Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juni 2019 · Nr. 66 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Country & Bluesfestivalur vit vilja ynskja øllum ein góðan og hugnaligan country festival Sørvágs Country & Bluesfestivalur verður í døgunum, 13.-16. juni, og eins og undanfarin ár verður tónleikurin ryggurin í tiltakinum Vilmund Jacobsen Umframt at hetta er ein tón­ leikafestivalur, er hetta eisini eitt familjutiltak, sum vendir sær til børnini, tey ungu, tey tilkomnu og til tey eldru. Longu í kvøld – mikukvøldið klokkan 18 – verður vælum­ tóktað eldratiltakið í fimleikar­ høllini í Sørvágs skúla, og hetta tiltak verður aftur í annað­kvøld klokkan 18. Mikukvøldið er bara eldra­ tiltakið á skránni, men um­ framt eldratiltakið hóskvøldið, verður hósdagin eisini søla av armbondum hjá HT-foto til festivalin, og her verður máln­ ingaframsýning í kirkju­hús­in­ um. Seinnapartin hósdagin verð­ ur Bassa-føðingardagur á Dugna-palli, og klokkan 20 hós­kvøldið verður tónleikur í Western Saloon, har hildið verður fram til á midnátt. Festivalurin settur Setanin av Sørvágs Country & Bluesfestivali verður fríggja­ kvøldið klokkan 19, og setanin fer fram á Dugna-palli. Annars verður ymiskt á skránni í Sørvági longu frígga­ dagin, har armbond til festi­ valin kunnu keypast hjá HT- foto í tímunum frá klokkan 11 til 02. Á festivaløkinum byrjar mat­sølan fríggjadagin klokkan 16, tá tónleikur eisini verður í Western Saloon. Í tímunum frá klokkan 16 til 20 fríggjadagin verður barna­ tiltak í Sørvági, og málninga­ framsýningin í kirkjuhúsinum heldur fram. Frá klokkan 19 - beint eftir set­anina - verða konsertir á Dugna-palli, og her verður hildið fram til klokkan 01.30, tá seinastu bólkarnir fara á pall. Frá klokkan 20 fríggja­ kvøldið verða eisini konsertir á Stakka-palli, har seinasti bólk­urin fer á pall klokkan 00.35. Leygardagurin Tað er serliga leygardagurin, sum verður hin stóri dagurin í Sør­vági, og her verður lagt fyri longu klokkan 09 við morg­un­ mati í 07 Vestur-húsinum. Klokk­an 13 leygardagin koma bilar til Trucker-festivalin, sum annars verður sunnu­dag­ in klokkan 13 úti á Bakka í Sør­ vági. Leygardagin og leygar­kvøldið verður nógvur tónleikur á skránni, og her verða fleiri bólk­ar at hoyra bæði á Dunga- palli og Stakka-palli. Klokkan 15 leygardagin verð­ur barnatiltak við Rógva B. Dam á Dunga-palli, og her fer fyrsti tónleikabólkurin á pall klokkan 20. Bæði á Dunga-palli og Stakka-palli verða tónleika­ fram­førslur alt leygarkvøldið. Seinasti bólkurin fer á Dugna-pall leygarkvøldið klokk­ an 01, og seinasti bólk­urin fer á Stakka-pall klokkan 02. Sunnumorgunin klokkan 8 verð­ur aftur morgunmatur í 07 Vestur-húsinum. Meira um Sørvágs Country & Bluesfestival kann lesast á country.fo SO VERÐUR AFTUR BJÓÐAÐ TIL COUNTRY & BLUESFESTIVAL