Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2019 · Nr. 66 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landsdystirnir eru farnir afturum á hesum sinni. Fyri FSF og starvsfólkini ha,r hevur nógv verið at gjørt hesar dagarnar. -Ja, men grundleggjandi eru tað dystir sum hesir, sum vit gleða okkum mest til, sigur aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro. -Tá ið tey stóru londini, sum Frakland, Týskland og nú Spania koma higar at spæla dyst, so er tað hjá okkum, sum tað er føðingardagur hjá einari vanligari familju. Vit gleða okkum til hesi tiltøkini, sjálvt um vit vita, at allur felagsskapurin verður settur undir stórt trýst, leggur hann afturat. Hesi seinnu árini er tað ofta soleiðis, at vit fáa tveir dystir heima slag í slag. Hesaferð var talan um Spania og Noreg. Í báðum førum vístu føroysku leikararnir góðan hugburð og royndu at spæla fótbólti móti hinum liðunum. -Ja eg haldi, at hóast vit taptu báðar dystirnar, so kunnu vit bera høvdið høgt, sigur aðalskrivar í FSF. Hann sigur annars at serliga tá ið tær stóru fótbóltstjóðirnar koma, so stendur á organisatiónini. -Tey stóru londini koma ofta við fleiri fólkum og tey seta eisini hægri krøv til alt, sum vit so sjálvandi ger alt fyri at uppfylla. Meðal tjóðirnar eru heldur meira niðri á jørðini, men tá skulu vit sjálvandi eisini veita eina so góða tænastu, sum vit kunnu, sigur Virgar Hvidbro. SUM FØÐINGARDAGSVEITSLA TÁ STÓRU FÓTBÓLSTJÓÐIRNAR VITJA FSF fekk avgreitt tveir heimadystir í undankappingini til EM á besta hátt – bert taptu vit báðar dystirnar FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað var rómi og fagnaður í Sarpu­gerði, tá ið dómarin, Jør­ leif Djurhuus, bríkslaði fyri síðstu ferð. Nýggja felagsliðið hjá ÍF, Víkingi og B68 hevði vunnið 2-0 ímóti toppliðnum KÍ. Tað ber við sær, at felagsliðið er nýtt topplið. Áskoðararnir vóru fleiri, enn teir plaga at vera – bæði trúgvu KÍ fjeppararnir og áskoðar­ar úr Fuglafirði, Leir­ vík, Gøtu og av Toftum – og lagið millum heimafólkið var í toppi. Hetta kendist vera so mik­ið stórur dagur, at tað varð syrgt fyri liðmynd. Felagsliðið hevur 20 stig og er eitt stig frammanfyri KÍ og fýra stig frammanfyri HB. Øll liðini hava spælt níggju dystir. Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, tá ið mál­møgu­leik­ arnir ikki vóru so nógvir. Næst við at fáa mál var KÍ, tá ið Malena Josephsen eftir horna sendi bóltin í stólpan aftanfyri Hjør­dis Nesá í heimamálinum. Beinanvegin eftir steðgin varð Hjørdis Rasmusdóttir skift inn á felagsliðið, og hon átti avgerandi leiklut. Mið­ skeið­is í seinna hálvleiki setti hon hol á. Tað var eftir langt út­spark, og eftir at Hanna I. Højgaard royndi ímóti máli­ num. Óluva Allansdóttir Joen­ sen í KÍ málinum hálv­bjargaði, og millum fleiri spælar­ar eydnaðist tað Hjørdis Rasmus­ dóttir at skora. Níggju minuttir seinni skoraði Hjørdis Rasmusdóttir aftur. Hesa ferð var tað við skoti úr átjan metrum. Í Gundadali var einki at rafla um, tá ið HB og B36 hitt­ ust. Í steðginum var HB fram­ manfyri 3-0, og tá bendi ikki so nógv á, at talan fór um at vera um størsta skrædl í kappingini higartil í ár. HB vann 10-0, og tríggir av HB spælarunum skoraðu málini og gjørdu rættiligt skarvs­lop á máltindinum. Lið­for­maðurin Heidi Sevdal skor­aði trý mál og er nú ovast á máltindinum við sekst­an málum, Julia Naomi Morten­sen skoraði fýra mál og er næstovast á máltindinum við níggju málum. Rebekka Ben­ba­ koura skoraði eisini trý mál, og eisini hon hevur skorað níggju mál. HB er trý stig aftanfyri KÍ og fýra stig aftanfyri ÍF/ Víking/B68 og er tí framvegis partur av FM kappingini. Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ D V J T VM TM MM S 1 ÍF/Vík/B68 9 6 2 1 20 7 +13 20 2 KÍ 9 6 1 2 15 7 +8 19 3 HB 9 5 1 3 34 8 +26 16 4 B36 9 2 0 7 7 28 -21 6 5 EBS/Skála 8 1 0 7 4 30 -26 3 Máltindurin Heidi Sevdal HB 16 Julia Naomi Mortensen HB 9 Rebekka Benbakoura HB 9 Eyðvør Klakstein KÍ 5 Hanna I. Højgaard ÍF/Vík/B68 4 Hjørdis Rasmusdóttir ÍF/Vík/B68 4 Jacoba Langgaard ÍF/Vík/B68 4 Jensa Tórolvsdóttir ÍF/Vík/B68 4 Sarita Maria Mittfoss B36 4 Sunnudagin 2. juni B36 – ÍF/Víkingur/B68 EBS/Skála - HB ÍF/Víkingur/B68 – KÍ 2-0 (0-0) 1-0: Hjørdis Rasmusdóttir 67. 2-0: Hjørdis Rasmusdóttir 76. HB – B36 10-0 (3-0) 1-0: Julia Naomi Mortensen 7. 2-0: Rebekka Benhakoura 12. 3-0: Julia Naomi Mortensen 18. 4-0: Heidi Sevdal 58. 5-0: Julia Naomi Mortensen 65. 6-0: Heidi Sevdal 68. 7-0: Rebekka Benhakoura 70. 8-0: Heidi Sevdal 83. 9-0: Rebekka Benbakoura 89. 10-0: Julia Naomi Mortensen 92. Stórur fagnaður í Sarpugerði Innskifta Hjørdis Rasmusdóttir varð dagsins spælari, tá ið hon við tveimum málum legði nýggja felagsliðið á FM kós