Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2019 · Nr. 66 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Tað er nærmast púra kvirt á Tórs­vølli. Stóri pinnur er ikki komin fimm ferðir runt, tá Sergio Ramos stútar bóltin í málið. -Hatta er sjálvandi óheppið, men hann hevur vunnið HM, EM, Champions League og hevur stútað hasar bóltarnar í málið oftani fyrr, sigur Atli Greger­sen, liðskipari hjá Før­ oyum. Tað er afturgangandi fyri allar rekatiónirnar frá før­ oysk­ari síðu. Vit hava spælt móti einum landsliðið, sum er í heims­flokki og tá er 4-1 ikki tað ringasta tapið. Tað er eisini ein sindur av einum plástri á sárið, at før­ oyska liðið gjøgnum ein stóran part av dystinum bjóðar av. Við hepni og neyvleika kann før­ oyska liðið fáa minst eitt mál afturat. Vit hava nú spælt tríggjar ferðir móti Spania og hava skor­að hvørja ferð. 6-2 á Toft­ um í 1996, 3-1 í Gijón í 1997 og nú 4-1 á Tórsvølli í 2019. Teitur og Árni frá byrjan Gunnar Nielsen er skaddur og í hansara stað stendur málverjin hjá HB, Teitur M. Gestsson. Eisi­ni Árni Frederiksberg spæl­ ir fyri fyrstu ferð frá byrjan. Fyrstu fýra minuttirnir síggja ikki ræðandi út. Okkara eru við og eru á hálvuni hjá Spania, men brádliga er 1-0 til gest­ir­nar. Sergio Ramos er hægst­ur eftir hornaspark og stútar bóltin í málið til 1-0. -Vit fáa tíbetur mál tíðliga í dystinum. Málið hjá Sergio Ramos upp á hornaspark er nak­að, sum vit høvdu vant og fyrireikað okkum til, sigur Robert Moreno. Hann er fyribils venjari hjá Spania, tí Luis Enrique ikki er við á ferðini av ymiskum or­ søkum í familjuni. Tað ganga bara tíggju minuttir afturat, so liggur bólt­ urin aftur í føroyska máli­num. Hesa ferð er tað høgri bakk­urin, Jesús Nava úr Sevilla, ið kemur tvísporandi framvið í álops­ støðu. Úr høgru plaserar hann bóltin framvið Teiti í málinum. So fekk Klæmint sítt mál Eina løtu sær tað ikki gott út á Tórsvølli. Føroyska liðið fær ikki fatur á bóltinum, og skorar Spania upp á allar møgu­ leikarnar kann hetta enda við stórtapi. Tá ein hálvur tími er farin fær føroyska liðið á triðja sinni hornaspark. Brandur Hendriksson sendir inn­fyri. Odmar Færø stútar bóltin víðari til Klæmint A. Olsen. Onkuntíð hevur verið sagt um rituvíkingin, at hann bara skorar móti teimum veik­ aru liðunum. Hesa ferð setir hann stórutá á og skorar móti Spania og heimsins dýrasta málverja, Kepa Arrizabalaga. -Tað er deiligt at endiliga fáa hatta málið. Sum áleypari vilt tú sjálvandi hava eitt mál eftir eini tjúgu dystir, sigur topp­ skjuttin í føroyskum fótbólti. Hann var eitt sindur róligur í løtuni eftir at bólturin fór í málið. -Eg visti ikki um eg var rang­ staddur, tí eg visti ikki hvar verju­spælari hjá teimum stóð, sigur Klæmint A. Olsen, ið spældi 68 minuttir. Teitur óheppin Eina lítla løtu er gott lag á Tórs­ vølli. Vit hava fingið málið, sum kann bjarga so nógvum ein slíkan dag. Vit fáa tó bara tríggjar minuttir í hæddini, áðrenn Spania svarar aftur. Teir kringseta brots­teig­in og bólturin endar fyri føturnar á Isco í vinstru. Hann plaserar bóltin á handari stong. Ólukkutíð fyri okkum, so støkkur bólturin beint á beini hjá Teiti, ið ikki fær flutt seg. Tað endar við einum sjálv­máli. Pakka taskuna í hálvleikinum Spaniólar byrja longu í hálv­ leikinum at pakka taskuna. Sergio Ramos verður útskiftur, tí dysturin móti Svøríki mána­ kvøldið á Santiago Bernabéu í Madrid hevur størri týdning. Gestirnir hava bóltin meiri í seinna hálvleiki, men eru ikki eins søkjandi at málinum hjá okkum. Vit eru framvið nakrar ferðir, men møðin ger um seg. -Hetta er besta liðið, sum eg havi spælt ímóti. Teir eru ófati­liga dugnaligir á bóltinum. Santi Cazorla legði fleiri langar bóltar og teir lógu beint á føtru­num hvørja ferð, sigur Atli Gregersen. Liðfelagin í Víkingi, Sølvi Vatnhamar, tekur undir við Alta og sigur, at hann næstan ikki kom í ein nærdyst, tí spaniól­ar fluttu bóltin so skjótt. -Teir spæla skjótt og brúka ongantíð eina nerting ov nógv, leggur Brandur Hendriksson aftur. Gilli iðrar seg Tjúgu minuttir fyri tíð seta spaniólar punktum við máli til 4-1. Framrættaði vinstri bakk­urin úr Valencia, José Gayà, verður spældur leysur. Hann rennur afturum Gilla Rólantsson og lyftir bóltin í upp um Teit M. Gestsson í før­ oyska málinum. -Eg veit hvat eg skal siga. Vit tapa 4-1 móti einum betri liði, men eg skuldi havt staðið betri í seinasta málinum hjá teimum. Eg veit at hann kemur rennandi har, men standi ein metur ov langt frammi, sigur Gilli Rólantsson. Lars ikki nøgdur Vit tapa 4-1 móti einum betri liði. Longri er tann søgan ikki. Eg haldi at vit geva teimum ov løtt mál. Til tað fyrsta málið eru vit ikki til reiðar. Vit høvdu tosað um Sergio Ramos áðrenn og so skorar hann longu aftaná fimm minuttir, sigur Lars Ol­ sen, ið annars er nøgdur við partar av spælinum. Liðskiparin viðgongur, at mót­støðan var bara betri. -Eg eri stoltur av avrikinum og vit halda høvdið kalt allan dyst­in. Vit kunnu sjálvandi ikki vera nøgdir við at tapa 4-1 móti Spania, men við mót­ tøku­ni, sum vit fingu frá áskoðar­unum gjøgnum dystin og aftaná, so haldi eg hetta er á eini leið, sigur Atli Gregersen og leggur afturat: -Fleiri spælarar hjá okkum vísa seg frá á altjóða stigi, men mun­urin er tann at spaniólar eru á heimsklassa stigi, sigur liðskiparin. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Føroyar – Spania 1-4: FYRSTA MÁLIÐ HJÁ KLÆMINTI Klæmint A. Olsen skoraði sítt fyrsta mál í landsliðsfótbólti í dystunum fríggjakvøldið. -Tað er deiligt at endiliga fáa hatta málið. Sum áleypari vilt tú sjálvandi hava eitt mál eftir eini tjúgu dystir, sigur klæmint. Hann var eitt sindur róligur í løtuni eftir at bólturin fór í málið. -Eg visti ikki um eg var rangstaddur Føroyska avrikið móti Spania er á flestu økjum góðkent, men Sergio Ramos og liðfelagirnir eru bara í einum flokki fyri seg. Klæmint A. Olsen hevur endiliga fingið sítt mál eftir 21 landsdystir FULLU VIÐ ÆRU