Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 12. juni 2019 · Nr. 66 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rógvi: FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Rógvi Baldvinsson hevur úr at gera at svara spurningum eftir dystin. Bæði føroysku og norsku miðlarnir vilja hava fatur á føroyska lands­liðsleikaranum, ið er uppvaksin í Norra og spæl­ ir í norska felagnum Bryne. Tá ið Sosialurin hittir før­ oy­ingin hevur hann júst heilsað hjartaliga upp á ein norsk­an fjeppara, ið hann eftir øllum at døma kennir væl. Tí er fyrsti spurningurin til Rógva Baldvinsson um tað er eitt eyka vónbrot at tapa júst hendan dystin. -Jú, men ikki bara tí, ger før­oyski landsliðsleikarin greitt. Hann greiðir frá, at tað vónbrótandi at tapa, tá ið føroyska liðið spælir so væl, skapar so góðar møguleikar og stendur so væl í verjuni. At tað so endar við 2-0 ósigri er eitt stórt vónbrot, sigur Rógvi Baldvinssum. Men kenslan undir dysti­ num var góð heldur verju­ kendi miðvallarin. -Vit hava so dugnaligar leikarar og vit tora at hava bóltin. Vit vísa at vit ikki bara eru við fyri stuttleikar. Vit vilja vinna og vit vilja skora mál, og tað er synd at vit ikki klára tað í dag, tí vit høvdu uppiborið tað, sigur Rógvi Baldvinsson greiður á máli­num. Men nú er dysturin av, og Rógvi Baldvinsson skal aftur til Norra, og har hava tey fylgt væl við avrikinum. -Eg havi longu fingið fleiri tekst­boð úr Norra um at vit høvdu uppiborið betri, og at norðmenn taka synd í okkum eftir dystin. Eisini norsku leikararnir høvdu gott at bera føroyska av­rikinum eftir dystin, greið­ ir Rógvi Baldvinsson frá. -Teir vóru ovfarnir av okkum, og eg haldi at hóast miðl­arnir skrivaðu at teir fóru at knúsa okkum, so høvdu teir virðing fyri okk­ um, og teir søgdu eisini eftir dystin at teir høvdu verið í trupulleikum, sigur Rógvi Bald­vinsson áðrenn hann leggur afturat: -Men teir kunnu jú siga hvat teir vilja, tí teir vinna dystin og vit tapa. Føroyar hava nú spælt fýra dystir og einki stig fing­ ið, og tað skal broytast sigur Rógvi Baldvinsson. -Nú hava vit víst at vit duga at spæla bólt, duga at skapa kjansir og duga at verja, so nú verður tað næsta bara at fáa stig, ger Rógvi Bald­vinsson púra greitt. Vit vístu norð­ monnum at vit duga Sjúrður Hildarson Hoydal Tá ið dysturin á Tórsvølli er av ganga norsku fjepp­ar­ar­nir spakuliga frá áskoðara­pláss­ unum. Lagið tykist gott, og ikki minst á einum bólki av monn­um, ið práta óført bæði sína­millum og við føroyskar fjeppar­ar, sum siga takk fyri dyst­in. Serliga ein av harrunum, ið kallast Einar, fær nakrar heils­ an­ir. Orsøkin er húgvan, ið ber boð um at hann stuðlar felag­ num, Brann, har føroyski Gilli Rólantss­on Sørensen dagliga spælir. Lagið á Einari og feløgunum í fjepparalagnum er merkt av lætta. -Vit eru altíð glaðir fyri ein sigur, heldur Einar fyri, men er eisini skjótur at rósa føroyska av­rikinum. -Føroyar høvdu vandamiklar møgu­leikar, men vit kendu at vit fingu tamarhald á dysti­ num, greiðir hann frá. Spurdur um hvat hann helt um avrikið hjá Gilla Rólants­ syni, hevur