Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Fiskavirkið hjá Sandoy Seafood í Skopun, verður nú lukkað. Orsøkin er, at tað ikki er eydnast at fáa raksturin at bera seg Huawei og Føroya Tele hava havt ta fyrstu samrøðuna gjøgnum nýggja 5G netið í Føroyum Systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava framleitt nýggja filmin Verkir, sum varð frumsýndur mikukvøldið Kári P. Højgaard, tingmaður, vil hava at vita, um ongar ásetingar eru fyri útlendingar um kravt fiskiloyvi Meðan bara 13 prosent av fólkatingslimunum eru yvir 60 ár, so er støðan munandi øðrvísi í Løgtinginum. Har eru tey sum eru 60+ 33,3 prosent Sandoy Seafood MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt 50 ára gamli Elmar Ósa fór mikumorgun undir eina stóra verkætlan - ein tvífaldan "ironman", sum svarar til at renna, súkkla og svimja tilsamans 452 kilometrar. Hann savnar pening inn til Autismufelagið 452 Nú fer flakavirkið Sandoy Seafood skjótt í søguna. Nevndin hevur tikið avgerð um, at virksemið á virkinum í Skopun hjá Sandoy Seafood steðgar. Orsøkin er, at tað ikki er eydnast at fáa raksturin at bera seg. Mowi Faroes og Delta Seafood eiga Sandoy Seafood. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR "Um Føroyar høvdu loyst, halda tit so, at onglendingar høvdu brúkt Føroyar sum dømi í sambandi við Brexit- kjakið?" "Nú eru so nógv matstøð í Havn, at sjálva Havnin kann kallast eitt mat-stað" Andøvsgul upp í ein strúk úr eystri, 8 til 13 m/s, stundum strúkur í vindi, 15 m/s, sum um kvøldið minkar í gul til stívt andøvsgull, 5 til 10 m/s. Nakrir sólglottar at hóma, men eisini okkurt æl. Hitin millum 8 og 11 stig.   Gul til stívt andøvsgul úr eystri, 5 til 10 m/s. Nakrir sólglottar, men eisini okkurt æl. Hitin millum 8 og 12 stig. Gul til stívt andøvsgul úr útnyrðringi, 5 til 10 m/s, sum minkar til lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, og seinni snarar í ein útsynning. Yvirhøvur skýggjað, stundum regn. Hitin millum 7 og 12 stig. 8-13 m/s 5-10 m/s Vit hava løgtingsval 31.august. Tá skulu vit taka avgerð um, hvør vit halda skal hava sess í okkara lóggevandi forsamling. Løgtingið stendur fyri lóggávu í Føroyum, meðan tað er landsstýrið og undirstovnar undir landsstýrinum, sum hava útynnandi valdið Vit kunnu tíverri staðfesta, at ofta lekur millum tað, sum Løgtingið samtykkir lógir um og so hvussu tað verður framt í verki, tá ið lógirnar skulu impl,ementerast í gerandisdagin. Flestu í okkara fyrisiting hava danskar útbúgvingar, so tað er ikki so undarligt, at fyrst og fremst verður leitað til Danmarkar, tá ið fyridømir skulu finnast til okkurt, sum vit ætla at loysa. Trupulleikin er, at Danmark er meira enn 100 ferðir so stórt sum Føroyar, mált eftir fólkatalinum. Tað vil siga, at har er lættari at seta eftirlit á stovn, sum so syrgja fyri, at lógir verða hildnar – annars fær tað avleiðingar. Ája! Her hjá okkum seta vit lógir í verk og ætla eisini, at tær verða hildnar. Forðingin hjá okkum fyri, at hetta riggar, at eftirlitini ofta bert eru ein ella tveir persónar, sum í verulewikanum als ikki hava nakra serliga orku til at ansa eftir at lógir verða hildnar. Tað ger, at vit hava lógir og kunngerðir um nógv, men vit hava als ikki orku at syrgja fyri, at tað fær avleiðingar, um lógirnar ikki verða hildnar. Ája! Ein fylgja av øllum hesum er, at vit hava ein bygna í hesum samfelagnum, har vit seta á stovn eitt lítið kongaríki fyri og annað eftir. Skrankipávarnir hava góðar dagar og vit hoyra dagliga um mál, har myndugleikar royna at tveita ábyrgd frá sær til onnur. Viðhvørt er hetta helst, tí bygnaðurin ikki er nóg góður, men aðrar tíðir er tað tí, at almenna umsitingin hevur eina cover-my- ass-skipan. Tað ræður um ikki at taka ábyrgd, men heldur flyta hana til onkran annan. Hetta skal sjálvandi gerast betri. Hvussu eru nógv uppskot um, men tað stendur og fellur við teimum 33, sum manna tingið eftir valið í summar. Tingið hevur møguleikan at gera umsitingina meira smidliga og fáa hana at virka betur. Til dømis at fáa heilsamálaráðið og almannamálaráðið at draga somu línu. Tað eigur at vera sjálvsagt. Havi hug at enda við, at tað røkist onki fyri, at vit fáa nakað vár í ár. Kalendarin vísir hálvan juni og tað er bert hendinga dag, at termometrið er farið upp um 6-7 hitastig. Verður tað heitari í ár, so má tað verða summarið, sum ger tað heitari her hjá okkum. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Í mai í ár ferðaðust 40.474 fólk um flogvøllin í Vágum, og tað eru 10,2 prosent meiri enn í mai í fjør 5-10 m/s