hósdagur 6. juni 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019
SOSIALURIN 65
28
HEVUR TÚ
HUG AT VERA
OKKARA NÆSTI
PRÓVDÓMARI?
UPPGÁVURNAR FEVNA Í
HØVUÐSHEITUM UM:
• Fyriskipan av koyriroyndum
• Próvdøming av ástøðiligum og
verkligum koyriroyndum
• Dagføring og fyrireiking av próvtilfari
• Avgreiðslu av viðskiftafólki
• Aðrar uppgávur eftir tørvi
FØRLEIKAKRØV
Vit hugsa okkum ein persón við
námsfrøðiligum førleika ella líknandi,
og sum hevur kunnleika til og áhuga
fyri ferðsluástøði og biltekniska
økinum. Dentur verður lagdur á
góð samstarvsevni og evni og áhuga
at arbeiða sjálvstøðugt við fólki. Tú
ert fyrikomandi og dugir at taka
sjálvstøðugar avgerðir í samsvari við
galdandi reglur á økinum. Kunnleiki
at arbeiða við teldu er ein fyrimunur,
og tað er eitt krav, at tú hevur koyri -
kort til vanligan bil, og ein fyrimunur
um tú hevur koyrikort til flestøll akfør.
Tú mást vera til reiðar at eftirútbúgva
teg innan málsøkið.
SETANARTREYTIR
Starvið er lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Starvssetanin hoyrir undir Samferðslu-
mála ráðið við tilhoyrandi stovnum,
umframt Løgmansskrivstovuna og
onnur aðalráð.
UPPLÝSINGAR UM STARVIÐ
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Tórunn S.
Miðberg, deildarleiðara, á 350418.
UMSÓKNIR
Umsóknir saman við prógvum, starvs-
royndum og møguligum viðmælum
skulu sendast til:
Akstovan
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO 110 Tórshavn
ella akstovan@akstovan.fo
Umsóknarfreistin er 11. juni 2019
Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at
fremja akfaratøkniligar kanningar og akfarssýn, stíla fyri koyriroyndum, útvega
fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting,
skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan
sýnsdeildir um landið. Á Akstovuni starvast 23 fólk.
Annar av próvdómarum okkara í koyrikortmálum fer frá um ársskiftið
vegna aldur, og tí søkja vit eftir einum próvdómara til Akstovuna til setan
eftir summarfrítíðina. Hevur tú hug at arbeiða við ungum fólkum í einum
spennandi umhvørvi, so eigur henda starvslýsing at hava tín áhuga. Talan
er um eitt fast starv, ið er skipað sum eitt fulltíðarstarv.
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Tvey introstørv í Intern medisin
Umsóknarfreist 12. juni 2019
Introstarv í pædiatri
Umsóknarfreist 24. juni 2019
Introstarv í Oyra, næsa og hálsdeildini
Umsóknarfreist 17. juni 2019
Fast starv sum Sjúkrarøktarfrøðingur á B6
Umsóknarfreist 10. juni 2019
Fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á B7
Umsóknarfreist 19. juni 2019
Barnsburðarfarloyvisstarv á B7
Umsóknarfreist 19. juni 2019
Fast starv sum neonatalsjúkrarøktarfrøðingur
Umsóknarfreist 19. juni 2019
Fast starv sum sjúklingasamskipari á
Uttanlandstænastuni
Umsóknarfreist 28. juni 2019
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
i
f