Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 5 Miðflokkurin stuðlar Ísrael Miðflokkurin hevur frá stovnan stuðlað Ísraelska statinum í stríðnum fyri jødanna egna heimlandi. Ísrael er einasta fólkaræði í miðeystri. Men hóast hetta hevur vesturheimurin, sum allur sigur seg byggja á fólkaræði, í mongum førum fordømt Ísrael, tá landið hevur vart seg móti fíggindaligum grannalondum. Miðflokkurin verjir rættin hjá Ísrael at verja sítt fólk og síni mørk, tá grannar, sum als ikki kenna til fólkaræði, leypa á ósekar sivilar borgarar í Ísrael. Sum liður í Miðfloksins stuðli til Ísrael, var tingmaður Miðfloksins Bill Justinussen saman við øðrum føroyskum politikkarum til altjóða tiltakið Jerusalem Prayer Breakfast í døgunum 5. og 6. juni. 700 politikkarar, pastorar og leiðandi persónar úr 65 londum tóku lut í stórsligna tiltakinum. Bond vórðu knýtt til politikkarar kring allan heimin, sum eins og vit standa við lið Ísraels. Tingformaðurin í Knesset, Yuli Yoel Edelstein, er ein av mongu jødunum, sum er heimkomin, eftir at hann varð forfylgdur í gamla Sovjetsamveldinum vegna sín etniska uppruna. Abbi Yuli lærdi hann um sín uppruna og lærdi hann hebraiskt. Hetta vakti ein tosta í Yuli eftir meiri vitan um lovaða landið Ísrael. Eftir at hava lisið heimskendu bókina “Exodus” eftir Leon Uris, birtist ein longsul í honum at sleppa heim til Ísrael. Umsókn hansara varð afturvíst av sovjetisku myndugleikunum. Men Yuli helt fram at arbeiða fyri at sleppa heim til Ísrael. Hetta skapti mótstøðu hjá myndugleikunum í gamla Sovjetsamveldinum. KGB framleiddi følsk prógv móti honum og varð hann settur í arbeiðslegu í Sibirien, har hann í 3 ár fór gjøgnum svárar trongdir. Leyslatin flutti hann til Ísrael og er í dag ein av mongu politikkarunum í Knesset, sum eru fluttir heim úr øðrum londum. Yuli Yoel Edelstein helt eina eldhugaða røðu fyri luttakarunum á Jerusalem Prayer Breakfast, har hann greiddi frá síni søgu. Hansara søga er bert ein av óteljandi líknandi søgum um jødar, sum vegna teirra jødiska uppruna verða forfylgdir kring heimin. Tað er undrunarvert at síggja, hvussu væl profetaorðini ganga út fyri eygum okkara, nú staturin Ísrael í fjør fylti 70 ár. Heimurin kann ikki annað enn ásanna, at tað, sum Guð í forðum hevur talað um hesa tíð, vit nú liva í, gongur út dag eftir dag. Ezekiel profeteraði hetta í kapittul 36. “Tí skalt tú profetera um Ísraelsland og siga við fjøllini, hæddirnar, gilini og dalarnar: So sigur Harrin Harrin: Ja, Eg havi talað í veriði og bræði Míni: Aftur fyri at tit eru so háðað av tjóðunum, tí sigur Harrin Harrin so: Eg havi lyft hondini ov svorið: Sanniliga, tjórðirnar, ið rundan um tykkum búgva, skulu sjálvar koma og tola háð! Men tit, Ísraelsfjøll, á tykkum skulu greinarnar vaksa aftur, og tit skulu bera Ísrael, fólki Mínum, ávøkst; tí tey skulu skjótt koma aftur. Tí Eg komi til tykkara, Eg skal venda Mær til tykkara, og tit skulu verða dýrkað og sáað. Eg skal lata menniskju koma niðan á tykkum - alt hús Ísraels – í býunum skal aftur búgva fólk, og toftirnar skulu verða upp aftur bygdar. Ja, Eg skal lata nøgd av menniskjum og fæi koma niðan á tykkum, og tey skulu nørast og vera fruktbør; Eg skal lata fólk búgva á tykkum sum í fornum tíðum og gera tykkum enn meiri gott enn í hini fyrru tíð tykkara – og tit skulu sanna, at Eg eri Harrin. Eg skal lata menniskju – Ísrael, fólk Mítt – ganga á tykkum, og tey skulu taka teg í ogn; tú skalt vera arvalutur teirra, og tú skalt ikki longur gera tey barnleys.” Ezekiel 36,6-12 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN og sendi hann til útheimin 2020 Tel. 34 18 00 ∙ bokhald@sos.fo Umbiðið kalendarin nú Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo