Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. juni 2019 · Nr. 66 Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 - www.bst.fo Ullarmóttøka á Búnaðarstovuni á sumri 2019 Frá 4. juli til 17. august 2019 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 17.00 og leygardagar frá kl. 13.00 til 18.00. Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum avtala tíð frammanundan. Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku. Ullin skal vera turr, rein og nosslig og stungin í reinar posar. Tikið verður ikki ímóti ull við skræpu ella málingarrestum í, vátari ull, ella ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og heldur ikki ímóti pesjum (fleirárað ull). Ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til Búnaðarstovuna. Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk. Tøvd ull, hálsull og møgulig búkull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá veitarans hond, jú skjótari gongur avrokningin á móttøkustaðnum. Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG. Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG. Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg. Navn, P-tal ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin verður latin inn. Eru ivamál, vendið tykkum tá til Dortheu Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo. Námsfrøðingar, hjálparfólk og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalba Vit sóknast eftir Trimum námsfrøðingum til barnagarðsstovur 30 tímar um vikuna. Tveimum námsfrøðingum til vøggustovu 30 tímar um vikuna. Tveimum námsfrøðingum til frítíðarskúla uml 25 tímar um vikuna. Eitt hjálparfólk í farloyvistarv 30 tímar um vikuna til 1. februar 2020. Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa. Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Um skikkaðir námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum. Vit vænta at • tú ert álítandi og tekur ábyrgd • tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni. • tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag • tú ert tolin og nærverandi Vit kunnu bjóða Eitt starv í einum nýggjum stovni, har innan- og uttandura umstøðurnar geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning. Dagstovnurin er í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna. Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og seta dám á virksemi á stovninum. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum. Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2019 kl. 12.00. Hvalbiar kommuna Bíarvegur 2 Fo-850 Hvalba ella til hvalba@hvalba.fo Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580 LÝSINGARTORG AMBOÐ STILLADS TIL LEIGU LØTT ALUMINIUM BÍLIGA TIL LEIGU. ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. STILLADS.FO GUTTORM MORTENSEN 251160 ARBEIÐI BTS Vit loysa uppgávur innan Timbur, Betong og spreinging. Send teldupost til bts@bts.fo við nærri kunning og vit geva fegin tilboð 289047 Málara arbeiði vit átaka okkum alt uttandura málara arbeiði. Ring ella skriva til malarin. fo@hotmail.com og fá eitt óbindandi tilboð. 253766 ÚT- & SJÓNVARP LEIGA FLATSKERM VIÐ KEYPSRÆTTI FÁ EIN 43 FLATSKERM VIÐ SMART TV FYRI 290,- KR PR MÐR. EINKI ÚTGJAL ÓKEYPIS ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. MEGNA. FO RADIOVERKSTAÐIÐ GUTTORM MORTENSEN 251160 YMISKT Jarðarstykki Stórt jarðarstykki á Argjum til sølu, um hóskandi boð fæst. Nærri kunning fæst vid at senda teldubræv til salgognfo@gmail.com salgognfo@gmail.com Partabrøv til Sølu. Partabrøv í P/F Tjaldur til sølu um hóskandi bod fæst. Send bod til. 788286 Vit sóknast eftur at keypa málningar og tekningar av : Ruth Smith. -William Heinesen. -Ingálvur av Reyni. -Elinborg Lützen -Janus Kamban. Sendi boð ella myndir til : vlb@vlb.fo KATÓLSKA KIRKJAN Hvønn gerandisdag verður messa í Kerit kl. 17.30. www.katolsk.fo KELDAN, SKÁLAFIRÐI týs. 11. jun. kl. 20.00 Konsert: Hillsong Young & Free mik. 12. jun. kl. 17.00 - 19.30 Matstovan er opin ley. 15. jun. kl. 20.00 Awake við Deboru Biskupstø sun. 16. jun. kl. 11.00 Morgunmøti við Deboru, Anniku o.fl. Barnamøti kl. 12. www.keldan.fo Kfum & K Klaksvík Mikudag Kl.20.00 Bíbliutími Mark.1 við Leivur í Buð Leygardag Arbeiðsdagur í Nesvík. Leygardagin 15. juni er aftur arbeiðsdagur í Leguhúsinum í Nesvík! Hetta er ein dagur, har øll – kvinnur og menn, ung og gomul – kunnu vera við til at gera umstøðurnar í okkara Leguhúsi enn betur! Fyri matgerðina er best, um tit boða frá luttøku til húsavørðin Jens Paula 230076 Sunnudag Kl.14.00 Sunnudagsskúli Kl.17.30 Bønarmøti Kl.18.00 Møti við Marjun Lómaklett, presti. Innsavnan til útimissión Kl.20.30 Ungdómsmøti Øll eru hjartaliga vælkomin Vitja okkum eisini á fb. kfumogkklaksvík Reyða Kross Vitjunartænasta er nú eisini í hesum kommunum. Um fólk vilja gerðast vitjunarvinir ella fáa vitjunarvin, kunnu tey ringja til viðkomandi kontaktpersónar. Tórshavn Eyrith tlf. 513784 ella Marin tlf. 284333 vitjunartanastan@ redcross.fo Sørvágs Kommuna, fyrisitari Anna.S. tlf. 332705/272142 Vága Kommuna, fyrisitari Hansia tlf. 229705 Tvøroyra Kommuna, fyrisitarir Marit tlf. 611087/281339 og Eileen tlf. 289563 og Bergljót tlf. 294216. Kommununar í Sandoynni, fyrisitarir Óløf tlf.561348 og Kristbjørg tlf. 281708 Norðoya Øki, fyrisitarir Maria Olsen tlf. 282171 og Gerda Absalonsen tlf. 215174 Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn. Sunnudag: Morgunmøti kl 10.30, sunnudagsskúli kl 12. Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt møti. Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria. Hósdagin kl. 20.00 ungdómsmøti við Mariannu Jacobsen Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 møti við Lívsins Orð