Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 12. juni 2019 · Nr. 66 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR framman­fyri Gongurólv. Á norð­oyastevnu var báturin hjá Havnar Róðrarfelag eisini næstfremstur, og fjarstøðan var umleið eins stór, sum hon var leygardagin. Favorittsigrar Á norðoyastevnu vunnu Blikur, Erla Kongsdóttir og Sølmundur kappingina millum gentur og kvinnur. Hesir bátarnir vunnu eisini í Hvalvík. Leygardagin vóru tað knøpp fýra sekund frá Bliki og aftur til Drekan. Á norðoyastevnu var Drekin eisini næstfremst. Tá var talan um minni mun millum tveir teir fremstu bátar­ nar, tí argjagentur vóru eitt stórt sekund undan Drekanum. Leygardagin var munurin tað mesta av fýra sekundum. Sigurin hjá Erlu Kongsdóttir var ikki so sannførandi leygar­ dagin, sum hann var á norð­ oyastevnu, og sum hann hevur verið seinnu árini. Á norð­ oya­stevnu var Erla Kongs­ dóttir sjey sekund undan Hav­ frúnni. Leygardagin var Erla Kongsdóttir fýra sekund undan Svani av Skála. Manningarnar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum tóktust vera órógv­að­ ar í startinum. Tað var síð alda, og tá ið Teistin av Argjum ikki beinanvegin slapp leysur av startinum, tóktist tað sum um, at hinar manningarnar eina lítla løtu roknaðu við, at róður­ in fór at verða skotin av. Erla Kongsdóttir datt eina bátslongd og kanska meiri enn tað afturum Svan av Skála og Hav­frúnna úr Vestmanna, men tær úr Fuglafirði loftaðu sær. Tá ið teinurin var hálvrógvin, vóru tær stavn um stavn við avbjóðararnar, og so líktust tær sær sjálvum og vunnu sannførandi sigur. Sølmundur vann á norð­ oya­stevnu kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum við smáum trimum sekundum aftur til Smyril. Leygardagin vunnu tær av Glyvrum aftur. Nú var munurin aftur til For­ tu­nu úr Vestmanna eitt stórt sekund. Tíðirnar heilt við síðuna av Argjabáturin og Nevið Reyða vóru aftur leygardagin í stór­ ari kapping. Sigursvanda 8-manna­farið av Argjum hevði hug til í startinum at stinga seg framum klaksvíkingarnar, sum skjótt svaraðu aftur, og so lógu bátarnir mest sum allan tein­ in borð um borð og stavn um stavn. Nevið Reyða hevði stavnin undan, tá ið bátarnir fóru um málið. Tað fær illa verið meiri spennandi, enn tað var. Tíðirnar vístu seg ikki at vera eftirfarandi. Á upp­tøkun­ um er róðrartíðin hjá 8-manna­ før­unum eitt vet meiri enn fimm minuttir. Almenna tíðin var 4.43.13 og 4.43.23. Á norðoyastevnu var mun­ urin eitt stórt sekund. Hóast Nevið Reyða hevur vunnið fulla úrtøku í tveimum teimum fyrstu róðrunum, so vísir gongdin og tíðirnar, at talan er um púra opna kapping. Ormurin verður torførur at taka Á norðoyastevnu vann Orm­ urin Langi kappingina millum 10-mannaførini, og á sunda­lags­ stevnu endurvann Ormurin Langi kappingina millum 10-mannaførini. Á norðoyastevnu var fjar­ støðan aftur til Suður­oy­ing­ in minni enn eitt sekund og aftur til Havnarbátin tvey sekund. Í Hvalvík misti Havn­ ar­báturin tað mesta av tveim­ um bátslongdum, meðan kapp­ing­in var stór millum Suður­oy­ingin og Ormin Langa, ið var eitt stórt sekund undan av­bjóðaranum, tá ið bátarnir fóru um málið. Á norðoyastevnu royndu allir tríggir bátarnir at vera fremst­ir. Á sundalagsstevnu var Ormurin Langi fremstur so at siga alla tíðina, og tað kend­ist sum um, at veteran­ar­ nir alla tíðina høvdu tak á av­ bjóðarunum. Barnaróður gentur 1 Ingibjørg 2.56.23 2 Hulda 2.58.06 3 Tambar 3.01.19 4 Rókurin 3.06.35 5 Spógvin 3.13.14 6 Heykur 3.13.14 7 Títlingur 3.15.17 8 Karin 3.15.26 9 Ørnin 3.16.45 10 Dúgvan 3.19.03 11 Beinta 3.22.28 12 Fiskurin 3.30.39 13 Blikur 3.31.32 14 Sílið 3.32.47 FM 1 Ingibjørg 13 1 Hulda 13 Barnaróður dreingir 1 Fípan Fagra 2.45.35 2 Ingibjørg 2.55.41 3 Fiskurin 2.59.16 4 Knúkur 3.00.43 5 Falkur 3.02.39 6 Dúgvan 3.03.45 7 Spógvin 3.04.31 8 Pílur 3.15.32 9 Firildur 3.16.17 10 Beinta 3.32.20 11 Royndin Fríða 3.36.22 12 Nísan 3.38.01 FM 1 Fípan Fagra 14 2 Fiskurin 11 3 Ingibjørg 10 5-mannafør gentur 1 Blikur 5.53.30 2 Drekin 5.57.16 3 Firvaldur 6.01.04 4 Frúgvin 6.04.30 5 Rókurin 6.05.31 6 Kollur 6.08.17 7 Báran 6.11.23 8 Fenja 6.12.28 9 Sílið 6.17.25 10 Falkur 6.26.20 11 Ørnin 6.30.08 FM 1 Blikur 14 2 Drekin 12 5-mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir 5.52.36 2 Svanur 5.56.29 3 Havfrúgvin 5.58.07 4 Teistin 6.06.12 5 Junkarin 6.06.12 FM 1 Erla Kongsdóttir 14 2 Havfrúgvin 11 3 Svanur 10 6-mannafør kvinnur 1 Sølmundur 5.42.03 2 Fortuna 5.43.24 3 Smyril 5.49.04 4 Jarnbardur 5.49.38 FM 1 Sølmundur 14 2 Smyril 11 2 Fortuna 11 5-mannafør dreingir 1 Royndin Fríða 5.30.26 2 Sílið 5.31.10 3 Drekin 5.31.37 4 Heykur 5.32.45 5 Firvaldur 5.34.01 6 Karin 5.34.07 7 Tjaldrið 5.35.36 8 Ørnin 5.45.02 9 Jallurin 5.48.28 10 Teistin 5.50.01 FM 1 Heykur 11 1 Royndin Fríða 11 3 Drekin 10 6-mannafør menn 1 Hvessingur 5.19.33 2 Gongurólvur 5.27.32 3 Strálan 5.28.39 4 Herningur 5.30.29 5 Riddarin 5.35.15 6 Jarnbardur 5.35.32 7 Lómur 5.40.08 FM 1 Hvessingur 14 2 Gongurólvur 12 8-mannafør 1 Nevið Reyða 4.43.13 2 Argjabáturin 4.43.23 FM 1 Nevið Reyða 14 2 Argjabáturin 12 10-mannafør 1 Ormurin Langi 4.54.05 2 Suðringur 4.55.08 3 Havnarbáturin 5.00.24 FM 1 Ormurin Langi 14 2 Suðuroyingur 12 3 Havnarbáturin 10