Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2019 · Nr. 66 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Í hesum døgum fyllir kapp­ róð­urin nógv hjá teimum, sum eru uppií. Leygardagar er stutt millum bilarnar við kapp­róðr­ ar­báti á vagni – fyrrapart á veg til kappróður og nakrar tímar seinni á veg til hús aftur. Umframt rógvararnar eru tað foreldur og familja hjá lut­ takarunum, sum ferðast saman við manningunum saman við øðrum eldsálum, og í fleiri plássum er tað siðvenja at hava drekkamunn og hugnaløtu í neystinum, tá ið ferðalagið er komið til hús aftur. Nógv fylgja við í Kring­ varpi­num, har myndirnar eru framúr góðar soleiðis, at tað, sum áður bara var mynd í huganum, nú er livandi í stovu­ ni. Tað er góð reklama fyri kappróðurin. Bæði á norðoyastevnu og sundalagsstevnu løgdu fyri­ reikar­ar­nir sær nær at leggja so væl til rættis, sum tað ber til, men kortini tykist tað at vera torført at sleppa undan seinkingum, tá ið tað verður kappast á opnum havi og ikki í avbyrgdum hyli. Tað plagar at vera soleiðis, sum tað líður út á stutta róðrar­ ár­ið, at manningarnar verða betri til at leggja at startinum. Leygar­dagin bilaði tað serliga hjá onkrari manning í stóra barnaróðrinum hjá gentunum, og tað bar við sær, at kappingin var seinkað tað mesta av einum tíma. Tá ið barnaróðurin var av, gekk tað sum eftir ánni. Tá varð tað bíðað eftir klokku­ ni, tí feløgini hava á fundi í Róðrarsambandinum ásett – sum rímiligt er – at mann­ing­ar­ nar skulu eiga ásetta tíð at hita upp til kappingina, sum nógv­ ar manningar hava lagt nógva orku í at fyrireika seg til. Tað var ein vika millum kapp­róðurin á norðoyastevnu og tann á sundalagsstevnu. Nú verður friður fram til annan leygardag, tá ið tað verður kappróður á jóansøku, sum í ár er verður á Tvøroyri. Ivaleyst ber tað til hjá mann­ingum, sum higartil ikki hava staðið seg so væl, tvær tær næstu vikurnar at rætta upp á tingini, og tí er møgu­ leiki fyri øðrvísi úrslitum tá, enn tað higartil hava verið. Eftir jóansøku verður stutt mill­um kappróðrarnar, tí 29. juni verður kappast á varma­ keldu­stevnu í Fuglafirði, 6. juli verður kappast á fjarðastevnu á Skála, 13. juli verður kappast á vestanstevnu í Sørvági, og so verður punktum sett á ólav­ søku. Tveir nýggir vinnarar Í sjey róðrum var vinnarin tann sami leygardagin, sum hann var á norðoyastevnu. Í tveimum kappingum var nýggj­ur vinnari. Annar nýggi vinnarin var Ingibjørg við gentumanning í barnaróðrinum. Á norð­oya­ stevnu vann Hulda av Tvør­ oyri, sum var eitt hálvt sekund undan Ingibjørg, og leygar­ dagin var Ingibjørg hjá Havnar Róðr­ar­felag hálvtannað sekund undan bátinum hjá Froð­bi­ar Sóknar Róðrarfelag. Hin nýggi vinnarin var Royndin Fríða í kappingini millum 5-mannafør við dreingj­um. Manningin hjá vág­bing­um eru teir, sum sein­ astu mánaðirnar hava ging­ið í ítróttarskúlanum í Vági. Teir hava ikki roynt seg í kapp­ róðri áður. Á norð­oya­stevnu vóru teir leingi við í kapp­ing­ ini um oddasessin og heiðurs­ merkjaplássini, men teir endaðu á fjórða plássi – fýra sekund frá fremsta plássinum. Leygardagin vann Royndin Fríða frammanfyri bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag – Drek­an og Sílið – sum vóru í sera harðari kapping um næst­ fremsta plássið. Dreingirnir úr Hósvík um­ borð á Heyki vunnu á norðoya­ stevnu, men tað eydnaðist teim­um ikki at vinna á sunda­ lagsstevnu. Teir endaðu á fjórða plássi og mistu – sam­ mett við á norðoyastevnu – seks sekund í mun til Royndina Fríðu. Suverenu vinnararnir Tveir bátar vunnu leygardagin heilt suverenar sigrar. Annar var Fípan Fagra við dreingjamanning í barna­róðri­ num. Blaðungu dreingirnir úr Klaksvík róðu sera væl. Tað vóru meiri enn tíggju sekund aftur til Ingibjørg, sum var nummar fýra á norðoyastevnu. Tá var fjarstøðan frá Fípuni og aftur til nummar tvey, sum var Fiskurin úr Vági, níggju sekund. Á norðoyastevnu var Ingi­ bjørg nummar fýra. Tá var fjar­ støðan frá Ingibjørg og fram til Fípuna Føgru trettan sekund. Leygardagin var hon tíggju sekund. Hin suvereni vinnarin var Hvessingur úr Hvalvík/Streym­ nesi, sum við monnum í stór­um stíli vann í heimasjógvi. Hetta var fyrsta ferðin í 24 ár, at Hvessingur vann á sunda­lags­stevnu í Hvalvík. Hvessingur var átta sekund Kappróður: Bara í tveimum róðrum var ein annar vinnari á sundalagsstevnu, enn tað var á norðoyastevnu TAÐ ER TORFØRT AT KOPPA ODDAFISKUNUM