frederiksen,
Hans Petur Mikkelsen, og systrar hansara
Gunhild og Kalla, brøðurnir Jóhan, Hanus
og Óla Hans Paul Hansen og Anna Kathrina
og Sámal Johannesen.
Soleiðis varð Svínoyar bygd hart rakt av
sorg, tá tveir bátar við 11 av bestu monnum
í bygdini fórust innan fyri eitt ár.
Longu 10 dagar seinni er stóri skaða
dagurin í Norðoyggjum, tá ið tríggir bátar
ganga burtur við 19 monnum. Hesar 10 dag
arnar farast tískil 25 menn í besta aldri. 13
einkjur við 43 børnum sótu eftir.
Aftaná hesar vanlukkur verður nógv
skrivað um tryggingarviðurskifti. Trygg
ingar vóru, men tær vóru sjálvbodnar, so
tey við ongari trygging sótu eftir við ong
um. Tey vóru heldur ikki so fá. Men tað var
skipað fyri innsavningum um landið fyri
tey eftirsitandi, og hesar góvu nokk so fitt.
Millum tey, sum góvu, var eisini kongur og
fyritøkur, eisini í Danmark.
Seinni varð lógásett, at allir forsyrgjarar
skuldu tryggjast.
Uppvaksin saman við
Brøðrasamkomuni
Brøðrasamkonan kom rættiliga tíðliga til
Svínoyar, og Malla livdi alt sítt lív innan
samkomuna, har Edvard, maðurin, eisini
var ógvuliga virkin og kendur sum ein
góður talari.
Malla greiddi frá:
Tað fyrsta sum eg minnist, var tá ið
Gamli Sloan kom til Svínoyar. Hann búði í
barnaheiminum hjá mær. Eg hevði kamar
tætt við køkin. Hann helt seg mest í køk
inum, tí har var heitt, og varmi var ikki í
hvørjum rúmi sum nú.
Hvønn morgun ið eg kom upp, kom
hann ímóti mær, legði hondina á høvdið
á mær og segði: “Tro på Jesus.”
Hetta gjørdi sítt til, at eg so tíðliga varð
vakt av orði Guds. Eg havi verið 7 ára gomul
tá.
So gekk tíðin. Ymiskir aðrir komu eisini
út at halda møti: Jens av Reyni, Arthur
Brend, Jens Klæmint og aðrir. At byrja við
vóru møtini hildin hjá okkum, men tað var
so skjótt at møtini vórðu hildin í Gulaks
stovu, beint omanfyri hjá okkum, tí har var
so stór roykstova, sum javnan var full av
fólki.
Jens Klænint og Jákup Hendrik (Isak
sen), bróðir hansara, komu javnan á hvørj
um vetri. Tá vóru teir ungir menn, og eg
var smágenta.
Eg var altíð so glað, tá ið menn komu
út at halda møti og sat á hvørjum møti,
teir hildu. Sá eg teir ganga úti, segði eg við
vinkonurnar hjá mær: “Komið latið okkum
fara aftan á teimum, tí tað er vist, at teir
fara at tosa við okkum!”
Vit so gjørdu, og teir spurdu okkum um
ymist, men ongantíð fingu teir nakað svar,
tí vit vóru so ómetaliga smædnar.
Seinni varð salur bygdur í Svínoy.
Her kann skoytast uppí, at Dánial J.
Danielsen, Dollin, vitjaði eisini í Svínoy og
Fugloy umframt nógvar aðrar bygdir. Í 1909
skrivaði hann í eini frásøgn:
“Í Svínoy var ein stór roykstova í einum
bóndahúsum so full, at talarin illa slapp
inn, og nógvar bíbliur vóru bílagdar.”
Malla altíð verið gestablíð
Tá ið mamman ikki orkaði meira, tók Malla
við. Um hetta segði hon við Leirkerið:
“Frá barni av hevur tráan og ynski
mítt verið at vera nakað fyri teir, sum
bera fram gleðiboðskap Harrans. Longu
niðri í barnaheimi mínum komu - sum
nevnt fleiri, sum vit vístu gestablíðni.
Eg setti mær fyri, at fekk eg eitt heim, so
skuldi tað vera eitt heim, ið stóð opið fyri
tænarum Harrans, tí eg sá tørvin á tí longu
tá. Og mangir eru teir, ið hava verið í heimi
okkara, sum t.d. MacKinnon, Adam, Jens
Klæmint.”
Og tað kann undirritaði vátta, at blíð
hevur Malla altíð verið. Og ein kundi ikki
siga seg hava verið í Svínoy uttan at hava
verið inni hjá Mallu. Her føldi ein seg eisini
heima. Tað gingu ikki nógvir minuttir fyrr
enn ketilin varð settur útá og kakan kom á
borðið. Tað er júst ein slík kensla av at vera
vælkomin, eisini í øðrum húsum í bygdini,
sum gjørdi tað til eitt so stórt upplivilsi at
koma til Svínoyar.
Malla og Edvard í 1984.
Niðri í Fjøru. Higar komu tey skakandi tíðindini í 1912.
Símun Júst Jacobsen misti tveir
synir í 1912. Hann helt, at hetta kundi
meira sammetast við manndráp.
Svínoy um 1917.