Einar alt gott at bera føroyska Brann-leikara­ num. -Hann var sera góður, hevði góð innlegg og var við í størstu før­oysku møguleikunum, sigur Brann-fjepparin. Einar og felagarnir eru vanir at vera til útidystir við lands­ liðnum og at vera í Før­oy­um er eitt sindur øðrvísi. -Tað er eitt sindur minni og eitt sindur kaldari, heldur Einar fyri – Og gott øl, rópar onkur av vin­monnunum aftanfyri. Einar greiðir frá, at teir eru vanir at ferðast suðureftir, tá ið norska landsliðið spælir, so Føroyar eru tað kaldasta stað­ ið teir hava verið í Evropa, men rómurin var góður kortini – eisini orsakað av úrslitinum. Spurdur um teir hava sæð nóg mikið av føroysku góðsku­ni til at vóna at Føroyar fara at stjala nøkur stig frá kappingarneytunum, Svøríki og Rumenia, eru fleiri av norsku fjepparunum skjótir at tala at. -Vit skulu bara vinna allar okkara dystir, so klára vit tað, sig­ur ein av vinmonnunum. Einar sigur seg kortini vóna at Føroyar fara at vinna ein dyst ella tveir í undan­kapp­ing­ ini – bara tað ikki verður ímóti Norra, flennir hann at enda. Rene er ikki í toppformi enn, men er errin av liðfeløgunum Rene Shaki Joensen hevur stríðst við skaða og var eitt nú ikki á vøllinum ímóti Spania. Hann varð heldur spardur til dystin ímóti Norra, har hann eisini byrjaði inni. Tað var ein stór uppgáva at stríðast ímóti høgru síðuni hjá norðmonnum, og tá ið samanum kemur er tað iðran, ið eyðkennir Rene Shaki Joen­sen eftir dystin. -Hetta var ein eitt sindur løg­ in dystur. Eg hevði ikki vænt­að at vit fóru at skapa heilt so nógvar møguleikar, og eg føli at vit sita á spælinum í stórum pørtum av dystinum. -Men í toppfótbólti snýr tað seg um at vera kyniskur og halda nullið, og tað gera vit ikki í dag, greiðir sterki miðvallarin frá. -Tað kendist væl at vera á vølli­num í dag. Vit kendu á okkum at vit stýrdu spælinum í longum løtum, men so hendi tað – ið eisini er hent ov ofta – at vit fáa eitt mál ígjøgnum, og so verður tað ein løgin dyst­ur har vit skulu jagstra og tí mugu lata nakað av rúmi vera eftir aftast, sigur føroyski stríðs­ maðurin. -Og so er tað bara svart óhepni at vit ikki skora okkara møgu­leikar, men soleiðis er fót­bóltur, ásannar Rene Shaki Joen­sen. -Tað er ringt at slúka, sigur miðvallarin og greiðir frá at tað er eyka beiskt at tapa so­ leið­is ímóti Norra, tá ið norð­ menn ikki hava latið so væl at føroyska liðnum undan dysti­ num. Næsti landsdystur er ímóti Svøríki 5. September, og vónin er at byggja á avriki, sigur mið­ vallarin, ið hevur stríðst við skaða í eina tíð nú. -Eg eri errin um avrikið hjá mínum viðleikarum, men eg kenni væl at eg havi verið uttan­fyri við skaða leingi og at eg ikki eri í toppformi, men nú havi eg einar tríggjar mánaðar at koyra á og venja, sigur Rene Shaki Joensen. sjurdur@sosialurin.fo Eins og flest øll onnur vóru bæði føroyskir leikarar og norskir fjepparar samdir um at føroyska avrikið var gott, og at Norra var í trupulleikum á Tórsvølli mánakvøldið Føroyskir leikar­ar vónbrotnir – Norsk­ir fjepparar lætt­að­ir Einar í Brannhúgvuni stendur í miðjuni saman við vinmonnum